Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-14, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. august 2009síða 27

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 153 • 14. august 2009 Vikuskifti 11 eg var eitt sindur fittari og minni neurotiskur tá á døgum.« Fór burturúr - vann Grammy Tá Toto skuldu á seks mánaðar langa konsertferð kring heimin í kjalarvørrinum á útgávuni Toto IV, fór David Hungate úr bólkinum. Hann var um hetta mundið eisini fluttur úr Los Angeles til Nashville, har hann skjótt gjørdist nógv umbiðin og hevur arbeitt við altjóða artistum sum Chet Atkins, Mark Knopfler, Dolly Parton, Linda Ronstadt, Rickie Lee Jones, Kenny Rogers, Glen Campbell, Diana Ross, Toby Keith, Alice Cooper, Gladys Knight – ja, listin er endaleysur. David Hungate varð í 2005 spurdur, um tað ikki var torført at veitra farvæl til ein bólk, á veg móti hægstu tindum – og sum eitt ár seinni vann ein Grammy fyri Toto IV útgávuna: »Lívið er fult av eksistensiellum tvístøðum. Líkamikið hvørja loysn, tú velur, so verður ein stór skuggasíða. Um eg líti aftur, hevði eg so ynskt verið á konsertferð við Toto meðan teir vóru í hæddini, heldur enn at sleppa at uppliva fyrsta árið av lívinum hjá mínum soni? Hvør veit. Í dag angri eg als ikki, at eg fór úr Toto, tá eg fór. Um tað mundið ivaðist eg tó stórliga.« Hungate vísir eisini á, at hinir limirnir í Toto vístu stórsinni og bjóðaðu honum við til Grammy handanina í 1983. »Eg fór og fekk hesa stóru upplivingina og tók í móti heiðurslønini.« Til Føroya At David Hungate nú kemur til Føroya at spæla saman við tí ultimativa A-liðnum úr Nashville hevur eisini sínar góðu orsøkir. Spírarnir vórðu lagdir, tá Regin Guttesen í 1996 var saman við Jákupi Zachariassen í Nashville og innspældi sína fyrstu solo- fløgu Writing You A Song. Hetta var ein stórur dreymur, ið gjørdist veruleiki. Toto var nevniliga ein av absoluttu yndisbólkunum hjá Regini. Jákup Zachariassen minnist, hvussu teir høvdu eina mynd av hesum kenda rock bassleikaranum úr Toto, og hvussu teir als ikki kendu mannin, tá hann 15 ár aftan á Toto-tíðina kom inn í studio um morgunin, tá innspælingarnar byrjaðu. »Vit hildu hetta var ein elektrikari ella okkurt sovorðið« minnist Jákup. »Hann var púrasta vanligur og gerandisligur á at líta.« Men tá hann spældi, so var ongin ivi. Síðani hevur David Hungate spælt á fleiri føroyskum útgávum, sum eru upptiknar í Nashville, og tá gallakonsertin verður á Hálsi 29. august verður tað sostatt við eini legendu aftanfyri bassin. familjuna lívið David Hungate um munin á góðum tónleikarum - og so teimum bestu »Ein mangul, sum eg síggi hjá flestu tónleikarum er ‘time’. Hetta er tað, sum eg síggi veruliga skilir yrkisleikarar frá tónleikarum. Summir tónleikarar hava eina rúgvu av teknikki, vitan og talenti, men leggja ikki nóg stóran dent á ‘time’ og ‘feel’.« Upprunamanningin í Toto Hydra var næsta plátan, sum Toto gav út Eyðkenda umslagið til 3. útgávuna frá 1980 Turn Back