týsdagur 13. november 2001síða 5
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 219 - 13. november 2001
Nr. 219 - 13. november 2001
9
Í grein í leygardagsblað-
num skrivaðu vit, at
hvørki
lands-
ella
kommunalpolitikkarar
vístu seg undir samráð-
ingunum ella semings-
royndunum, tá ið Føroya
Pedagogfelag samrádd-
ist
við
Kommunala
Arbeiðsgevarafelagið og
Fíggjarmálastýrið. Hetta
er ikki rætt. Tá ið
semingin byrjaði, vóru
politikarar til staðar tað
mesta av tíðini. Peda-
gogfelagið fegnast um,
at teir á henda hátt vísa
ábyrgd.
Tórgerð Suðuroy
í Hafnafirði
Næmingar úr tekn-
isku skúlunum í Havn
og í Klaksvík fara
síðst í hesum
mánaðinum til
Aberdeen í Skotlandi.
Ørindini hjá teimum
eru m.a. at kunna seg
um oljuvinnuna, og
næmingarnir fáa
eisini møguleikan at
royna seg
FERÐ
Heri á Rógvi
At oljuvinna so smátt er
farin at gera seg galdandi í
Føroyum
hevur
fingið
ymsar fylgjur. Umframt, at
flestu føroyingar droyma
um ómetaligt oljuríkidømi,
so hevur hetta eisini merkt,
at fleiri føroyingar eru
farnir aktivt upp í olju-
vinnuna. Eisini hava fleiri
føroyingar valt at útbúgva
seg innanfyri oljuvinnuna,
tá ið tey hava sannað, at tað
eru pengar at vinna.
Støðan í dag er tann, at
størsti parturin av fólkun-
um í føroysku oljuvinnuni
eru útlendingar, men tað
teljast føroyingar upp í
millum.
Kanska hetta býtið í
framtíðini fer at broytast. Í
øllum førum fara næmingar
úr teknisku skúlunum í
Havn og í Klaksvík til
Aberdeen seinni í hesum
mánaðinum.
Teori og praksis
Vitjanin hjá næmingunum
verður í eina góða viku.
Ferðalagið telur sekstan
næmingar, átta úr hvørjum
skúla. Tey fara avstað 26.
november og koma aftur 3.
desember. Meðan næming-
ar eru yvir í Aberdeen, so
skulu teir halda til á einari
oljudeild hjá Aberdeen
College.
Næmingarnir
skulu sita á skúlabeinki
fyrrapart. Seinnapartin av
degnum fáa næmingarnir
veruliga møguleikan at
royna seg og at fáa fingr-
arnar skitnar. Næmingarnir
verða býttir í bólkar og
koma at halda til á nøkrum
sum líkist einum eftir-
gjørdum boripalli.
Tað er Asset (Aberdeen
College), sum hevur bjóðað
føroyskum næmingunum
til Skotlands at læra meira
um oljuvinnuna. Eftir hvat
skilst á lagnum, so fara tey
at taka sær væl av føroysku
næmingunum.
Næming-
arnir skulu ikki hava annað
enn sínar persónligu lutir
við, alt hitt verður syrgt fyri
frá skotskari síðu.
Ferðin verður fíggjað úr
Føroyum, og næmingarnir
sjálvir skulu ikki gjalda fyri
ferðing ella uppihald.
Glaðar fyri
møguleikan
Tveir ella rættari sagt tvær
av teimum, sum skulu til
Skotlands seinni í mán-
aðinum, eru Eva Maria
Gregersen og Bergtóra
Joensen. Tær eru ávíkavíst
av Eiði og úr Fuglafirði.
Báðar eru tær SIT´arir. Tá
ið tær báðar frættu um túrin
til Skotlands, so tóku tær
beinanvegin støðu til, at
hetta var nakað, ið tær
kundu hugsað sær at roynt.
Tær meldaðu seg til, og tað
vísti seg eisini, at tær
sluppu við.
- Vit rokna við, at hetta
verður
eitt
spennandi
upplivilsi, og hetta er eisini
eitt heldur serligt høvi, siga
tær báðar í felag.
