fríggjadagur 14. august 2009síða 29
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 153 • 14. august 2009
Vikuskifti 13
Á bryggjuni í Klaksvík týsmorg
unin hittu vit Mortan Egholm,
sum er útróðrarmaður og rør út í
glastrevjabátinum, Borgini.
Borgin er ein Møn Fisherman,
sum er longdur og hevur annað
stýrhús enn tað, vit vanliga síggja
á hesum slagi av bátum.
Vit prátaðu eina løtu, meðan
hann tók ís til næsta túr. Ísurin
var í einum fiskakassa, sum stóð
á bryggjuni. Mortan lempaði við
skuplu úr kassanum og niður í
nakrar kurvar, sum hann hevði
sett sær á bryggjuna.
Áðrenn hann loysti, tók hann
kurvarnar umborð á bátin og legði
út á hav.
Mortan, sum er 61 ára gamal
ur, ættaður úr Streymnesi, men
giftur til Klaksvíkar, er útróðrar
maður burtur av, og tað hevur
hann verið at kalla alt sítt lív.
Hann keypti Borgina nýggja
úr Danmark í seinnu helvt av
áttatiárunum, men áðrenn
Mortan fekk nýggja bátin, hevði
hann saman við brøðrum sínum
træbátin, Streymnesfoss, sum
teir róðu út í.
Fyri 18 árum síðan giftist hann
Selmu, sum er ættað úr Klaksvík,
og fyrstu tvey árini búðu tey í íbúð
á Eiði, haðani Mortan róði út.
Nú hava hjúnini búð í Klaksvík
í eini 15-16 ár og eiga 15 ára
gomlu dóttrina Rebekku, sum eins
og Selma dámar væl at vera á
báti, tá líkindi eru og høvið býðst.
Hósdagin, sum vit hittu Mortan
á bryggjuni í Klaksvík týsmorg
unin fyri, ringdu vit aftur til hans
ara og fregnaðust um fiskiskap.
Hann hevur róð nógv við línu,
men nú línuveiða er heldur
vánalig, hevur hann seinastu
tíðina roynt við snellu ella teini
undir snellu og hevur egnt,
serliga við rækjum.
- Í dag eri eg eystanfyri. Higartil
í dag hevur fiskiskapurin vignast
illa, men nú er onkur fiskur
fram við. Eg hevði Rebekku við
mær í morgun, men hon fekk
sjóverk, og nú havi eg verið inni á
Borðoyarvík við henni.
Tað hoyrist heldur illa, og
meðan vit tosa, er fiskur fram
við og Mortan, sum altíð hevur
dámað væl spenningin við at
fiska, fer aftur til snelluna.
Fiskin má hann ikki missa av
aftur húkinum.
Vit bíða nú í hinum endanum,
meðan hann dregur fiskin at borði
og letur snelluna rennur niður
aftur...
- Dagurin í gjár gav 800 pund,
og dagin fyri hevði eg 400 pund.
Tað mesta er millumfiskur, toskur
4, sigur hann.
Eg vil ikki órógva mannin meira,
men geri av at ringja á heima
telefonina fyri at fáa eitt sindur
meira at vita – um tað eydnast.
Selma tekur telefonina. Hon er
óføra blíð og fyrikomandi.
- Vit eiga bara eina dóttir, og
henni dámar væl at vera á floti
saman við pápanum. Hetta hevur
hon gjørt við jøvnum millumbilum,
síðan hon var lítil smágenta. Mær
dámar eisini væl at vera við, men
nú er longri ímillum.
Selma sigur, at hon eisini hevur
verið onkran veruligan útróðrartúr
við manninum, tá veðrið hevur
verið til vildar.
- Er Rebekka við, sleppur hon
eisini at standa við eina snellu,
sigur hon.
Men í dag fekk hon sjóverk, tó
at Rebekku dámar væl at vera á
báti.
- Mortan plagar at sigla hana
til lands aftur, tá soleiðis er, og
síðan leggur hann aftur til brots.
Alt eftir, hvar hann roynir, er
oftast ikki so langur teinur inn á
Borðoyarvík.
Selma sigur, at Mortan hevur
róð út øll árini, síðan tey bæði
komu at kennast.
- Eg má viðganga, at tað serliga
var, meðan vit vóru trúlovaði, at
eg var við honum á báti. Men eg
havi eisini verið fleiri túrar síðan,
leggur hon brosandi aftrat.
Hon heldur, at tað er balsam
fyri likam og sál at vera á báti,
bæði hjá honum, ið hevur hetta
sum livibreyð – og hjá sær
sjálvari og dóttrini.
Men hetta er so bara í tí betri
tíðini av árinum.
- Mortan elskar at fiska, og tað
er ikki so sjáldan, at hann eitt
nú fiskar laks, tá eingin útróður
er. Viðhvørt hevur hann ilt við at
sovna so spentur, sum hann er til
næsta dag – antin tað er á báti
ella við tráðu. Eg vil siga, at hann
er púrasta bitin av at fiska.
Sum yngri var Mortan Egholm
eitt skifti í Íslandi og arbeiddi, og
hann var eisini við onkrum størri
báti sum maður.
- Men øll árini, síðan vit komu
at kennast, hevur útróður verið
hansara arbeiðslív, sigur Selma
Egholm.
Mortan elskar at fiska
- Vit eiga bara eina dóttir, og henni dámar væl at vera á floti saman við pápanum. Mær dámar
eisini væl at vera við, men nú er longri ímillum. Meðan vit vóru trúlovaði, var eg nógv á báti
saman við honum, sigur Selma Egholm, sum er kona Mortan Egholm, útróðrarmann í Klaksvík
Umborð
Vilmund Jacobsen
blaðmaður
vilmund@sosialurin.fo
Mortan Egholm er ættaður úr
Streymnesi. Hann giftist til Klaksvíkar,
haðani hann hevur róð út seinastu
mongu árini. Her tekur hann ís, áðrenn
lagt verður út á hav
Mynd: Vilmund Jacobsen