Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-11-13, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. november 2001síða 2

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 219 - 13. november 2001 Nr. 219 - 13. november 2001 3 Kunngjørt verður fyri ætt og vinum, at elskaða mamma og systir okkara Elin Jóhanna Mouritsen (vanliga nevnd Sissan) andaðist í Keypmannahavn hósdagin 8. nov., 55 ára gomul. Jarðarferðin verður úr kirkjugarðskapellinum í Havn hósdagin 15. nov. kl. 13.00. Familjunnar vegna Rúni og Jóannes Kunngjørt verður, at kæra kona, mamma, vermamma og omma okkara Marguerita Petrea Olsen fødd 31. okt. 1930 andaðist á Lágargarði 9. nov. Jarðarferðin verður úr kirkjugarðskapellinum týsdagin 13. nov. kl. 13.00 Dia Lava, John Martin, Karin og James Tey, ið vilja minnast Ritu, kunnu lata eina gávu til Alzheimerfelagið, konto í peningastovnunum. Sosialurin skrivaði fyri stuttum um 59 ára gamla Haakon Carlsson, sum skuldi gera ferð yvir til San Francisco at vitja 80 ára gomlu systir sína, sum hann ongantíð hevði sæð áður. Nú hevur hann møtt henni, og hava vit fingið hann at fortalt okkum eitt sindur um túrin FAMILJA Ingrid Bjarnastein – Eg varð móttikin við opnum armum, og livdi vitjanin har yviri upp til all- ar væntanir, sigur Haakon Carlsson við einum smíli. Túrurin hjá Haakon byrj- aði týsdagin 23. oktober úr Føroyum. Síðani gekk leið- in til Amsterdam, og frá Amsterdam varð flogið beinleiðis til San Francisco. Flúgvitúrurin vardi 10 1/2 tíma, og vóru ongir trupul- leikar at koma fram. – Eg merkti tó væl, at trygdareftirlitið var hert í nógvum støðum. Ofta vóru langar bíðirøðir, tí tú skuldi fylla út ymisk pappír, greiðir Haakon frá. Men Haakon kom fram til Stockton í øllum góðum. Stockton er ein býur uttan- fyri San Francisco nær við Lodi, har systir Haakon, Alda, býr. – Í Stockton tók Alda ímóti mær. Tað var ógvu- liga stuttligt at møta henni. Vit hava tosað í telefon saman fyrr, men tað er jú als ikki tað sama. Tosað var um familju og upphav. Ongir trupulleikar vóru við at samskifta, og fór alt prát fram á enskum. – Vit gjørdu onga avtalu um at møtast aftur, sigur Haakon Carlsson. – Men sjálvur kundi eg ógvuliga væl kunnað hugsað mær at farið yvir aftur. Eisini hevði verið stuttligt at fingið kon- una við, men hon torir ikki at flúgva. Haakon og systirin Alda hava framvegis samband, og ætlar hann eisini at royna at halda sambandið við líka. – Hetta var sum at møta einum familjulimi, sum ein hevur havt altíð hevur havt, sigur Haakon Carlsson at enda, sum var ógvuliga væl nøgdur við túrin. Haakon Carlsson: Skuldi tað verða, skuldi tað verða nú Haakon Carlsson og systirin Alda heima hjá Aldu í Lodi C M Y K 3 2