Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-14, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. august 2009síða 18

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Vikuskifti 2 Nr. 153 • 14. august 2009 Tað átti at verið betri pláss fyri sálmum í okkara sangtraditión, heldur David Jo­ hannesen, prestur, sum júst hevur givið út bók við egnum sálmum og sangum Herfyri kom út bók við ikki færri enn 110 yrkingum, sum David Johannesen, sóknarprestur í Miðvági, hevur skrivað. Í stíli skriva 100 av yrkingunum seg beinleiðis inn í okkara sálmatraditión, meðan hinar 10 kunnu lýsast sum fostur­ landssangir. Byggir á søguna Hetta er ikki fyrstu ferð David Johannesen roynir seg sum yrkjara. Longu í 1980 gav hann sítt fyrsta yrkingasavn út, og nú bókin 110 yrkingar er komin á prent, er hetta fimta yrkingasavnið, presturin letur av hondum. Hóast yrkingarnar reika víða innihaldsliga, dylur David Johannesen ikki yvir, at nógv av íblástrinum stavar frá gomlu, føroysku sálmunum. - Vit byggja jú altíð á herarnar á teimum, sum farin eru undan okkum, og sálmarnir lýsa partar av okkara søgu, sum ikki má fara fyri skeyti. Okkara gomlu sálmar eru ein týðandi partur av tí søguni og hava innihaldsliga so nógv gott at bjóða, sum eg fegin vil vera við til at bera víðari, sigur David Johannesen Tí vildi hann eisini ynskt, at fleiri føroyskir sálmar høvdu sítt nátúrliga pláss í føroysku sangtraditiónini. Men slíkt tekur tíð, ásannar hann, so kanska var tað eitt hugskot at givið nýggju sálmarnar út á fløgu, so tað bleiv lættari hjá fólki at taka teir til sín, heldur hann. Tveir av sálmunum hjá Davidi Johannesen eru tó komnir við í føroysku sálmabókina, og okkurt bendir á, at teir skjótt verða fleiri. - Sum eg havi skilt á teimum, sum arbeiða við einum eykabindi til føroysku sálmabókina, so er tað ikki óhugsandi, at eg fái onkran av mínum sálmum við har eisini. Tað hevði verið hugaligt, men lat okkum nu síggja, sigur presturin, sum hevur lagt áherðslu á, at yrkja sálmaranir í gomlum stíli. Pláss fyri báðum Tað er tó ikki bara innihaldið í okkara sálmum, sum hugtekur prestin úr Miðvági. 10 av yrkingunum í nýggu bókini eru fosturlands- og náttúruyrkingar, sum eisini eru ein roynd at varðveita partar av okkara mentanararvi. – Hesar yrkingarnar vísa kanska ein serligan tokka til landið og fólkið, málið og mentananina sum vit kenna tað frá eitt nú tjóðskaparrørsluni, sigur prestur, sum tó ikki bara hevur áhuga fyri tí gamla. – Eg haldi avgjørt eisini, at vit eiga at taka nýggjar og øðrvísi sangir til okkum, sum kunnu ríka okkara sangskatt. Tað skal sjálvandi vera pláss fyri báðum, sigur David Johannesen. Tað er forlagið Vón, sum gevur út sangbókina 110 yrkingar, sum er at fáa í bókabúðunum. Petur Jacob Haraldsen hevur gjørt tekningarnar í bókini. Sangbók Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Prestur ríkar sangskattin verða komm føroysk ð punktum Málstrikan MÁLFELAGIÐ ð Málsligt máttloysi Útvarpið visti at siga, at onkur úlendingur kanska fór at blíva sendur av landinum “við megi”. Hvat er hetta? Føroyingar hava altíð sagt “við makt”. - Vil onkur ófriðargestur ikki fara við góðum, so skal hann fara við illum,  kann ein rísin húsbóndi siga, og tá meinar hann, at hann ætlar at brúka makt. Makt er eitt felagsgermanskt orð, sum er at finna í ymsum formum í øllum germanskum málum. Vit hava tað í formum sum ‘maktarloysi’, ‘maktast’, maktboð og onnur. Vit hava tað í gerandismáli (av allari makt) og í skaldskapi: Tú tekur ikki Ormin langa við danskari makt aleina. Einki eitur at gera nakað við megi, líka lítið sum nakað eitur at gera nakað við valdi. Líða okkara miðlafólk av málsligum maktarloysi? Er hetta málslig ómegd ella er hetta trýst frá sjálvútnevndum málstjórum? Er tað blivið so galið, at normalt føroyskt verður burturcensuerað í útvarpinum? (MT)     Liderlige mennesker Allir føroyingar kenna navnorðið ‘bandittur’. Summi kenna eisini lýsingarorðið ‘bandittasligur’. Hetta kann – meir ella minni harðliga – verða sagt um onkran forherðing, sum ikki er móttakiligur fyri formaningar. Eisini orðið ‘bandi’ er vanligt føroyskt. Men onkur vil seta tað merkiliga ‘harkalið’ í staðin. So kann mann spyrja: hvat týdningsinnihald hava hesi orðini? Er innihaldið í teimum tað sama?  Hava tey somu konnotatiónir, og vekja tey somu tankar, tá ið tey verða hoyrd? Orðið bandittur kemur av tí italienska ‘bandito’, sum er skylt við tað kirkjuliga ‘bannlýsa’, t.e. útihýsa, koyra út. Vit hava tað í lýsingarorðinum ‘bannsettur’, og summi vilja heldur brúka ‘banna’ í staðin fyri ‘forbjóða’. Nú á døgum merkir ‘bandittur’ ránsmaður; hann er limur í einum banda. Ein bandi er ein flokkur av ránsmonnum, sum hampafólk helst halda seg frá. Men hvat er eitt harkalið? Eingin ivi er um, at orðið er sterkt niðursetandi. Fólk hugsa um harkaspýtt og sovorðið. Og kanska hevði tað vakt fornermilsi á Sicilia, um vit fóru at kalla bandan hjá gubbanum, sum Marlon Brando spældi so væl, fyri harkalið. At vera rættur mafioso er (í teirra verð) heiðurligt starv. Men at vera eitt harkalið er lítið hábærsligt. Orðabókin frá 1928 umsetir ‘harkalið’ til ‘pak, rakkerpak’. Í útgávuni frá 1961 finna vit: slæng, bande. Fara vit longur aftur í tíð, heilt aftur til Svabo í 1773, so finna vit undir uppslagsorðnum Harkala-Pak: nedrigste Pøbel, Udskud, gemeent Kram, liderlige Mennesker. Ein útvarpsmaður gramdi seg um, hvussu troyttandi tað var, at fólk ringdu og vildu hava tey til at siga harkalið í staðin fyri banda. “Ein bandi er ein bandi av bandittum”, segði hann, “men eingin veit, hvat eitt harkalið er; er tað eitt lið, sum harkar?” Tey, sum vilja stýra málinum hjá útvarpinum, eru ikki nakað harkalið. Tey eru hvørki Udskud ella liderlige Mennesker. Tey eru vælmeinandi, men – so segði útvarpsmaðurin – “mann kann kanska siga, at tey eru kedelige mennesker”. (MT) Tokkin til okkara sálmaskatt og føðilandið hevur givið David Johannesen, presti, íblástur til yrkingarnar í nýggju sangbókini "110 yrkingar"