Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-14, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. august 2009síða 25

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 153 • 14. august 2009 Vikuskifti 9 Orð og myndir: Árni Joensen arni@sosialurin.fo Tað eru longu fleiri ár síðani sláimaskinan loysti líggjan av, og mangur slóttumaður man hava fegnast um hana, tí tað er ólíka lættari at ganga aftan á einari maskinu enn at standa bogin við líggjanum Rívur raka hart og títt, yrkti Mikkjal á Ryggi, og ein sannroynd er tað, at rívan hevur verið eitt hent amboð í hoyggingini. Men eisini hon fær kapping frá tí nýggja sum eitt nú frá hesari maskinuni, sum bæði dugir at raka og at venda Bar tað ikki til at hoyggja av hógv, var turkilagið álitið. Útskifting og nýggjar tíðir hava gjørt, at turkiløgini eru fækkað munandi tey seinnu árini, men hjá teimum, sum vilja hava turt, kann tað framvegis vera álitið. Tað er at kalla sjáldsamt at síggja mann binda í longur og tí líka sjáldsamt at síggja mann við byrðu á bakinum. Eisini her hevur maskinøldin skúgvað tað gamla til viks. Tann italska ballimaskinan hevur loyst reipið og heldina av ....og trillibøran hevur loyst ryggin av ....og soleiðis sær nútíðar hoyggjhúsið við nútíðar byrðum út »Tú gakk tær fram við Løksará, tá bakkagrasið leingist«, yrkti Christian Matras. Nógv er broytt, tí síðani menn fóru at sláa við maskinu, eru tað teir fægstu áarbakkarnir, sum verða slignir. Úrslitið er, at tær smáu áirnar fara undir. Bakkagrasið vísir, hvar tær renna, men vakrari hevði tað verið, um tær eisini sóust Á høgætt í hoyna