Tær báðar eru í løtuni
millum tær 11 á hárfríðk-
anardeildini hjá Tekniska
Skúla í Havn. Tær báðar
siga seg eisini vera rættiliga
forvitnar fyri at vita, hvat
skúlin í Skotlandi hevur at
bjóða uppá, og tær avvísa
ikki, at hetta kann fara at
ávirka tær framtíðar yrkis-
leið, men fyrst og fremst
vilja tær sleppa at royna
hetta.
Tær siga seg hava gott
mót, og tær gleða seg til at
fáa tað síðsta tilfarið,
áðrenn tær skulu avstað.
Tíðliga í komandi ári
letur nýggi barna-
garðurin hjá Føroya
Tele upp við plássum
fyri 12 vøggustovu-
børnum og 22
barnagarðsbørnum
BARNAGARÐUR
Turið Kjølbro
Fyrst í komandi ári letur
nýggi barnagarðurin hjá
Føroya Tele upp. Leiðari er
settur, tað er Durita Dam,
og í løtuni verður søkt eftir
pedagogum og hjálparfólk-
um.
Eftir drúgva leitan keypti
Føroya Tele fyri nøkrum
mánaðum síðani eini sethús
við Norðara Ringveg í
Havn.
Hesi
verða
nú
umbygd og útbygd til
dagstovn. Útbyggingin er í
fermetratali líka stór sum
onnur hæddin á húsunum. Í
nýggju hølunum verður
vøggustova og í húsunum
barnagarður. Í vøggustov-
uni verður pláss fyri 12
børnum og í barnagarð-
inum 22 børnum. Roknað
verður við, at starvsfólk á
Føroya Tele tørvar tveir
triðingar av tøku pláss-
unum. Fara starvsfólkini á
Føroya Tele í onnur størv,
varðveita børnini plássið á
dagstovninum. Eisini um
mamman ella pápin fara í
starv hjá kappingarneyt-
anum. Restin av tøku pláss-
unum í nýggja barnagarð-
inum verður til Tórshavnar
býráð at ráða yvir.
Hvussu nógv húsini og
umbyggingin kosta Føroya
Tele, vil stovnurin ikki
upplýsa. Nýggi dagstovn-
urin liggur beint út til ein
ferðsluríkan veg. Girðingar
verða sjálvsagt settar upp,
soleiðis at børnini ikki
koma í nánd av ferðsluni.
Stovnurin liggur í aðrar
mátar tætt við sera náttúr-
vøkur fríøki. Svartafoss
longur uppi og Gundadal
eitt vet longur niðri. Økið
rundan um stovnin er eisini
stórt. Grundstykkið er 600
fermetrar. Afturat hevur
Føroya Tele keypt 200
fermetrar og leigað 6-700
metrar.
Síðani á vári í fjør hevur
Føroya Tele leitað eftir
hóskandi húsum at keypa
til barnagarð, og tað er
eingin loyna, at tað hevur
gingið sera striltið, hóast
ávís hús hava verið í
uppskoti. Nú tað endiliga
eydnaðist, gleða starvsfólk
á Føroya Tele seg til, at
stovnurin letur upp tíðliga í
nýggja árinum.
Næstu tvær vikur-
nar hava íslend-
ingar høvi at ogna
sær smúkkur, sum
Tórgerð Suðuroy
hevur evnað og
framleitt
MENTAN
Turið Kjølbro
Í hesum døgum fram til
25. november er silvur-
og gullsmiðurin, Tór-
gerð Suðuroy, gestur í
Mentunarhúsinum
í
Hafnarfirði í Íslandi.
