fríggjadagur 14. august 2009síða 22
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 153 • 14. august 2009
Vikuskifti
6
"Tað finst eingin annar føroyskur
listamaður, ið hevur latið so
orginalar myndir frá sær, sum
hesar".
So avgjørd er Kinna Poulsen,
listaummælari, í bókini um Nól-
soyarmálaran Steffan Danielsen,
sum Emil Juul Thomsen gevur út
í næstum. Men meðan vit bíða
eftir bókini, fáa vit í tveir stok-
kutar dagar og høvi at síggja eina
sera forkunnuga framsýning við
verkum hjá Nólsoyarmálaranum,
sum Kinna Poulsen skipar fyri í
samstarvi við 100 ára hátíðarh-
aldið hjá Tórshavnar Kommunu.
17 av bestu verkunum hjá
listamanninum hevur Kinna valt
út til framsýningina. Og hóast tað
ikki hevur verið lætt at velja, ivast
Kinna ikki, tá hon verður spurd,
hvat tað er við Nólsoyarmálar-
num, sum er so hugtakandi
- Tað, sum serliga gjørdi, at
eg fekk tokka til listamálaran
er hansara originalitetur og so
sterka einsemiskenslan í ver-
kunum, sum eg altíð havi hildið
verið serstakliga rørandi. Haldi
ofta, at mentan og list gerst so
uppblást og sjálvhátíðarlig. Hjá
Steffan er tað beint tvørturímóti,
sigur Kinna og vísir á, at hansara
myndir eru so herliga niðri á
jørðini, samstundis sum tær hava
eitt so merkiliga lætt og ivaleyst
flog.
- Og so royna tær ikki at vera
listarligar - tær eru tað heilt
einfalt, leggur hon afturat.
Ótilgjørdur
Hóast Steffan Danielsen er at
meta sum ein meistari innan
føroyska málningalist, telist hann
ikki millum okkara kendastu
listafólk. Hetta hongur uttan
iva saman við, at heili 28 ár eru
síðani, hansara verk seinast vóru
at síggja á eini stakframsýning.
Ein onnur orsøk er ivaleyst
eisini, at Steffan Danielsen ikki
er so lættur at fáast við sum
listamálari, vísir Kinna á.
- Hjá øðrum stórum, føroyskum
listamálararum er tað lutfalsliga
lætt at fylgja teirra útvikling frá
áhugatekning til skúlagongd og
naturalistiskum skitsum til ein
meira sjálvstøðugan stíl. Steffan
er sjálvlærdur og hevur fleiri stílir,
og kronologiin í hansara verki er
als ikki eins forútsigilig sum hjá
øðrum listafólkum. Til dømis er
tann monumentali og nationalro-
mantiski “Varðin“ (1970) nýggjari
enn aðrar at síggja til nógv meira
modernaðar myndir sum eitt nú
“Grótlaðing” frá 1958.
Meðan Steffan Danielsen
sostatt ikki er lættur at flokka,
er ongin ivi um, at hann er
ein føroyskur málari í orðsins
sanna týdningi við øllum teimum
styrkjum og veikleikum, sum tað
hevur við sær.
Í bókini vísir Kinna Poulsen á,
at eitt er, at myndir Nólsoyar-
málarans raka tað serliga gráa í
føroyska lands- og veðurlagnum
so neyvt og ektað, sum eingin
annar megnar at lýsa tað. Men
harumframt tykjast hansara
myndir merktar av eini ótilgjørdari
eyðmýkt, sum er so egin og at
síggja til upprunalig, at hon sýnist
púra fyriuttan ta siðmentan, sum
í øldir er dyrkað í akademium,
konservatorium og universitetum
á meginlandinum. Myndirnar eru
dømi um, hvussu ósteðgandi og
ótamd tann ráa skapanarmegin í
roynd og veru er.
Høgt virdur
Bókin um Steffan Danielsen,
sum Emil Juul Thomsen í Nólsoy
hevur arbeitt við í mong á, eigur
sín stóra lut í at forkunnuga
framsýningin nú verður veruleiki.
Eitt nú hevur Emil innheintað
rættindini til myndirnar hjá
Nólsoyarmálaranum og syrgt fyri
at fáa tær avmyndaðar.
Kinna greiðir frá, at hugskotið
til framsýningina komst av, at
Birgir Kruse og Ovastevnunevndin
høvdu fingið frænir av bókaút-
gávuni hjá Emil.
- Vit spurdu so Emil og sonin
Bjørn, um tað fór at bera til at
hava eina framsýning á Ova-
stevnu og tað var í lagi. Húsini
hjá Emil og teimum liggja beint
við barnagarðin, har framsýningin
verður, so tað var ikki trupult at
fáa myndirnar fluttar yvir hagar,
sigur Kinna.
Við framsýningini vónar hon
ikki bara, at fólk fara at fáa
eyguni upp fyri einum av okkara
allarbestu listafólkum.
- Eg haldi eisini, at tað er nakað
heilt serligt at uppliva Nólsoyar-
málaran úti í Nólsoy, og hesa
uppliving haldi eg, at fólk eiga at
unna sær.
Spurd hvønn týdning Nólsoyar-
málarin hevur havt fyri føroyska
list ella hvørji spor hann hevur
sett eftir seg, sigur Kinna, at
Nólsoyarmálarin í
Hansara verk
eru so ótrúliga
orginal í teirra
rørandi ein
semi, heldur
Kinna Poulsen,
sum hevur valt
út 17 verk hjá
Nólsoyarmálar
anum Steffan
Danielsen til
sermerkta
framsýning nú
á Ovastevnu
Hugskotið til framsýningina stavar frá bók um Steffan Danielsen, sum Emil Juul Thomsen hevur arbeitt við í mong ár, og sum kemur út í næsta mánaða
Stórsligni, tjóðskaparromantiski varðin er eisini við á framsýningini í Nólsoy á
Ovastevnu
List
Anna V.
Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo