týsdagur 13. november 2001síða 4
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 219 - 13. november 2001
Nr. 219 - 13. november 2001
7
Ungdómurin er eisini
farin a halda seg
framat á seyðasýning-
unum í Hvalba og
hesuferð vóru tað teir,
sum fóru við steyp-
unum
SEYÐAHALD
Áki Bertholdsen
Jens Pauli Berg og brøð-
urnir Hilmar og Allan
Sveinbjørnsson eiga vakr-
astu veðurlombini í Hvalba.
Tað fingu teir prógv uppá
leygardagin.
Leygardagin var seyða-
sýning í Hvalba, har veður-
lomb vórðu sýnað.
Tað eru nú átta ár síðani,
at Hvalbingar fóru undir at
sýna seyð og undirtøkan
var aftur góð hesuferð.
Lombini
vórðu
býtt
sundur í tveir bólkar, haga-
lomb fyri seg og traðar-
lomb fyri seg. Tilsamans
vóru 83 lomb við á sýning-
ini, 68 hagalomb og 15
traðarlomb. Hetta var fyrstu
ferð, at teir royndu hetta
sundurbýtið.
Umstøðurnar at sýna seyð í
vóru av teimum bestu, tí
lombini vórðu skoðað inni í
sjálvari Roynhøllini, har
steypini eisini vórðu hand-
að.
Eftir at hava mett um øll
lombini, komu dómararnir
til tað úrslit, at av teimum
83 lombunum fingu 26 1.
virðisløn, tvs, at tey høvdu
ongi brek.
Tilsamans vóru bara fýra
lomb, sum høvdu so nógv
brek, at tey onga virðisløn
fingu, annars fingu øll hini
53 lombini 2.ella 3. virðis-
løn, tvs, at tey vóru góð,
men høvdu kortini onkur
brek.
Dómarnir á sýningini
vóru, aftur hesuferð Petur
Karl av Rana, Óli í Hjøll-
um, Frits Poulsen og Ásm-
und Bærendsen.
Annars fullu virðisløn-
irnar fyri hagalombini so-
leiðis, at tað vakrasta av
teimum átti Jens Pauli
Berg, tað næstvakrasta átti
Dánjal Olsen og tað trið-
vakrasta átti Hanna Will-
umsen.
Vakrasta
traðarlambið
áttu brøðurnir Allan og
Hilmar
Sveinbjørnsson,
næstvakrasta átti Hartvig
Hammer og triðvakrasta,
Eliesar Poulsen.
Allir hesir seks eigararnir
fingu steyp til ognar.
Men harumframt varð
eitt ferðasteyp latið til tað
lambið, sum var vakrast av
øllum og har mettu dóm-
arnir, at Allan og Hilmar
Sveinbjørnsson
skuldi
hava, tí teir meintu, at tað
hevði munin á tí hjá Jens
Paula Berg.
Sýningin í Hvalba leyg-
ardagin var tann seinasta
bygdarsýningin í Suður-
oynni heyst. Men seinni,
helst leygardagin 24. nov-
ember, er ætlanin at hava
eina oyggjarfinalu, har tey,
sum hava vunnið á sýning-
unum í teimum ymsu bygd-
unum, verða við. Tann sýn-
ingin
verður
eisini
í
Hvalba.
Ætlanin er at umsit-
ingin hjá Sumbiar
Kommunu skal flyta í
nýtt hús næsta ár
SUMBA
Áki Bertholdsen
Næsta ár fáa sumbingar
nýtt ráðhús.
Í fjør keypti Sumbiar
Kommuna Fiskahúsið á
Mølini fyri góðar 300.000
krónur og ætlanin er, at um-
sitingin hjá Kommununi
skal flyta í húsið næsta ár.
Síðani kommunan keypti
húsið, hevur hon arbeitt við
at útvega uppskot um,
hvussu tey kunnu innrætt-
ast til ráðhús.
Og tá ið bygdaráðsfundur
var seinast, varð eitt upp-
skot, sum Landsbyggifel-
agið hevði gjørt, lagt fyri
bygdaráðslimir.
Eftir tí verður helvtin av
húsinum goymslurúm, sum
ikki skal innrættast,men hin
helvtin verður innrætta við
fundarhøli, tveimum skriv-
stovum, skjalagoymslu og
wc.
Men harumframt hevur
Landsbyggifelagið skotið
upp at gera ein útbygning
oman ímóti sjónum, har er
ætlanin, at undirhús skal
vera, har sumbingar kunnu
hittast í fríløtum, eins og vit
kenna tað frá øðrum undir-
húsum kring ymsastaðni í
landinum.
Í uppskotinum, sum er
gjørt
til
fíggjarlógfyri
2002, eru 300.000 krónur
settar av til at innrætta
húsið fyri.
Men Jacob Vestergaard,
borgarstjóri, ivast í, um tað
er nóg mikið, so má restin
útvegast onkusvegna.