Tórgerð Suðuroy hev-
ur arbeitt og gjørt roynd-
ir við silvursmúkkum
seinastu 20 árini. Hon er
útbúgvin
í
yrkinum
silvurleggjan í Dan-
mark. Tá ið hon í síni tíð
hevði ætlanir um at
útbúgva seg til gullsmið,
gjørdi hon ikki mætari
enn at lata eina gull-
smiðju upp og fór í læru
á sínum egna verkstaði. Í
dag er hon ein av teim
fáu í danska kongarík-
inum, sum sjálv tilevnar
smúkkur,
stoypir
og
annaðhvørt silvuleggur
ella gullleggur tær í
sínum egna verkstaði í
Suðuroy. Á henda hátt er
hon við í tilgongdini frá
byrjan til enda. Eitt nú
silvurleggur hon fiska-
bein við somu manna-
gongd sum danska Flora
Danica verður gjørd.
Silvurlegging er í dag
eitt yrki, sum ikki í sama
mun sum fyrr verður
gjørt
á
verkstøðum.
Flestu smúkkuframleið-
arar senda úrdráttir sínar
til silvurlegging á størri
verksmiðjur. Tilgongdin
at silvurleggja er ógvu-
liga umfatandi evnis-
frøðiliga, umframt at
hon er sera vandamikil.
Tórgerð Suðuroy hev-
ur áður verið í Íslandi
við sínum smúkkum.
Tað var í 1995, tá ið hon
sýndi fram í Kringluni í
Reykjavík. Umframt at
selja smúkkur ta ferðina,
átók hon sær eisini at
silvurleggja
barna-
skógvar og tátur fyri
íslendingar. Og íslend-
ingar tóku væl ímóti
tilboðnum, skilst.
Tá ið Tórgerð Suðuroy í
síni tíð hevði ætlanir um
at útbúgva seg til
gullsmið, gjørdi hon ikki
mætari enn at lata eina
gullsmiðju upp og fór í
læru á sínum egna
verkstaði
Politikarar vóru við
34 nýggj stovnspláss tøk
Dagstovnurin hjá Føroya Tele fær ein útbygning, sum verður vøggustova
Mynd: Álvur Haraldsen
Føroyskir skúlanæmingar til Aberdeen
Eva Maria Gregersen, v.m. og Bergtóra Joensen eru partar av
ferðalagnum, sum fer til Skotlands seinni í mánaðinum at
læra meira um oljuvinnuna.
Mynd: Heri á Rógvi
Veljarakanningin
eigur at takast við
størsta fyrivarni.
Sannlíkt er at stóru
flokkarnir fara at
liggja lið um lið, og tí
fer tað at hava
avgerandi týdning
fyri úrslitið, hvussu
flokkarnir klára seg í
orðaskiftinum
heldur samfelags-
frøðingur
FÓLKATINGSVAL
Jan Müller
- Henda vikan verður av-
gerandi fyri, hvør fer at fáa
teir báðar fólkatingsmenn-
inar, og tí hevur orðaskiftið
í fjølmiðlunum avgerandi
ávirkan á, hvussu veljar-
arnir fara at atkvøða 20.
november.
Hetta
sigur
Jógvan Mørkøre, samfe-
lagsfrøðingur í eini við-
merking til veljarakann-
ingina, sum Fynd hevur
gjørt fyri útvarpið.
Jógvan Mørkøre sigur, at
hóast munur er á teimum
fýra stóru flokkunum, so
skulu tølini takast við
størsta
fyrivarni.
Hann
heldur, at her lættliga kann
blíva talan um eitt sera
javnt val millum fýra stórar
flokkar. -Munurin er ikki
størri enn, at tað kann
takast aftur. Siga vit, at eini
20 ella kanska 25% ganga
leys, so eru tað mong
prosent, sum skulu koma
uppá pláss til valið. At býta
tey javnt út á allar flokk-
arnar trýr Jógvan Mørkøre
ikki uppá.
Hetta er ein kanning, sum
er gjørd áðrenn valið og
sigur bara nakað um tann
dagin fólk verða spurd.
Samfelagsfrøðingurin vísir
á, at nógvir veljarar liggja
og viga ímillum. Atkvøð-
urnar í dag eru eisini nógv
leysari enn tær vóru fyrr.
Jógvan Mørkøre hevur tí
einki boð uppá, hvør kann
gerast vinnari í valinum: -
Hetta er sum í fótbólti. Tað
er sjáldan, at tað liðið, sum
liggur fremst í fyrstu hálvu
endar við at blíva Før-
oyameistari. So alt kann
henda.
