týsdagur 13. november 2001síða 3
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 219 - 13. november 2001
Nr. 219 - 13. november 2001
5
Komandi vikuskiftið
verða fyrstu náttar-
ravnarnir at síggjá á
gøtunum. Endamálið
við átakinum er at
skapa eitt trygt um-
hvørvi hjá teimum
ungu at ferðast í á
náttartíð. Mána-
kvøldið verður borg-
arafundur, har øll
áhugað eru vælkomin
NÁTTARRAVNAR
Stefan í Skorini
Í longri tíð hevur verið tos-
að um, at foreldur at ung-
dómi í høvuðsstaðnum fara
út á gøtur og stræti at hava
eyguni við teimum ungu
um náttina. Hesin felags-
skapur hevur fingið heitið
Náttarravnar. Nú er ísurin
endiliga brotin, og teir
fyrstu náttarravnarnir verða
at síggja í gøtunum leygar-
kvøldið.
Carl August Arge er ein
av fyrireikarunum, og hann
sigur, at endamálið við hes-
um átakinum er at gera tað
trygt hjá teimum ungu at
ferðast úti á náttartíð.
– Nógv foreldur kenna
seg ótrygg, tá børn teirra
eru úti seint á nátt, tí tað er
ikki altíð trygt hjá teimum.
Tað eru eisini fleiri ung, ið
ikki kenna seg trygg í havn-
argøtum, tí tað hava verið
einstakir tilburðir, ið hava
elvt til ótryggleika, sigur
Carl August Arge.
Ætlanin er tó ikki at
halda í oyruni á teimum
ungu, og tí fara náttarravn-
arnir at halda seg eitt sindur
burturfrá. Teir skulu vera til
at heita á, um onkur hevur
trupulleikar.
Vilja hava stuðul
Í næstum fer felagsskapur-
in at heita á privatar fyri-
tøkur um at fáa stuðul til
hetta átakið. Tey vóna at
møta vælvild, og at tey fáa
stuðul ymsastaðni.
Náttarravnarnir fara til
verka í tøttum samstarvi
við løgregluna, býráðið og
barnaverndina.
Í hesum sambandi hava
tey fingið hollan stuðul frá
tryggingarfelagnum Skand-
ia í Danmark, sum hevur
verið við til at stovna 70
slíkar felagsskapir seinastu
trý árini. Í Noregi eru eini
350, og har fóru tey í gongd
í 1992. Sviar eru undan-
gongumenn á økinum og
hava eini 25 ár á baki. Í
Grønlandi eru fýra slíkir
felagsskapir.
Frá Skandia er Erik Thor-
sted komin at leggja stigta-
karunum lag á. Hann hevur
verið við til at stovna slíkar
felagsskapir í Danmark.
Hansara royndir eru, at
hetta er við til at minka um
herverk og harðskap mill-
um ung.
Tað hevur víst seg m.a. í
Rønne á Bornholm, at
kommunan hevur spart
nógvan pening, tí talið av
herverki er minkað, eftir at
náttarravnar hava verið úti
á gøtunum. Hann vísir eis-
ini á, at tey ungu hava verið
glað fyri, at vaksin tíma at
brúka tíð til slíkt.
Karamellur og hítir
Komandi leygarkvøld fer
hetta tiltak av bakkastokki.
Tá fara trý vaksin í gulum
jakkum, har tað greitt
stendur, at tey eru náttar-
ravnar.
Tað hevur verið vanligt
hjá Náttarravnunum í Dan-
mark, at tey hava havt kara-
mellur í tí eina lummanum
og hítir í hinum. Hetta kann
so vera ein máti at fáa sam-
band við tey ungu, um tey
sjálv ynskja tað.
Tað er tó fyrst og fremst
trygdin, sum skal tryggjast,
tá foreldur at ungum fara at
ferðast í havnargøtum.
Carl August Arge heldur
seg vita, at áhugin millum
foreldur at ungum er stórur
fyri hesum átakinum. Hann
væntar tí góða uppmøting á
fundinum í samkomuhøll-
ini í Kommunuskúlanum
mánakvøldið 11. novem-
ber.
