Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-14, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. august 2009síða 20

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 153 • 14. august 2009 Vikuskifti  Føroyingar hava nógv ymisk størv úti í heimi. Ein teirra er Páll Nolsøe Slættanes úr Havn. Sum flogskipari hevur hann eitt starv, ið helst fer at geva honum serligan førleika, um hann skuldi fingið flogskiparastarv. Páll Nolsøe Slættanes tók prógv sum skipsførari í 1996 og sigldi í nøkur ár við tangaskipum. Í 2006 fór hann at lesa til flog­ skipara í Roskilde. Við at lesa dag og nátt varð hann liðugur longu í apríl í fjør. Páll Nolsøe Sættanes setti fær fyri at halda fast í flogvinnuni, tí hann vil allarhelst eina ferð sleppa framat róðrinum í stórum flogførum. Flúgva við kendum fólkum Í desember í fjør fekk hann starv hjá Air Alsie í Sønderborg í Danmark. Hetta er eitt flogfelag, sum fyri ein part flytir sjúklingar millum lond, og flogførini hjá teimum verða eisini leigað av navnframum fólkum ella úrmælingum, vildi onkur sagt. Flogførini hjá Air Alsi hava eitt nú flogið við Mr. Been, limum í kongshúsum, Leonardo DiCaprio, fyri at nevna nøkur, og við heimskendum tónleikarbólkum. - Eg flúgvi ikki sjálvur nakað flogfar hjá teimum, men siti í staðin við skriviborðið og leggi túrar um allan heim til rættis út í smálutir, sigur Páll Nolsøe Slættanes. Hann heldur, at arbeiðið longu hevur givið honum hepnar og framúr góðar royndir, sum bara kunnu koma honum til góðar, um hann einaferð fer í flogskiparastarv. Um allan heim Sjúkraflogførini fara eitt nú til Grønland, Gran Kanaria og Tenerifa eftir fólki, sum brádliga eru vorðin sjúk ella hava verið fyri álvarsligum skaða. Á Gran Kanaria og Tenerifa eru tað ofta ferðafólk, sum skulu flytast aftur til heimlandið. Við hinari leiguflúgvingini er heilt øðrvísi. Fyri tað mesta verða teir túrarnir bílagdir í góðari tíð. Sjónleikarar, tónleikarar, kongligir persónar og politikarar vita fyri tað mesta langa tíð frammanundan, nær teir skulu higar ella hagar. Samskiparin Páll Nolsøe Slættanes kann í teimum førunum í góðari tíð søkja um tey neyðugu loyvini, ið skulu til, tá ið flogið verður til fjarskotin lond. Sama regla er galdandi, um eitt flogfar eitt nú skal til Teilands eftir einum sjúklingi. Góð planlegging Hjá samskiparanum ræður nógv um at leggja flogferðirnar soleiðis til rættis, at sjúkraflogførini ikki koma í trupulleikar av, at ein floghavn steingir fyri náttina. Hann tryggjar sær framm­an­ undan, nær opið er, og at tikið verður ímóti flogfarinum, tá ið tað kemur fram, og at flog­farið verður avgreitt so skjótt sum gjørligt. Hvør løta kostar. Páll Nolsøe Slættanes letur væl at telduskipanini, hann arbeiðir við. Út frá øllum upplýsingum, hann fær Hava flutt Mr. Been Páll Nolsøe Slættanes, sum er flogskipari, stýrir flogførunum hjá flogfelagnum Air Alsie í Sønderborg í Danmarkfrá jørðini. Air Alsie tekur sær av bæði sjúkraflutningi og charterflúgving, og tað hendir meira enn so, at flogførini flyta eitt nú Mr. Been, limir úr kongshúsum og kendar tónleikarbólkar Flogferðsla Randi Jacobsen blaðmaður randi@sosialurin.fo Páll Nolsøe Slættanes arbeiðir nógv, men tá ið hann fekk nakrar dagar samanhangandi frí, kom hann heim at vitja Mynd: Beinta Haraldsen