mánadagur 17. august 2009síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 154 - 17. august 2009
So óblíðir vóru
veðurgudarnir, at
ovastevnan meiri
ella minni skolaði
burtur leygardagin.
Tó var veðrið gott
fríggjakvøldið og
sunnudagin, men
stóra stevnudagin
mistu nólsoyingar
OVASTEVNA
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Tað var lagt upp til tað heilt
stóra brakið. Nógv nýggj
tiltøk vóru á skránni, eisini
skipað í sambandi við, at
Tórshavn hátíðarheldur 100
árið fyri Tórshavn sum
fólkavald kommuna.
Tað byrjaði væl fríggja
kvøldið. Tað var gamaní
eitt fitt lot av eystri, men
tað var turt og lýtt. Tað vóru
ikki tey nógvu tiltøkini tað
kvøldið, men hugnin var
óførur í tjaldinum á keiini,
har harmonikutónar ljóm
aðu og sangurin gekk av tí
allarbesta.
Tað var tí eitt satt vónbrot
at vakna upp til vind og regn
leygarmorgunin. So vánaligt
var veðrið, at fyrireikararnir
gjørdu av at halda setan
arhaldið inni í tjaldinum á
keiini heldur enn úti. Tað er
helst fyrstu ferð, at veðrið
skikkar sær so illa, at
neyðugt hevur verið at fari
inn at seta stevnuna.
Fleiri av uttandura tiltøk
unum vórðu eisini avlýst
leygardagin, eitt nú renning
in, sum kortini varð fyri
skipað sunnudagin í staðin.
Tónleikararnir troðsaðu kort
ini veðrið og spældu tann nú
obligatoriska dystin. Tað
man Terji Rasmussen helst
angra, tí tað endaði við, at
teir yngru fóru avstað við
sigrinum í øllum regninum.
Teir føra sostatt 21 í dystum
og hava nú vunnið steypið
tvey ár á rað.
Innandura tiltøkini hava
kortini verið væl vitjað,
havandi í huga, at rættiliga
fá fólk lutfalsliga leitaðu
sær út til Nólsoyar um viku
skiftið. Kabarettin hevði
síni vitjandi sum altíð, og
eisini
málningaframsýn
ingin hjá Steffani Danielsen
dró fólk til sín. Hon var
eisini stak áhugaverd.
Eingir bátar
At veðrið var so vánaligt
leygardagin hevði sjálvandi
stórar avleiðingar við sær
fyri fyrireikararnar. Fyri tað
fyrsta kom ikki nakað av
fólki um fjørðin, og fyri tað
næsta
avlýsti
regattain
ferðina úr Hósvík til Nóls
oyar við tí úrsliti, at tað
lógu bert einir fimm fremm
andir bátar við bryggju í
Nólsoy um vikuskiftið.
Tað sigur seg næstan
sjálvt, at hóast alt ikki er
gjørt upp í pengum enn, so
hevur stevnan ikki givið tað
av sær, sum framman undan
væntað. Helst verða tað
reyð tøl á botnlinjuni, men
tað fæst so greiði á, tá alt er
gjørt upp.
Sjálvt um einki er at gera
við tað, so er tað harmiligt,
at veðrið skuldi arta seg
soleiðis. Men tað er einki
annað at gera, enn at brynja
seg við toli og so vóna, at
veðurgudarnir verða blíðari
næstu ferð. Og hetta er
hóast alt bert aðru ella
triðju ferð, at veðrið er vána
ligt á ovastevnu, tó at tað
helst er fyrstu ferð, at tað er
so vánaligt, sum tað var
leygardagin.
Ovastevnan
skolaði burtur
So tómligt
hevur tað
ongantíð
verið á
ovastevnu
fyrr
So illa regnaði leygardagin, at stevnan mátti setast inni í tjaldinum á keiini. Tað er Anfinn
Brekkstein, sum setur stevnuna
Lars Emil skiftir bólk
Lars Emil Johansen fer nú burtur úr Norðuratlantsbólkinum í Fólkating
inum. Nú fer hann at arbeiða saman við Sosialdemokratunum ístaðin
fyri. Tað hendir, eftir at forkvinnan í Siumut, Aleqa Hammond, hevur
skrivað undir eina samstarvsavtalu við sosialdemokratiska flokkin í
Danmark. Avatlan bleiv undirskrivað í gjár. Sambært avtaluni fer fólka
tingsumboðið hjá Siumut at taka lut í fundum hjá sosialdemokratiska
tingbólkinum, floksfundum, ráðstevnum og altjóða fundum. Lars Emil
Johansen sigur við KNR, at sjálvstýrislógin hevur broytt viðurskiftini,
og at lykilin til sjálvræði Grønlands er nú fluttur til Grønlands.
Lindø sum orkudepil
Okkurt bendir á, at í hvussu er ein partur av starvsfólkunum á
Lindøskipasmiðjuni í Danmark kann varðveita arbeiðsplássið.
Leygardagin var Lene Espersen, búskaparráðharri, og vitjaði
skipasmiðjuna, og tá nevndi hon møguleikan fyri at brúka skipa
smiðjuna sum ein depil fyri vind og alduorku. Vindmyllufyri
tøkan Skykon hevur áhuga í at gera ein orkudepil á Lindø við
millum 350 og 500 arbeiðsplássum, men vil hava tað almenna at
hjálpa við fíggingini. Lene Espersen lovaði at kanna, um tað
almenna kann hjálpa fyritøkuni við fígging til orkudepilin.