USA vil hava deild-
irnar at steðga á, til
ein savningarstjórn
er skipað.
Eftir at herdeildirnar hjá
Norðursamgonguni í Af-
ghanistan høvdu tikið
fleiri týðandi býir um
vikuskiftið, gav verju-
málaráðharrin hjá sam-
gonguni í gjár sínum
monnum boð um at halda
leiðina
fram
ímóti
høvuðsstaðnum Kabul.
Samstundis
sleptu
amerikansk B52-flogfør
meira enn 20 sterkum
bumbum
niður
yvir
verjustøðirnar hjá Tali-
ban-herinum nakað norð-
an fyri býin, og sambært
amerikanska verjumála-
ráðnum Pentagon skutu
Taliban-hermenninir bara
okkurt hissini skotið eftir
flogførunum.
Amerikanski forsetin,
George W. Bush, bað um
vikuskiftið Norðursam-
gonguna bíða við at leypa
á sjálvan Kabul. Bush
segði, at tað er umráðandi
at fáa eina savningar-
stjórn skipaða, áðrenn
høvuðsstaðurin
verður
tikin. Hesum sjónarmiði
hava Russland og granna-
londini hjá Afghanistan
tikið undir við.
Leypa á
Men Norðursamgongan
hevur lítlan hug at bíða.
Verjumálaráðharrin hjá
samgonguni, Abdullah,
segði í gjár, at hansara
hermenn fara at leypa á
Kabul. Hann segði seg
bera ótta fyri, at Taliban
fer at taka fólkið í Kabul
gíslar, og at tað tí er um-
ráðandi at bera skjótt at.
Tað er heldur ikki líkt
til, at umheimurin kann
gera stórvegis fyri at
steðga
átakinum
hjá
Norðursamgonguni.
Amerikanski verjumála-
ráðharrin, Donald Rums-
feld, ásannaði í gjár, at
USA og Bretland hava
ikki nóg mikið av her-
monnum í Afghanistan til
at steðga álopinum hjá
samgonguni.
Taliban stendur fyri falli
Tey, sum eru ímóti
deyðarevsing,
stúrdu fyri tí ring-
asta, tá George W.
Bush tók við sum
forseti. Men óttin
hevur víst seg at
vera ógrundaður, tí
altsamt færri brots-
menn verða nú av-
rættaðir í USA.
Tað var annars í fjør, at
staturin Texas, har Bush
var guvernørur, sett nýtt
met, tá 40 deyðadømdir
brotsmenn vórðu avrætt-
aðir eftir einum ári. Hetta
er tað mesta nakrantíð í
einum einstøkum stati.
Men bøðlarnir í Hunts-
ville-fongslinum í Texas
hava ikki havt so nógv at
gera síðani. Fyri nøkrum
døgum síðani varð ein
fangi avrættaður har, og
hann er tann 14. í ár, nú
minni enn tveir mánaðir
eru eftir av árinum.
Í grannastatinum Okla-
homa eru 16 brotsmenn
avrættaðir í hesum ári-
num, men eisini har er
vorðið longri millum av-
rættingarnar.
Gongdin í Texas og
Oklahoma er ein mynd av
gongdini í øllum USA. Í
1999 vórðu 98 brotsmenn
avrættaðir í amerikansku
statunum, í fjør var talið
85, og tað er longu greitt,
at tað verður munandi
minni í ár.
Richard Dieter, sum
starvast á einum stovni
ímóti deyðarevsing, sig-
ur, at avrættingarnar eru
vorðnar færri, tí alt fleiri
amerikanarar eru ímóti at
taka brotsmenn av døg-
um. Sambært Richard
Dieter eru nógvir ameri-
kanarar farnir at ivast í
deyðarevsing, eftir at tað
er komið fram, at fleiri
fangar eru vorðnir avrætt-
aðir, hóast teir hava verið
ósekir.