Húsið, sum kommunan
skal flyta í, er 200 fermetr-
ar til støddar. Borgarstjórin
sigur, at tað kann tykjast
nakað stórt til kommununa.
Men hann vísir á, at talan er
um at leggja fleiri og fleiri
tænastur út til kommunurn-
ar at umsita og tá ið komm-
unan fer undir eitt hús, er
tað betri at leggja upp fyri,
so at tað eisini nøktar tørv-
in framyvir.
Hann sigur, at verða fleiri
øki løgd út til kommunurn-
ar at umsita, er hann sann-
førdur um, at eisini Sumbi-
ar Kommuna er før fyri at
umsita tey øki, sum komm-
unurnar eftir ætlan, skulu
umsita.
Sum er húsast kommun-
an í eini lítlari skrivstovu í
skúlanum men tað liggur
eisini í málinum, at skúlin
hevur brúk fyri hølunum og
tað er eisini ein orsøk til at
kommunan ætlar at flyta.
Teir ungu vunnu
Jens Pauli Berg eigur vakrasta hagalambið í Hvalba. Tað fekk hannsteyp fyri á seyðasýning í
Hvalba leygardagin
Vakrasta traðarlambið í
Hvalba eiga brøðurnir
Hilmar, tv við tí stóra
ferðasteypinum og Allan
Sveinbjørnsson, við ognar-
steypinum. Á seyðasýningini
í Hvalba leygardagin var
teirra lamb eisini mett at
vera tað vakrasta av øllum
Sumbingar fáa nú nýtt ráðhús
Soleiðis hevur Landsbyggifelagið hugsa sær, at Fiskahúsið á Mølini, sum kommunan hevur keypt, fer at síggja út. Útbygningurin er omaneftir ímóti sonum og eftir
ætlanini skal undirhús verða í honum til sumbingar at hittast í í fríløtunum
Á eykaaðalfundi hjá
Sjálvstýrisflokkinum,
sum varð hildin í
Klaksvík leygardagin,
varð Sámal Petur í
Grund valdur til
politiskan formann í
flokkinum
FORMANSVAL
Edvard Joensen
Tað tók eina viku hjá
Sjálvstýrisflokkinum at fáa
valt Sámal Petur í Grund til
formann. Men leygardagin
varð formanssessur hansara
endaliga staðfestur á eyka-
aðalfundi í Klaskvík.
Eykaaðalfundurin valdi
samstundis Eyðun Elttør,
landsstýrinmann, til næst-
forman.
Landsnevndarval
var
eisini, og varð lands-
nevndin afturvald við tí
undantaki, at veteranurin í
Klaksvík, Schuman Han-
sen, valdi at bíta um sess
við tiltakslimin Jan Joen-
sen. Schumann Hansen er
nú
tiltakslimur.
Eisini
Edvard Hermansen, lands-
nevndarformaður, tók við
afturvali. Nýggja lands-
nevndin hevur tó ikki
skipað seg enn.
Eykaaðalfundurin valdi
eisini tveir limir í starvs-
nevndina. Tey eru Petur
Oliver í Hoyvík, umboð-
andi Eysturoyar Sjálvstýr-
isfelag, og Ása Olsen, sum
umboðar Suðurstreymoyar
Sjálvstýrisfelag.
Sámal Petur í Grund,
formaður, sigur, at fundurin
var væl mannaður. Tvey
umboð møttu ikki vegna
forfall, sigur hann. Fund-
urin gekk væl, og øll mál
vórðu virðiliga avgreidd,
sigur nýggi politiski for-
maðurin í Sjálvstýrisflokk-
inum.
Sámal Petur á brúnni
Samstundis sum
nýggja studiið hjá
Sjónvarpi Føroya
verður tikið í nýtslu,
fer SvF at senda Dag
og Viku fýra ferðir
um vikuna. Fyrsta
vikan verður nógv
merkt av politisku
støðuni upp undir
fólkatingsvalið
SJÓNVARP
Edvard Joensen
Sjónvarp Føroya sendir nú
Dag og Viku fýra ferðir um
vikuna. Fyrsta vikan, Sjón-
varp Føroya sendir tíðindi
úr nýggjum hølum, verður
rættiliga nógv merkt av
politikki.
Sjónvarp Føroya byrjaði í
gjárkvøldið at senda Dag
og Viku mánakvøld. Við
hesum verða fýra sendingar
um vikuna. Hinar tríggjar
fara at liggja tær vanligu
tíðirnar, týskvøld, hóskvøld
og fríggjakvøld klokkan
20.00, sigur Øssur Winth-
ereig, tíðindastjóri í Sjón-
varpi Føroya.
Tað er Tine Rygum, sum
er donsk, ið hevur skapt
nýggja studiið hjá Sjón-
varpi Føroya. Hon hevur
millum annað eisini gjørt
pallmyndirnar til donsku
undirhaldssendingarnar
“Den store klassefest” og
“Venner for livet” hjá TV2,
sum eisini verða vístar í
SvF.
