Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-17, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. august 2009síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 154 - 17. august 2009 Tónleikararnir troðsaðu veður og vind og leiktu obligatoriska fótbóltsdystin Nakrir fáir áskoðarar vóru til fótbóltsdystin, men teir vóru eisini ílætnir til veðrið Eitt av sera áhugaverdu tiltøkunum var málningaframsýningin hjá Steffani Danielsen. Emil Juul Thomsen, sum eigur málningarnar, og Kinna Poulsen, sum valdi teir 17 út, vóru til setanina Lagið var kortini gott leygarkvøldið í tjaldinum á keiini Taliban hóttir veljararnar Taliban roynir av øllum alvi at órógva forsetavalið í Afghan­ istan, sum verður hósdagin. Gjáramorgunin kunngjørdi rørslan, at hon fer at søkja at valstøðum og at skera fingrar av fólki, sum fara á val. Í einum faldara, sum rørslan sendi út har suðuri í landinum, stóð eisini, at menn hjá Taliban fara at skera oyru av fólki, sum fara á val. Samstundis hevur Taliban hert ágangin, og um vikuskiftið kravdi ein sjálv­ morðsbumba níggju mannalív í Kabul. Umleið 100 fólk fingu skaða, og teirra millum var Hawa Nuristani, sum er ein av teimum fáu kvinnunum í afghanska tjóðartinginum. Færri doyggja í ferðsluni Nógv færri danir doyggja í ferðsluni í ár enn undanfarin ár. Burtursæð frá apríl hevur ferðslan kravt færri mannalív allar hinar mánaðirnar, og tølini fyri summarmánaðirnar eru seks prosent minni enn somu mánaðir í fjør, sigur DR. Stjórin í danska Ráðnum fyri Ferðslutrygd, Anders Rosbo, væntar, at hetta summarið verður eitt av teimum góðu í ferðslutrygdarhøpi. Um Um orsøkina til ta jaligu gongdina sigur, at løgreglan hevur gjørt fleiri kanningar í ár, fíggjar­ kreppan ger sítt, og harafturat hava færri vanlukkur verið við prutlum í ár. Leðin gekk av Eiði til Hósvíkar, har bátarnir lógu nátt. Ætlanin var at sigla víðari til Nólsoyar leygardagin, men veðrið var so vánaligt, at fleiri av bátunum settust aftur - og summir fóru ikki avstað fyrr enn sunnudagin Mynd: Jens Kristian Vang Bátafylgi fór av Eiði klokkan fimm seinnapartin fríggjadagin. Henda myndin er tikin av brúnni um Streymin um hálvgumsjeytíðina Mynd: Jens Kristian Vang