Fleiri orsøkir
Tær sonevndu DNA-
kanningarnar hava havt
við sær, at fleiri eru vorð-
in fríkend fyri ákærur um
morð, samstundis sum
myndugleikarnir í nógv-
um statum eru farnir at
leggja størri dent á sinnis-
støðuna hjá brotsmonn-
um.
Samstundis eru mynd-
ugleikarnir farnir at taka í
egnan barm. Í statinum
Arkansas bleiv ein brots-
maður fríkendur, tá tað
kom fram, at dómarin,
sum hevði felt deyða-
dómin, var rúsevnismis-
nýtari. Og í Arizona hev-
ur hægstirættur staðfest,
at avrættingar í tí elektr-
iska stólinum eru ómenn-
iskjaligar og harvið í stríð
við amerikansku grund-
lógina.
Altjóða
trýst
á
amerikansku
myndug-
leikarnar hevur eisini
gjørt sítt til, at avrætting-
arnar í USA eru fækkað-
ar.
Færri avrættingar í USA
Náttarravnar tryggja trygdina
Erik Thorsted frá tryggingarfelagnum Skandia í Danmark vinstrumegin, Ella Müller í miðjuni
og Carl August Arge til vinstru. Tey fara komandi vikuna at skipa fyri skeiðum og fundum, sum
hava til endamáls at brynja foreldur til at vera náttarravnar
Mynd: Álvur Haraldsen
RÆTTING
Stefan í Skorini
Í
blaðnum
leygardagin
stóð, at illgruni var um ILA
í einum alibrúki við Kunoy-
arnes. Hetta er komið
skeivt fyri, tí talan er um
eitt alibrúk hjá Faroe Sal-
mon í Hvannasundi. Vit
biðja lesaran um umbering
fyri mistakið.
Annars sigur Jón Purk-
hús, stjóri í Faroe Salmon,
at fellið ikki hevur verið so
stórt um vikuskiftið, sum
tað var í seinastu viku.
Hetta kundi bent á, at tal-
an ikki er um ILA kortini.
Enn ber tó einki til at siga
við vissu. Úrslitið av
royndunum verður vænt-
andi kunngjørt mikudagin,
og tá ber til at siga, um tal-
an er um ILA.
Jón Purkhús vísir á, at tað
var harður streymur og
nógvur vindur inn á sundið
í seinastu viku, og tað kann
hava verið orsøkin til stóra
fellið í tí eina ringinum.
Ringurin verður framvegis
viðgjørdur, sum um ILA
var í honum, tí um so er
skal smittan ikki fara víðari
til hinar ringarnar í ali-
brúkinum.
Stjórin vísir framvegis á,
at koppseting er einasta
svarið uppá trupulleikarnar
við ILA, og tað hevði
tryggjað framtíðina hjá før-
oyskari aling.
Hvannasund og ikki Kunoyarnes
NÁTTARRAVNAR
Stefan í Skorini
Í sambandi við at tiltakið
Náttarravnar fer av bakka-
stokki hava stigtakararnir
skipa fyri ymsum tiltøkum.
Í kvøld, mánakvøldið,
verður almennur borgara-
fundur í samkomuhøllini í
Tórshavnar
Kommunu-
skúla. Her vera umboð frá
løgregluni, barnaverndini
og Jan Christiansen, borg-
arstjóri, við á fundinum.
Tey fáa bert heilt fáar min-
uttir, áðrenn Erik Thorsted
frá
tryggingarfelagnum
Skandia fer at greiða frá
royndum sínum úr Dan-
mark.
Týskvøldið fer løgregan
og barnaverndin at greiða
eitt sindur nærri frá teirra
arbeiði í hesum sambandi.
Mikukvøldið
eigur
Skandia alt, sum tað er.
Erik Thorsted fer at greiða
frá, hvussu náttarravnar
eiga at vera, tá teir eru úti í
gulu jakkunum. Hóskvøld-
ið luttaka Reyði Krossur og
Rúsdrekka- og Narkotika-
ráðið.
Fríggjakvøldið
verður
tann fyrsti royndartúrurin
uttan teir gulu jakkarnar, og
leygarkvøldið verður farið
til verka av álvara.
Skeið og fundir
C
M
Y
K
5
4