Tann
flokkurin,
sum
hevur tyngstu mótbrekkuna
sambart veljarakanningini
er Fólkaflokkurin, men
hann plagar at duga væl at
liggja í bakhjóli og so taka
seg fram í seinasta um-
farinum.
Jógvan Mørkøre sigur
víðari, at tað er so nógv
óvissa í tølunum, at heldur
ikki Tjóðveldisflokkurin
skal kenna seg ov tryggan.
Við eina kanning undan
seinasta fólkatingsvali lá
Tjóðveldisflokkurin
t.d.
eisini væl fyri men endaði
við ongan mann at fáa.
Tveir flokkar yvirhálaðu
hann.
Jógvan Mørkøre heldur
tað er týdningarmikið, at
vit skilja millum fólka-
tingsval og so løgtingsval.
Við fólkatingsval eru tað
tveir persónar, sum skulu
veljast og ikki flokkar sum
so. Fólkatingsval er so nak-
að annað enn løgtingsval, tí
hugsað verður meira um,
hvat andlit skal umboða
Føroyar mótvegis Dan-
mark. Tað er nokk minni
politikkur og meira um-
boðan í tí.
Út frá hesi sannroynd
royna flokkarnir at koyra
spíðskandidatarnar fram,
men tað kann so ørkymla
eitt sindur, at hesir somu
eisini eru millum høvuðs-
evnini til eitt nú løg-
mansevni ol.
Løgtingsvalið
Tað ber ikki til at brúka
úrslitið av seinastu veljara-
kanningini sum grundarlag
at meta um úrslitið av
einum komandi løgtings-
vali heldur Jógvan Mørk-
øre. Hann vísir á, at vit fyrr
hava sæð í kanningum upp
til fólkatingsval, at tað er
meira enn ein triðingur,
sum heftir seg við, hvørjir
persónarnir eru. Longu har
hevur tú eina óvissu. Síðani
eru tað eisini atkvøður hjá
smærri flokkunum, sum
mugu metast at fara til
størri flokkarnar, tí tað eru
teir, sum fáa fólkatings-
menninar.
Og
tá
er
spurningurin, hvussu tær
atkvøðurnar fordeila seg.
Vit sóu eisini, at til
seinasta
fólkatingsval
gjørdist
Fólkaflokkurin
nógv tann størsti, men á
løgtingsvalinum datt hann í
atvøðutali niður á 3. pláss.
Jógvan Mørkøre sigur, at
tað er tó ringt at siga nakað
við vissu, tí til hetta
fólkatingsvalið er tjóð-
skaparspurningurin brádd-
liga vorðin tað allir foku-
sera uppá, og tað kann gera,
at hetta valið verður eitt
sindur øðrvísi enn tað
seinasta.
Nyrup er á veg út úr
Forsætismálaráðnum,
og Anders Fogh
Rasmussen hevur
beina kós í ovasta
politiska sessin í
Danmark. Men
spenningur er fram-
vegis íluftini, tí enn
hevur fjórði hvør
veljari ikki tikið
støðu.
FÓLKATINGSVAL
Magnus Dam
Keypmannahavn
Ein vika er nú eftir av
valstríðnum
íDanmark,
Føroyum og Grønlandi, og í
Danmark byrjar ein greið
mynd at koma til sjóndar:
Poul Nyrup Rasmussen fer
at tapa fólkatingsvalið, og
Anders Fogh Rasmussen úr
Vinstraflokkinum verður
nýggjur forsætisráðharri.
Tað byrjaði gott hjá
Nyrup og Radikala stjórn-
arflokkinum og stuðuls-
flokkunum SF og Eindar-
listanum. Dagarnar eftir, at
forsætisráðharrin
hevði
skrivað út nýval til Fólka-
tingið, helt framgongdin í
veljarakanningunum fram.
Men eftir eina baldruta
viku við hørðum valstríðið,
har innflytarar og flóttafólk
vóru í brennideplinum,
kom vend í. Anders Fogh
Rasmussen og andstøðu-
flokkarnir tóku dik á seg,
og nú bert ein vika er eftir
av valstríðnum, er and-
støðan klárt á odda.
