Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-14, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. august 2009síða 35

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 14. august 2009 – Nr. 153 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 35 Tað eru tvey í hvør sínari hál­vu, men við hvør sínari kós, ið hittast í Streymnesi sun­nu­dagin. 07 Vestur royn­ ir at hála seg upp meðan EB/Streymur hevur kós hin­ vegin FÓTBÓLTUR Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Heimaliðið hevur tapt tveir dystir á rað við seks málum í móti, meðan teir sjálvir einans hava fingið eitt mál. Hetta móti liðum, sum liggja í tyngra endanum á stigatalvuni. Eftir ósigrarnar er greitt, at stigini, hini liðini hava vunnið sær hevur við sær, at kappingin ikki longur er tvíbýtt. Tað eru einans trý stig, ið skilja meistararnar EB/Streym og uppflytararnar AB, men soleiðis so veruleikin ikki út fyri tveimum umførum síðani. Tá vóru tað átta stig, ið skiltu nummar fimm EB/Streym og nummar seks, sum var B36. Nú er AB nummar fimm við 22 stigum og EB/Streymur nummar seks við 25 stigum – 16 stig aftanfyri oddaliðið HB. Bæði mangla tveir Sunnudagin vitjar botnlið í Streymnesi, sum eisini er uppflytari. 07 Vestur hevur havt tað trupult, men við sigrinum seinasta umfar á B68, peikar aftur upp eftir hjá teimum. Tað var teirra næsti sigur í ár, men fleiri ferðir áður hevur tað sæð rættiliga gott út hjá teimum. Spurningurin er so, hvussu gott tað kemur at síggja út sunnudagin, tí liðið har vesturi frá vantar seks stig fyri at røkka upp um niðurflytingarmarkið. Til uppgávuna eru teir rættiliga væl fyri. Einans Jovan Panic og Hendrik Rubbeksen eru skaddir. Hjá EB/Streymi er støðan nakað tann sama, tí har vanta tey skadda Paula G. Hansen og leikbannaða Alex Jose dos Santos. Líkt er til, at bæði Atli Danielsen og Todi Jónsson vera við, tá KÍ skal koma aftur á beint, og hjá NSÍ er landsliðsleikarin Jann Ingi Petersen tøkur aftur FÓTBÓLTUR Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Tað eru tvey lið, ið bæði ynskja at reisa seg, eftir tap seinasta vikuskiftið. Við trimum stigum kunnu klaksvíkingar leggja seg ájavnt í stigum við B36, um hesir tapa fyri AB í Gundadali. Tað er heldur ikki óhugsandi, at tað fer at bera til hjá KÍ, men á leikaralistanum er kortini framvegis fleiri ivamál. Fyrst og fremst hevur Kristoffur Jakobsen ligið sjúkur alla vikuna, tí er ivasamt hvussu verður við honum. Og so eru tað Atli Danielsen og Todi Jónsson. Fyrstnevndi gjørdist skaddur í fótinum í landsdystinum mikukvøldið, men hevur síðani roynt at runnið, so tað er ikki óhugsandi, at hann verður við KÍ sunnudagin. Tað sama er galdandi fyri Toda Jónsson, sum valdi ikki at vera við seinast fyri ikki at gera ilt verri. Honum rokna tey eisini við í Klaksvík sunnudagin. Teir báðir Erland B. Danielsen og Ivan Joensen, sum hava verið úti í nakrar vikur, eru framvegis ikki tøkir. Landsliðsleikari við aftur Hjá NSÍ stendur nakað væl betri til í so máta. Jens Joensen hevur ikki vant í vikuni vegna skaða, hann fekk í 1. deildardysti mánakvøldið. Hinvegin er Jann Ingi Petersen aftur tøkur, eftir at hann var leikbannaður seinasta dyst. Eisini Karoly Potemkin er við fyri fullari orku, so Pauli Poulsen hevur eitt so at siga fullmannað lið, tá KÍ vitjar. 