Dagur og Vika
Nýggja studiið hjá Sjón-
varpi Føroya fer fyrst og
fremst at verða nýtt til Dag
og Viku, umframt tær kjak-
sendingar, sum vanliga
plaga at verða sendar úr
D&V studiinum.
Dagur og Vika fara at
verða send fýra ferður um
vikuna, mánakvøld, týs-
kvøld, hóskvøld og fríggja-
kvøld klokkan 20.00, og
verður
hvør
sendingin
umleið 20 minuttir.
Mikukvøld verður send-
ingin “” send klokkan
20.00, og beint eftir hana
kemur sendingin “Grannar
okkara” sum ein sjálv-
støðug sending.
Aðrar ískoytissendingar
verða eisini fluttar. Eitt nú
verður “Breddin” fluttur til
mánakvøld, og “Globus”
verður send týskvøld, sigur
Øssur Winthereig.
Politikkurin
Sum vera man verður
hendan fyrsta tíðindavikan
í nýggja studiinum nógv
merkt av, at fólkatingsval er
um eina viku.
Fimm politiskar kjak-
sendingar verða sendar
beinleiðsi úr nýggja studii-
num. Tann fyrsta var í gjár,
og vóru luttakaranir har
Javnaðarflokkurin
og
Fólkaflokkurin.
Katrin
Petersen var vertur. Hon og
Øssur Winthereig fara at
býta hesar kjaksending-
arnar sínámilum.
Øssur Winthereigh sigur,
at sendingarnar eru skip-
aðar soleiðis, at tveir flokk-
ar verða settir upp móti
hvør øðrum. Býtið er ikki
gjørt við lutaskasti, sum
annars ofta plagar at vera
vanligt, uttan at Sjónvarpið
sjálvt hevur sett flokarnar
saman.
Fyrsta sendingin, sum
var í gjár, var millum teir
flokkaranar, sum í løtuni
hava sess á Fólkatingi,
Javnaðarflokkin og Fólka-
flokkin.
Í kvøld verða luttak-
ararnir Sambandsflokkurin
og
Tjóðveldisflokkurin,
sum verða roknaðir sum
teir báðir mótpolarnir í
føroyskum politikki, tá
hugsað verður um støðuna
mótvegis Danmark, sigur
tíðindastjórin í Sjónvarpi
Føroya.
Í annaðkvøld verða tað
Miðflokurin og Fólkaflokk-
urin, sum fara at kjakast,
meðan Sjálvstýrisflokkurin
og Sambandsflokkurin eiga
tørn hóskvøldið. Seinasta
kjaksendingin upp undir
fólkatingsvalið
verður
fríggjakvøldið
millum
Javnaðarflokkin og Tjóð-
veldisflokkin.
– Býtið er gjørt soleiðis,
sigur Øssur Winthereig, at
teir fýra stóru flokkarnir
sleppa tvær ferðir í part í
studiið, meðan teir báðir
smáu bara sleppa einaferð
hvør.
Eisini mánakvøldið verð-
ur sent í samband við fólka-
tingsvalið. Tá verður sam-
sending um fylgisvein við
danskt
sjónvarp,
sigur
Øssur Winthereig.
So er tað týskvøldið í
næstu viku, sum er sjálvt
valkvøldið. Tá verður sent
úr stóra studiinum í Sjón-
varpinum, eins og samband
verður við ymisk valstøð í
Føroyum og við Christ-
iansborg.
Katrin Petersen fer at
vera studiivertur í SvF, har
føroyskir politikarar fara at
hittast,
meðan
Øssur
Winthereig fer at taka sær
av sambandinum við val-
støðini og Christiansborg,
har Brynhild Thomsen fer
at vera stødd.
Sum eitt ískoyti til po-
litiksu sendingarnar í Sjón-
varpi Føroya nevnir Øssur
Winthereig, at “Rangt og
Rætt”, sum skuldi verið
send leygarkvøldið, verður
flutt til hóskvøldið í kom-
andi viku. Sostatt verða
tvær sendignar við “Rangt
og Rætt” í komandi viku.
Orsøkin er, at í send-
ingini, sum longu er fest á
band, luttaka báðir teir
núverandi fólkatingsmenn-
inir, Jóannes Eidesgaard og
Óli Breckmann. Tí verður
hildið óheppið at vísa send-
ingina nú, og verður tí
bíðað, til valið er av, sigur
Øssur Winthereig, tíðinda-
stjóri í SvF.
Sjónvarpið í nýggjum hami
Sámal Petur í Grund hevur
eftirlit við sjálvstýraranum
Mynd: Jan Müller
Katrin Petersen og Øssur Winthereig í nýinnrættaðu sjónvarpshølunum. Nýggja studiið líkist teimum, sum eru at síggja í
sendingum hjá stóru, útlendsku sjónvarpsstøðunum við livandi myndum á vegginum aftan fyri vertin
C
M
Y
K
7
6