fríggjadagur 14. august 2009síða 28
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 153 • 14. august 2009
Vikuskifti
12
Jahve kemur aftur
er revsarin, sum vil
gera av við yrking
ina. Ilt er at siga,
hvat hon er vorðin
til í hesum yrkinga
savnið, men tað
kann koma
Í vár gav Agnar Artúvertin út
fyrsta yrkingasavn sítt Jahve
kemur aftur – úr døprum
tonkum og svørtum vónloysi, 46
blaðsíður við 12 navnnevndum
yrkingum. Talan er um daprar
yrkingar og ógvusligar kenslur,
nógva áherðslu og endurtøkur.
Beinanvegin heitið Jahve vísir
inn í mest hugmyndatungu
bók í vesturheiminum, Gamla
Testamenti, eins og tað sjálvandi
svarar yrkingini ”Móses á Sinai
fjalli” eftir Janus Djurhuus, sum
sigur "við veldi Jahve kom/ í
stjørnuljós' og eldi var hann
klæddur".
Jahve er heitið á gudi í gamla
testamenti. Navnið er hebraiskt
fyri at vera hjástaddur, men
Jahve vísir seg ikki altíð fyri fólki.
Jahve er harafturat partur í navni
Jesusar, sum merkir "frelsari
Jahve". Afturkoman kann sipa til
ta lovaðu Jesu afturkomu antin
sum tann revsandi gud ella tann
miskunnsami. Hvussu er og ikki,
sumt í savninum er partur av
tí ráki, sum válkar sær í tí sum
verður hildið at vera ljótt, grefligt,
ótespiligt og serliga kynsligt
virksemi er væl umtókt evni.
Eitt nú sum Ó, søgur um djevul
skap hjá Carl Johan Jensen,
har søgupersónar bæði eru
mannaátarar og mogga so langt
uttan um vegir, at tað er groteskt.
Í filminum Anti Christ hjá Lars
von Trier er harðskapurin øgiligur,
og gud verður sagdur at vera
tann grábeinti, og MC-Hár lýsir
í rappløgum sum "Sperm" sera
nærlagt kropsligar úrskiljingar
í samkyndari samlegu. Agnar
Artúvertin er á hesum leiðum
í tekstum, sum ímynda insest
og pedofili, og í hesum stutta
teksti: "ein sum fleygar sær í
gronina á einum øðrum". Um
hetta er skakandi, so stóð nú
ein dagin í danska blaðnum
Information, at tað nýggjast í
andlitsrøkt móti rukkum er krem,
sum er gjørt út á mannaspin!
Satt at siga fer hugflogið hjá
Agnari verri enn so longur út
um mark enn livaði veruleikin.
Tað er kanska har, tann altíð
hjástaddi gudurin ger vart við
seg. Í summum førum er tað gott
fyri sálarligu heilsuna at bjóða
av, og tabu um kynslig viðurskifti
hava í so máta framvegis serliga
atdráttarmegi. Eg ivist kortini í,
um hetta er skaldskapur, sum
verður standandi og minstur fyri
poetiskar dygdir.
E
itt spor í savninum er yrkingar
um yrkingar. Eitt nú henda,
sum avbyggir yrkingakynstrið:
minnast onkra yrking
sum bleiv yrkt fyri fleiri døgum
síðani
oyðileggja hana
spilla hana út
broyta hana
gera hana til okkurt annað
so hon ongantíð – ongantíð
kemur fyri seg aftur!
Hon ger um seg við at vera
sett við skákskrift, er líkasum
harðmæltari enn hinar og bendir
á, at hetta er ein stevnuskrá fyri
savnið. Oyðandi tráin fyri at "gera
hana til okkurt annað" sigur frá
stremban eftir fáa fram eitt nýtt
slag av yrking.
