fríggjadagur 14. august 2009síða 34
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 14. august 2009 – Nr. 153
AB vil hava trý stig fyri
triðju ferð á rað, meðan
B36 – við nýggjum venjara
aftrat Mikkjal Thomassen –
stríðist fyri at sleppa leyst
av niðurflytingarmarkinum
FÓTBÓLTUR
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Sigfríður Clementsen er maðurin,
sum saman við Mikkjali Thomassen,
skal hála B36 upp eftir stigatalvuni.
Maðurin, sum framvegis er løntur
av EB/Streymi, hevur áður gjørt B36
til meistarar, kennir Mikkjal
Thomassen ógvuliga væl, og bæði í
EB/Streymi og í B36 var Mikkjal
Thomassen ein av leikarunum hjá
Sigfríða Clementsen. Í so máta er
ikki talan um nakað nýtt samstarv
teirra millum.
Saman skulu teir gera tað, Mikkjal
Thomassen ikki megnaði at fáa
liðið til í nóg stóran mun.
Kappingarárið byrjaði annars so
væl við trimum sigrum á rað, men
20. juni var seinast B36 fekk trý stig.
Hesum fara teir sjálvsagt eftir í
morgin – B36 og AB spæla
leygardagin klokkan 15.00 – og eru
teir rímiliga væl fyri. Bæði Jóhan
Ellingsgaard og Dennis Holmberg,
sum hava havt trupulleikar av
ávíkavist einum trælæri og einum
vøddaskaða, verða eftir øllum at
døma tøkir í morgin. Hinvegin er
ivasamt hvussu verður við Ásbjørn
V. Gunnarsson, sum hevur ein minni
skaða at dragast við.
Fult fyri triðju ferð
Á Argjum hevur tað hepnast
serstakliga væl teir báðar síðstu
dystirnar. Fyrst settu teir
meistararnar upp á pláss og vunnu
0-3, og síðani gjørdu teir aftur trý
mál í móti NSÍ, meðan teir lótu eitt
ígjøgnum.
Nú fara teir eftir – um ikki trimum
málum – so í øllum førum trimum
stigum, tá teir vitja í Gundadali. Í
hesi roynd mugu argjamenn
framvegis síggja burtur frá Heðin
Stenberg og Jónas Stenberg, sum
eru langtíðar skaddir, umframt at
Høgni Joensen eisini hevur ein
skaða og John Hansen framvegis er
burturstaddur í lestrarørindum.
Síðstnevndi verður væntandi aftur
til næsta dystin hjá AB.
Vagnur Mohr Mortensen er
skaddur og Rasmus Nolsøe
er farin av landinum. Tað
kemur illa við hjá HB,
nú mótstøðumenninir
eita Keita og Jóan Símun
Edmundsson
FÓTBÓLTUR
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Vagnur Mohr Mortensen er
framvegis ikki tøkur hjá HB, og
Rasmus Nolsøe er farin av
landinum í útbúgvingarørindum.
Tað merkir, at miðverjan hjá HB er
alt annað enn sterk, nú Keita við 11
málum og landsliðsleikarin Jóan
Símun Edmundsson eru teir, sum
skulu ansast.
HB er helst einasta liðið, sum
hevur ráð at missa stig í løtuni. Teir
hava sjey stig niður til Víking, men
vilja sjálvsagt halda fast við hetta
forspring. Tí arbeiðir HB í løtuni við
at fáa Rasmus Nolsøe heim úr
Danmark.
Eisini veik verja á Toftum
Eisini toftamenn mangla í
verjupartinum. Jóhan Dávur
Højgaard er leikbannaður. Maðurin,
sum hevur spælt á hansara plássi
onkuntíð fyrr, Niklas Joensen, hevur
ein vøddaskaða, so honum rokna
tey ikki við á Toftum.
Eisini tykist tað vera ógvuliga
ivasamt, hvussu verður við
veteraninum Øssur Hansen. Hann
hevur ikki vant í vikuni, men í
gjárkvøldið joggaði hann eina løtu
á vøllinum.
Við øðrum orðum verður talan
um tvær verjur, sum eru viknaðar,
nú oddabrak verður í Gundadali
sunnudagin.
B68 skal aftur á beint, eftir at teir
taptu fyri fyrstu ferð í 13 dystir,
meðan HB skal halda sína góðu
gongd, har teir hava verið ósigraðir
í 15 dystir á rað.
B36 – AB:
Trý stig fyri triðju ferð
Dystaryvirlit:
Leygardagin 15. august klokkan 15.00:
B36-AB
Dagfinn Olsen
Sunnudagin 16. august klokkan 15.00:
EB/Streymur-07 Vestur
Rúni Gaardbo
Víkingur-ÍF
Georg Rasmussen
HB-B68
Lars Müller
Klokkan 17.00
NSÍ-KÍ
Ransin Djurhuus
HB – B68:
Sterkt álop móti veikari
verju
Vodafone-deildin
Finnur Justinussen
Víkingur
14
Ahmed Keita
B68
11
Andrew av Fløtum
HB
11
Karoly Potemkin
NSÍ
11
Jens Erik Rasmussen
07 Vestur
10
Arnbjørn Hansen
EB/S
8
Fróði Benjaminsen
HB
7
Rógvi Poulsen
HB
7
Tór-Ingar Akselsen
07 Vestur
6
Jóan Símun Edmundsson
B68
6
Bjarni Jørgensen
HB
6
Milan Kuljic
HB
6
Andy Olsen
ÍF
6
Hjalgrím Elttør
KÍ
6
Kristoffur Jacobsen
KÍ
6
Bogi Løkin
NSÍ
6
Toppskjúttin í Vodafone-deildini fær eftir kappingarárið
NSÍ
5
handað gylta skógvin frá Thomas Dam Ítrótti
Máltindurin
Hans á Lag veit ikki, hvør
kemur at standa undir hansara
lið sunnudagin