fríggjadagur 14. august 2009síða 21
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 153 • 14. august 2009
Vikuskifti
Heldur fast
við sínar
ætlanir
Páll Nolsøe Slættanes,
sum nú er 35 ára gamal,
hevur altíð fullført tað,
sum hann hevur sett
sær fyri.
Áðrenn hann lærdi
til skipsførara, sigldi
hann við línuskipi og
síðan við skúlaskipinum
“Danmark”. Hann
búði eina ferð í tríggjar
mánaðir í Kina og
tríggjar mánaðir í Japan.
Hetta gav honum stóran
kunnleika um, hvussu
ymisk mentanin er hjá
heimsins fólkasløgum.
Hugskotið at útbúgva
seg til flogskipara
fekk hann longu, tá ið
hann sum smádrongur
ferðaðist í Sandavági og
sá flogførini sveima til
og frá flogvøllinum.
Slapp hann til tað,
las hann alt um flogfør,
flogferðslu og flogsøgu
Hann helt, at tað hevði
verið spennandi at
roynt hesar avbjóðandi
hestakreftirnar.
Tá ið hann so
troyttaðist av at sigla
við olju og kemikalium,
setti hann sær fyri skjótt
at fáa útbúgving sum
flogskipari.
Og tað gjørdi hann so.
á telduni, kann hann neyvt rokna
út, hvar flogfarið skal flúgva, og
hvørja tíð tað tekur um at koma
fram. Hann fær eisini upplýsingar
um møguligar veðurforðingar, ið
kunnu vera á leiðini. Flogskiparin
fylgir teimum upplýsingum, sum
hann fær frá Páll og starvsfeløgum
hansara, men flogskiparin hevur
altíð evstu ábyrgdina og kann
broyta ætlanina, um hann veit
t.d., at tað verður turbulensur ella
aðrar forðingar, ið gera flúgvingina
torføra.
Leiguflogførini, sum Páll
Nolsøe Slættanes stýrir frá
skrivstovuni, eru ikki innrættað
sum vanlig ferðamannaflogfør.
Innbúgvið er stórar góðar sofur,
sum fólkini sita serliga væl í.
Vil á flog
Páll Nolsøe Slættanes er fegin
um starvið í Danmark, hóast tað
kann vera strævið at hava langar
vaktir.
Hann vónar inniliga ein dag at
fáa starv hjá Atlantsflog, tí hann
kundi hugsað sær at flutt heim
aftur til Føroya.
Tað kostar nakrar hundrað
túsund krónur at útbúgva seg til
flogskipara, og fyri at prógvið
framvegis skal vera galdandi, skal
hann hvørt ár til roynd, ið kostar
8.500 krónur.
Fær hann starv sum flogskipari,
skal hann á eitt styttri skeið fyri
at flúgva við ferðafólki.
Í vinstra partinum á hesum bygninginum arbeiðir Páll Nolsøe Slættanes
Í flogførunum hjá teimum er einki við at sita kloynd millum setrini
Flogfarið er innan sum ein stásilig stova
Flogskiparin stýrir flogferðsluni frá skriviborðinum
Eitt av stásiligu flogførunum hjá Air Alsie