F
yri nøkrum árum síðani gav
Agnar út eina bók við hesum
langa og torgreidda heiti:
Føroyatraga, ein sera støkkin
og óskipað rannsókn inn í
mentávald, føroyska samleikan
og føroyska málið og onnur útvald
verk. Í henni standa forvitnislig
prosustykki, áhugaverdar royndir
við sonettuforminum um stórar
høvundar í Evropa og aðrar
yrkingar. Við nýggja savninum
hevur Agnar savnað seg um eitt
tekstslag – hóast tað viðhvørt
er ivasamt hvussu poetiskir
tekstirnir eru. Hann hevur flutt
seg inn í tað rákið, sum bjóðar
av, tess ótespiligari tess betur.
Tað hevur verið at sæð áður.
Ekspressionistisk og surrealistisk
list tíðliga í 20. øld lýsti mangan
tað burturskúgvaða, sinnisrørslur,
sum vóru hildnar at vera ov ljótar
til at verða umrøddar alment
og als ikki vera yrkingaevni. Eitt
dømi er skaldsøgurnar um tann
groteska Pantagruel eftir franska
høvundin François Rabelais í 16.
øld, sum kirkjan fordømdi.
Á bakpermuni á nýggju bókini
er mynd av høvundinum í
parkumhvørvi, sum kanska er úr
Kongens Have í Keypmannahavn.
Undir myndini lýsir høvundurin
seg m.a. sum rættlesara, men
tað er ikki øllum beskorið at
vera góður rættlesari av sínum
egnum tekstum. Harafturat
verður upplýst, at Agnar er limur
av tveimum flagsskapum: DOF
sum neyvan og kanska kortini
er Dansk ornitologisk forening;
og Nordisk poetisk selskab,
sum hevur tað ediliga endamál
at breiða út kunnleika um tað
skaldsliga. Leggjast kann afturat
at fleiri av yrkingum í savninum
hava staðið sum "Læsernes
digte" hjá Weekendavisen á
http://www.weekendavisen.dk/
digte?page=3.
Yrkingasavnið Jahve kemur
aftur er sum undirheitið sigur
vónleysa dapurt, men eisini
groteskt og onkuntíð inn í millum
skemtiligt.
S
avnið leggur fyri við einum
sitati, sum gevur savninum
eina farra av martýrdámi. Tað
biður um, at alt ilt má verða
hildið burtur frá tí vakandi og
er eftir amerikanska høvundin
Nathaniel Hawthorne (1804-64),
sum kallaðist "myrkur romantik
ari". Triði teksturin í savninum er
settur við ovurstórum, grovum
stavum og undirskrivaður " (Rice
ap Thomas)". Ein skjót leiting
á netinum leiðir fram til ein
walisiskan harramann Rhys ap
Thomas (1448-1525), sum átti eitt
handrit av romansu, sum kanska
var eftir enska yrkjaran John
Milton (1608-74). Hann er serliga
kendur fyri at hava yrkti eitt
stórt epos um tað mista paradís,
Paradis Lost (1667) Eins og nógv
onnur romantisk skøld yrkti
eisini Sjóvarbóndin, Jens Chr.
Djurhuus, eftir tí – yrkingin hjá
honum eitur "Púkaljómur" (púki=
djevul). Yrkingasavnið hjá Agnari
er á henda hátt tungt løtt við
bókmentasøguligum merkingum,
sum hugagóði lesarin kann
stuttleika sær við fáa til at skoyta
okkurt áhugavert upp í tekstirnar.
Fyrsta yrkingin "Ver, Føroyar
mín skjútti" heldur fosturlands
yrkingar fyri gjøldur. Tað hava vit
sæð áður, men kontrapunktisku
viðmerkingarnar í klombrum
geva yrkingini nakað av vídd
samstundis sum tær seta tekstin
inn í gerandisliga samanhangin.
Yrkingin ognar løgmanni savnið
og yrkjaraegið váttar at enda:
"tú ert mín bogi,/ og eg tín ørvur.
Skjót meg til Helvitis!"
