Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-14, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. august 2009síða 33

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fótbóltssambandið ætlar ikki at halda avtaluna við grunnin fyri Tórsvøll, sum sigur, at allir heimadystir skulu spælast á Tórsvølli FÓTBÓLTUR Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Brian Kerr ynskir at spæla komandi heimadystin á Svangaskarði. Hes­ um ynski hevur Fótbólts­sambandið eftirlíkað, so Føroyar og Litava spæla á Svangaskarði tann 9. september. Talan er tó um greitt avtalubrot við grunnin fyri Tórsvøll. Ein skrivlig avtala fyriliggur, sum sigur, at allir heimadystir hjá landsliðnum í eitt trýára skeið, skulu spælast á Tórsvølli. Forsetin í Fótbóltssambandinum veit ikki at siga, hvussu hesin trupul­leiki verður loystur. Um grunnurin fær eina fíggjarliga kompensatión fær hann heldur ikki sagt. – Nú fara vit at práta saman soleiðis at vit fáa loyst henda trupulleika, er tað, Høgni í Stórustovu kann siga. Hann ásannar, at tað er ógvuliga óheppið, at Fótbóltssambandið fyri aðru ferð innan fyri heilt stutta tíð, er komin í trupulleikar av gjørdum avtalum og vøllarbrúki. Tað eydnaðist ikki at fáa eina viðmerking frá Børge B. Hansen til dagsins blað, men við Portalin í gjár segði hann, at tað var vanligt at halda gjørdar avtalur. Tí fara tey at fyrireika vøllin til dystin 9. september. ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 14. august 2009 Við greiðum 7-0 sigri á EB/Streymi í gjárkvøldið, legði KÍ seg aftur á odda í 1. deild hjá kvinnum, har liðið hevur sama stigatal sum AB, men nógv betri málúrtøku FÓTBÓLTUR Hilmar Jan Hansen einslistir@kallnet.fo Sofía Purkhús gjørdist stóri málslúkurin, tá KÍ í gjárkvøldið vann 7-0 á EB/Streymi í útisettum dysti. Sofía skoraði bæði málini fyri steðgin, so hálvleiksleiðslan hjá KÍ var 2-0, og eftir steðgin skoraði hon eisini til 4-0 og 5-0. Undan tí hevði Tove Sólheyg økt um leiðsluna, og aftaná vóru tað Rannvá Andreasen og Elsa Maria Simonsen, ið staðfestu stórsigurin hjá KÍ. Sum turru tølini siga, var stórur munur á liðunum, og sum skilst úr Klaksvík, kundi sigurin lættliga verið størri, heldur enn at EB/ Streymur kundi minkað um munin. Sostatt hevur KÍ væl og virðiliga hølvað burtur úr sundalags­ kvinnum, tí tá liðini hava spælt fyrr í ár, hevur KÍ vunnið bæði 5-0 og 8-0! Sigurin merkir eisini, at nú eru KÍ-kvinnurnar aftur á odda í 1. deild hjá kvinnum. Tær hava sama stigatal sum AB-kvinnurnar, men hinvegin er málmunurin heili 26 mál betri. Tí er góður møguleiki fyri, at síðsti dysturin millum oddaliðini bæði, sum verður á Argjum í næstsíðsta umfarinum, tann 27. september, verður tann stóra finalan í bestu kvinnudeildini. Enn eru tó fleiri dystir eftir at spæla, áðrenn komið verður so langt, og sunnudagin eru tríggir dystir á skránni. Í Gøtu spæla Víkingur og EB/Streymur, á Toftum tekur B68/NSÍ ímóti AB og Skála fær vitjan av KÍ. KÍ styrkti støðuna 1. deild, kvinnur, støðan D V J T Mál Munur Stig 1 KÍ 13 10 2 1 57- 6 +51 32 2 AB 13 10 2 1 31- 6 +25 32 3 Víkingur 13 7 3 3 27-16 +11 24 4 Skála 13 4 1 8 16-35 ÷19 13 5 EB/Streymur 13 2 1 10 8-44 ÷36 7 6 B68/NSÍ 13 1 1 11 5-37 ÷32 4 KÍ-kvinnurnar hava í ár havt sera gott tak á EB/Streymi, og í gjárkvøldið var einki undantak, tá KÍ vann 7-0 (Savnsmynd: KÍ-kvinnur Online) FSF brýtur avtalu Her ynskir Brian Kerr at spæla tann 9. september, tá Litava vitjar