15 stig skilja liðini, men fuglfirðingar fara á vøllin fyri at fáa alt, tá teir vitja í Sarpugerði sunnudagin. Hjá teimum er tað ikki verri, at fleiri Víkingar eru ivasamir FÓTBÓLTUR Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Niclas Niclasen, Áslakkur Petersen, Símun Louis Jacobsen og Andreas Lava Olsen eru allir ivasamir undan heimadystin hjá Víkingi í móti ÍF. Harumframt er Sam Jacobsen framvegis skaddur. Hetta kemur ógvuliga dátt við hjá Víkingi, sum er einasta liðið í løtuni, sum bara nøkulunda megnar at fylgja HB í oddinum. Nú skulu teir taka í móti fuglfirðingum, sum hava stórt sjálvsálit fyri tíðina. Við Rógva Jacobsen aftur á liðnum vunnu teir EB/Streym síðsta vikuskiftið og nú fara teir at byggja víðari á tann sigurin. Sami hugburður, stríðsandi og frálíka spæl skal finnast fram aftur. Hepnast tað, verður tað ógvuliga trupult hjá Víkingi. Hesaferð eru bæði Nenad Saric og Alexandar Jovevic klárir at byrja inni. Hinvegin mugu teir síggja burtur frá Poul Ennigarð, sum sá reytt seinast, umframt at Hanus Eliasen ikki kann spæla enn. Dómarabókin Feløg Gul Reyð Stig ÍF 37 5 52 B68 40 1 43 07 Vestur 33 3 42 AB 35 1 38 KÍ 30 2 36 EB/S 26 3 35 B36 31 1 34 Víkingur 28 1 31 HB 23 1 26 NSÍ 23 1 26 Spælarar Balazs Sinko ÍF 4 2 10 Poul Ennigarð ÍF 6 1 9 Evrard Ble AB 7 0 7 Høgni Madsen KÍ 7 0 7 Jan Andreasen KÍ 0 2 6 Johan Petur á Stongum 07 Vestur 3 1 6 Ragnar Niclasen 07 Vestur 3 1 6 Bartal Eliasen ÍF 3 1 6 Ndende Adama Gueye B68 6 0 6 Sorin Anghel EB/S 6 0 6 Niclas Niclasen Víkingur 6 0 6 Herbert í Lon Jacobsen B36 2 1 5 Alex José dos Santos EB/S 2 1 5 Egil á Bø EB/S 2 1 5 Gudmund Nielsen EB/S 2 1 5 Óli Hansen NSÍ 2 1 5 Atli Gregersen Víkingur 2 1 5 Gunnar Haraldsen 07 Vestur 5 0 5 Kenneth Jacobsen AB 5 0 5 Brima Koroma B36 5 0 5 Klæmint Matras B36 5 0 5 Jóan Símun Edmundsson B68 5 0 5 Jógvan Isaksen KÍ 5 0 5 KÍ 5 0 5 Í yvirlitinum telja gul kort 1 stig. Reyð kort telja 3 stig. Víkingur – ÍF: Fuglfirðingar vilja byggja víðari NSÍ – KÍ: Bæði vilja reisast EB/Streymur – 07 Vestur: Uppflytari vitjar meistara Vodafone-deildin vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 HB 18 12 - 5 - 1 45 25 20 41 2 Víkingur 18 10 - 4 - 4 35 22 13 34 3 B68 18 9 - 5 - 4 37 28 9 32 4 NSÍ 18 9 - 3 - 6 39 29 10 30 5 EB/S 17 7 - 4 - 6 33 25 8 25 6 AB 18 6 - 4 - 8 18 23 -5 22 7 ÍF 18 5 - 4 - 9 24 28 -4 19 8 B36 17 4 - 5 - 8 21 34 -13 17 9 KÍ 18 3 - 5 - 10 20 38 -18 14 10 07 Vestur 18 2 - 5 - 11 26 46 -20 11 Formbarometrið vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 HB 6 3 - 3 - 0 11 7 4 14 2 B68 6 3 - 2 - 1 13 8 5 12 3 EB/S 6 3 - 0 - 3 13 10 3 9 4 Víkingur 6 3 - 1 - 2 9 7 2 9 5 KÍ 6 3 - 0 - 3 10 16 -6 8 6 AB 6 2 - 2 - 2 6 4 2 7 7 NSÍ 6 2 - 1 - 3 11 9 2 7 8 ÍF 6 2 - 1 - 3 10 10 0 6 9 07 Vestur 6 1 - 1 - 4 6 12 -6 5 10 B36 6 1 - 2 - 3 7 14 -7 5 1. deild vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 VB/S 18 10 - 4 - 4 37 29 8 34 2 HB 18 9 - 5 - 4 37 21 16 32 3 B71 18 9 - 4 - 5 39 28 11 31 4 TB 18 9 - 4 - 5 34 30 4 31 5 FC Hoyvík 18 9 - 1 - 8 26 28 -2 28 6 B68 18 8 - 3 - 7 45 34 11 27 7 NSÍ 18 7 - 4 - 7 34 36 -2 25 8 Víkingur 18 5 - 6 - 7 25 26 -1 21 9 Skála 18 4 - 3 - 11 19 30 -11 15 10 MB 18 2 - 2 - 14 23 57 -34 8 Andreas Lava Olsen er ein av fýra Víkingum, sum er ógvuliga ivasamur