fríggjadagur 14. august 2009síða 26
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 153 • 14. august 2009
Vikuskifti
10
Tá amerikanski bassleikarin
David Hungate á fyrsta sinni
setur fót á føroyska jørð í
sambandi við Nashville.fo
konsertina í Havn 29. august,
er talan um bassist, sum hevur
givið íblástur og verið fyrimynd
fyri fleiri føroyskar bassleikarar.
Tey, sum vuksu upp í Føroyum í
síðst í 70’unum og fyrst í 80’unum
sluppu ikki undan vælsmurdu
west-coast rockinum hjá Toto, har
David Hungate var upprunalimur
og setti serligan dám á við
sínum poetiska, stíltrygga og
vælsvingandi spæli. Hungate var
við til at stovna Toto í 1977 og
spældi við á fýra teimum fyrstu
útgávunum Toto (1978), Hydra
(1979), Turn Back (1980), og tí
grammy-vinnandi Toto IV (1982),
ið eisini gav bólkinum teirra
einasta altjóða hitt við lagnum
»Africa«.
Legenda
Tónleikaritið Bass Frontiers
himprast ikki við at kalla David
Hungate eina legendu: »Um 40 ár
á A-liðnum í bæði Los Angeles og
Nashville, luttøka á hundraðtals
hitt-plátum, og limaskapur í
einum av heimsins fremstu
rockbólkum ikki eru nóg mikið, so
eiga krøvini fyri legendu-status at
linkast«, skrivar Bass Frontier um
David Hungate. Blaðið vísir víðari
á, at fáir tónleikarar hava arbeitt
við so nógvum ymiskum artistum,
sum hann.
Kendastur er Hungate tó
framvegis fyri sín leiklut í Toto.
Úr studiohitanum
Meðan flestu rockbólkar síggja
dagsins ljós í garasjum og køldum
kjallarum, so var søgan við Toto
øðrvísi. David Hungate, sum er
føddur og uppvaksin í Texas, var
longu tíðliga í 70’unum vorðin
ein partur av tí sera ekslusiva
studio-tónleikara umhvørvinum í
Los Angeles.
Sjálvur minnist Hungate,
hvussu hann á fyrsta sinni hitti
blaðunga trummuspælaran Jeff
Porcaro í 1972.
»Vit skuldu spæla til eina
upptøku fyri Sal Marquez í Los
Angeles og Dean Parks (studio
guitarleikari og ungdómsvinur
hjá Hungate) hevði lovað mær,
at Jim Keltner (legendariskur
trummuleikari) fór at spæla
trummur hetta kvøldið. Tað var
bara út frá hesum, at eg segði ja,
tí eg ynskti at sleppa at spæla
saman við Keltner. Eg kom í
studio um midnáttarleitið. Teir
vóru byrjaðir at spæla, og eg
hoyrdi bara hesar fantastisku
trummurnar í oyrabúffunum. Tá
vit vóru lidnir, kom ein ungur
drongur út úr trummurúminum,
tók í hondina og segði ‘Hey, eg
eiti Jeff’.
Jeff var 16 ár og spældi,
sum bara Jeff kundi spæla.
Eg hevði spælt við Sonny og
Cher, og tey leitaðu eftir einum
trummuspælara, og eg legði eitt
gott orð inn fyri hann. Jeff fekk
kjansin, og nakrar mánaðir seinni
lokkaði hann Sonny og Cher at
fáa sín góða ungdómsvin David
Paich at spæla keyboard. Eg
haldi, tú kanst siga, at hetta var
upprunin til Toto. Vit byrjaðu ið
hvussu er at tosa um at gera ein
bólk.«
Elskaðir og hataðir
Fyrsta útgávan Toto frá 1977
staðfesti longu bólkin sum eitt
slag av superbólki, sum riggaði
væl inn í samtíðina við væl
poleraðum stadion rocki; ein
tónleikastílur sum fjøldin og
útvarpstøðir elskaðu um hetta
mundið – og ummælarar hataðu.
Meðan keglast var um listarliga
virðið og relevansin í tónleikinum
hjá Toto, so var tað uttan fyri
allan iva, at tónleikurin var væl
spældur. At talan var um menn
við virtuosiskum aspiratiónum,
vísir tann sannroynd, at fýra
tær fyrstu útgávurnar hjá vóru
spældar inn meira ella minni
live í studionum. Spurdur um,
hvussu Toto funnu so fram til
ein so vælsvingandi frymil, sigur
Hungate:
»Við Jeff og Paich, so var
kenslan longu har frá byrjan.
Vit brúktu ongantíð click ella
loops - uttan forrestin á lagnum
‘Africa’. Ungir tónleikarar, sum
spyrja um Toto, hava ilt við at
trúgva tí. Fyri okkum var tað
bara ein spurningur um at koma
fram til okkurt, sum vónandi var
áhugavert.«
Allir í bólkinum vóru longu
á heilt ungum árum garvaðir
studio tónleikarar og Toto vóru
tiltiknir fyri teirra »one take«
studio innspælingar. »Vit vandu
soleiðis, at tá vit fóru í studio,
so var ikki so nógv at ivast í. Eg
var so kritiskur um mítt egna
spæl tá, at eg minnist tað bara
sum, at eg var undir eini rúgvu
av trýsti frá mær sjálvum um at
spæla væl. Minnist meg heldur
ikki vera nøgdan við nakað, sum
eg spældi við Toto. 25 ár seinni
dugi eg betur at virðismeta tað,
hóast eg sjáldan lurti eftir tí. Tað
er torført, tí tað fær meg at sakna
Jeff (Porcaro doyði í 1992 bert 38
ára gamal), og eg hevði ynskti, at
Bass legenda valdi
fram um rock’n’roll
Tónleikur
Niclas Johannesen
niclas.johannesen@gmail.com
Um sama mundið, sum ameri
kanski rockbólkurin Toto
vann sín fyrsta Grammy, valdi
bassleikarin David Hungate at
stinga í sekkin og flyta til
Nashville. Les um mannin,
sum eitt tíðarskeið var partur
av kanska heimsins feitastu
rytmusektión og sum nú á
fyrsta sinni trínur á pall í
Føroyum til stóra Nashville.fo
gallakonsert
David Hungate um, hví hann gjørdist
tónleikari á altjóða støði
»Nógv her í lívinum snýr seg um hepni. Um eg
ikki hevði gingið í skúla saman við Dean Parks
(guitarleikara), hvar hevði eg so verið? Kanska selt
tryggingar onkustaðni. Eitt, sum eg altíð royndi at
gera, var at spæla við teimum bestu tónleikarum. Eg
vildi heldur tað, enn at tjena meira við onkrum, sum
var minni avbjóðandi. Tað haldi eg, eru eini ráð, eg
kann geva.«
Steve Lukather og David Hungate vóru báðir partar av upprunamanningini í Toto