Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-14, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. august 2009síða 23

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 153 • 14. august 2009 Vikuskifti 7 »Á Geilini« Ein av yndismálningunum hjá Kinnu Poulsen er málningurin “Á Geilini”, sum hon lýsir soleiðis í bókini um Steffan Danielsen Sjónarmiðið er rættiliga lágt og tykist statt á einum krossvegi, ið fyllir meginpartin av forgrundini. Miðskeiðis, ovaliga tykjast trý hús líkasum krøkja seg í hvørt annað og verður hetta húsatyssið til høvuðsmyndevni í myndini. Bygdalagslýsingin tykist veruleikalík og eyðkent neyv í staklutum; t.d. sæst hvar vindeyguni eru opin. Ljós- og litárin eru helst eisini veruleikalíkt dagsljós, ið kemur ovaliga frá vinstru. Heilt ovast í vinstru síðu á myndini er himmalin myrkagráur. Litirnir eru fyri tað mesta gráleiddir við brúnum, grønum, hvítum og svørtum, ið tilsamans geva eina kalda heild við undantøkum í bjartu gulu og reyðu litbrigdunum, sum eru báðumegin í myndini. Perspektivið er serligt við tað, at myndin hevur tveir rætningar og altso tvey hvørvingspunkt. Áðurnevnda húsatyssið er sostatt sett á skák við húsarhorninum fremst í eini óhugnaligari, monumentalari lýsing. Sjónarhornið er lágt og harvið sæst eitt rættiliga fitt petti av gøtuni og av tí, at myndaskapið er avlangt og smalt, má tað afturfyri skerast av myndevninum í erva, har vit bara akkurát fáa húsatrom og skorstein á tí ovasta húsinum við. Á sama hátt sum vit síggja í fleiri av myndunum hjá Steffani Danielsen eru summir av teimum avmyndaðu staklutunum sera veruleikakendir, meðan hann ikki hevur givið sær eins nógv far um aðrar. Hetta er t.d. galdandi fyri perspektivtekningina, sum í støðum er realistisk, meðan t.d. ovastu vindeyguni í svørtu húsunum uttast til høgru eru skeivt teknað í mun til hvussu linjurnar skulu vera í einum røttum matematiskum perspektivi. Løgna valið av perspektivi og sjónarhorni geva ein ávísan fjarleika til tey avmyndaðu húsini. Manntóma gøtan, sum gerst so sjónsk, av tí hon fyllir so nógv á myndini, dregur saman við gráa ljósinum, kompleksa perspektivinum fram eitt heldur dapurt og trupult huglag, ið ber brá av einsemi og persónligum máttloysi... í rørandi einsemi Mynd: Birgir Kruse hon ikki hevur møtt einum tí einasta listafólki, sum ikki hevur allarstørstu virðing fyri Steffani Danielsen. - Føroysku listafólkini, sum eg havi tosað við, eru eisini sera spent upp á bæði framsýningina og bókina. Í sambandi við bókina havi eg millum annað prátað við Janus Kamban og Zacharias Heinesen, og teirra virðing fyri Nólsoyarmálaranum var heilt týðilig. Men hvørji beinleiðis spor hann hevur sett seg, veit eg ikki rættiliga. Kanska sæst ein vissur íblástur frá Steffani Danielsen í onkrum myndum hjá Tommy Arge, grunar Kinna Poulsen men steðgar so eitt sindur á - Tað er ilt at siga, tí Steffan var so ótrúliga egin og er als ikki lættur at eftirlíkna Nólsoyarmálarin á Ovastevnu Framsýningin við 17 verkum eftir Steffan Danielsen letur upp ley- gardagin klokkan 15 í hølunum, har barnagarðurin Látrið plagar at halda til í Nólsoy. Heðin Mortensen borgarstjóri setir framsýningina kl 15:30 og kl 16:00 hugleiðir Kinna Poulsen um Nólsoyarmálaran og nýggju bókina um hann, sum Bókagarður gevur út í næstum.

 Steffan Danielsen málaði ofta pelar og stik. Her er eitt rættiliga rátt og áhugavert outsidara-art avbrigdi av myndevninum Myndirnar hjá Steffani Danielsen av ymsum laðingum eru ótrúliga frískar og tykjast spildurnýggjar