Greiðan meiriluta
Skulu vit trúgva teimum
mongu veljarakanningun-
um, sum verða gjørdar, so
vinnur Anders Fogh saman
við
hinum
borgarligu
flokkunum umleið 15 fleiri
fólkatingssessir enn Nyrup
og hansara stuðulsflokkar.
Talan er sostatt um ein
rættiliga greiðan meiriluta
til andstøðuflokkarnar.
Veljarakanningarnar eru
ikki á einum máli um,
hvussu
stóran
valsigur
Anders Fogh Rasmussen
fer at vinna, men allar hava
tað til felags, at tær spáa um
borgarligan valsigur. Nærri
vit koma valinum, meira
álítandi verða veljarakann-
ingarnar, siga teir mongu
serfrøðingarnir, sum dag-
liga
nærlesa
og
tulka
kanningarnar.
Ikki tikið støðu
Hetta merkir tó ikki, at
allur spenningurin er farin
úr valstríðnum. Enn er
spenningurin sera stórur, og
alt kann henda hesa sein-
astu vikuna, siga eygleið-
arar. Seinasta vikan er alt-
avgerandi, og nógv minnast
aftur á seinasta val, tá ið
Uffe Ellemann Jensen var
so væl fyri í veljarakann-
ingunum, at hann var næst-
an vísur íat gerast for-
sætisráðharri. Tað gjørdi
hann sum kunnugt ikki, tí
tað eydnaðist Nyrup at
venda gongdini seinastu
dagarnar upp undir valið.
Hetta minnist Anders
Fogh Rasmussen eisini, og
ferð aftaná ferð endurtekur
hann, at einki er avgjørt
fyrrenn seinasta atkvøðan
er tald. Og Nyrup vónar, at
hann einaferð enn skal
megna at venda gongdini.
At einki er avgjørt enn,
sæst eisini aftur í veljara-
kanningunum. Tær vísa
nevniliga, at fjórði hvør
veljari ikki hevur gjørt upp
við seg sjálvan enn, hvar
krossurin skal setast týs-
dagin. Tað hevur tísera
stóran týdning hjá báðum
pørtum at vinna undirtøku
millum tey mongu ivandi,
og stríðið verður hart kom-
andi dagarnar.
Keðiligt valstríð
Tað eru tey, sum siga, at
valstríðið ikki byrjar av
álvara fyrrenn nú. Enn
hevur tað verið eitt rættiliga
keðiligt valstríð, har tað
viðhvørt hevur verið trup-
ult at síggja munin millum
Fogh og Nyrup, tí teir eru
so samdir á nógvum økjum.
Harafturat vilja teir fevna
um so stóran part av velj-
arafjøldini, at hvørgin teirra
meldar nóg greitt út, hvønn
politikk teir vilja reka.
Flóttafólk og innflytarar
hava fylt alt ov nógv í
valstríðnum, og ov lítið
hevur verið tosað um aðrar
gerandistrupulleikar
hjá
danska fólkinum, so sum
eldrarøkt,
bíðirøðir
á
sjúkrahúsunum,
høga
skattatrýstið og familju-
politikk.
Kanska bíðar tann fjórð-
ingurin, sum enn ikki hevur
tikið støðu, eftir greiðum
útmeldinum á hesum og
øðrum økjum. Í øllum
førum verða tað hesir velj-
ararnir, sum gera av, um
forsætisráðharrin skal eita
Fogh ella Nyrup.
Nyrup á eggini
Veljarakanningarnar undan fólkatingsvlainum geva
forsætisráðharranum grund til at stúra
Endaspurturin avger valið
Jógvan Mørkøre,
samfelagsfrøðingur
undirstrikar, at tað er so tætt
í veljarakanningini, at
endaspurturin í valstríðnum
fer at gera av, hvør verður
valdur
Teir fýra spíðskandidatarnir til fólkatingsvalið
C
M
Y
K
9
8