Yrkingin "Bøn" vendir sær
til ein "alnáðigan gud", sum
yrkjara-egið biður grøða seg
fyri ymsar veikleikar. Men tað
ynskir sær eisini sjónir, sum
hava dám av marrudreymum um
pedofili.1 Boðsháttur eyðkennir
tekstin. Viðhvørt stendur hann
ørkymlandi í eintali og fleirtali
lið um lið: "eg rætti tær lógvan/
kom og skiftið oyrur". Sumstaðni
er – av tí at hetta er ein bøn –
ynskiháttur: "veri tøgn/ alt sum
melur". Yrkingin er harumframt
sett saman av fríum ørindum við
endurtøkum eitt nú persónliga
ynskið "grøð mítt einsemi" og
hátíðarliga orðaðum ynskjum
sum "veri nátt/ alnáðigi gud/ veri
nátt" (sic!) – ið endavendir kenda
partinum í skapanarsøguni "Verði
ljós" (1. Mós. 1, 14). Aðrir partar
í yrkingini lýsa fleiri marrukendar
myndir, har yrkjara-egið fyrst
kundi hugsað sær at hjálpt eini
heimleysari kvinnu, men í staðin
vendir sær til eina, sum hann
neyðtekur. At enda er tað ikki
Várharra, men djevulin, sum
kemur brummandi fram og skakar
jørðina.
T
ann yrkingin í savninum,
sum samsvarar best við
vanligar hugmyndir av, hvat ein
yrking er, er "Prometevs kvøður",
sum ljómar av rími og rútmu.
Hon lýsir ein tilburð í griksku
gudasøgunum, har Prometeus
afturfyri at hava lumpað Zeus
verður negldur í klettin og ørnin
hjá Zeus pikkar livur hansara.
Summar yrkingar benda á tað
ævisøguliga, men tað er sjálvandi
ikki sagt at eitt nú "Sodóma
2", sum byrjar "mín barndómur
var fullur av ræðslum", skal
lesast bókstavliga og fatast sum
barnaár hjá Agnari. Í marruni
í yrkingini "Insest" kemur
eftirnavnið hjá høvundinum fyri.
Tað er sum ein kraftardepil mitt
í einum óhugnaliga óskilligum
umhvørvi við nazistasýmbolum,
brasilianskum fangabúnum og alt
fer fram eina nátt, sum kallast
Púkagersimi (gersimi=dýrgripur).
Mentanin er fyri tíðina á tremur
við lýsingum av ótespiligum
viðurskiftum og hugmyndum,
men tað er ikki altíð tað koma
góðar yrkingar burturúr. Í
hesum savninum eri eg meira
hugtikin av tí metapoetiska, sum
byrjar við avbyggjandi yrking
ini fremst í savninum og endar
við "Yrkjaranum á deyðastrá",
sum hevur verið í "nógvum
eyðmýkjandi støðum", men sum
ikki fær bart sær og má at enda
fýsa at lesaranum: "Nú tín helvitis
lúsakjálki?/ Tú kanst ss-jálvur
vera ds-jeikari". Soleiðis endar
savnið við at vísa til bundinskap
sín til samtíðina, har eitt av
heitastu umrøðuevnunum hesi
seinnu árini hevur samkyndleiki.
Jahve kemur aftur er revsarin,
sum vil gera av við yrkingina;
spilla hana, so hon ongantíð
kemur fyri seg aftur, men
verður til okkurt annað, sum
stevnumiðyrkingin sigur. Ilt er
at siga, hvat hon er vorðin til
í hesum savnið, men tað kann
koma. Talan er fyribils ikki um at
tora at siga nakað vakurt aftur,
sum Kim Simonsen sóknaðist
eftir einaferð herfyri.
1 Hetta fekk Vágaportalin at loysa
frá posabandinum 25.4.2009.
Agnar Artúvertin,
Jahve kemur aftur – úr døprum
tonkum og svørtum vónloysi
Yrkingar
46 s.
Forlagið Gwendalyn 2009
Afturkoma og aðrar endurtøkur
Ummæli
Malan
Marnersdóttir
Tað kann vera
gott fyri sálarligu
heilsuna at bjóða
av. Meir ivasamt
er tað, um hetta er
skaldskapur, sum
verður minstur fyri
sínar poetisku dygdir
BØKUR