mánadagur 17. august 2009síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 154 - 17. august 2009
Kvinnur ráðharrar í Iran
Iranski forsetin, Mahmoud Ahmadinejad, sigur, at minst
tríggjar kvinnur fáa sæti í teirri nýggju stjórnini. Talan er um
eina stóra broyting, tí heldur forsetin orð, er tað fyrstu ferð
síðani kollveltingina í 1979, at kvinnur fáa ráðharrastørv í Iran.
Í einari søðu í gjár segði Ahmadinejad, at hann hevur gjørt av at
velja eina kvinnu til heilsumálaráðharra og eina aðra til ráðharri
fyri vælferð og trygd. Hann segði, at hann fer at tilnevna minst
eina kvinnu afturat í stjórnina. Farrokhroo Parsay, sum var
uttanríkisráðharri frá 1968 til 1977, var tann fyrsta kvinnan,
sum var ráðharri í Iran. Aftan á kollveltingina í 1979 bleiv hon
tikin og ákærd fyri svik. Hon varð tikin av døgum í 1980.
Berlusconi ímóti mafiuni
Forsætisráðharrin í Italia, Silvio Berlusconi, kunngjørdi um
vikuskiftið, at hann og stjórnin hava sett sær fyri at fullføra
eitt átak ímóti tí skipaða kriminalitetinum í landinum. Undir
valstríðnum í fjør lovaði Berlusconi at tryggja lóg og landa
skil, og tað lyftið var við til at tryggja honum sigurin. Sam
bært Roberti Maroni, innanríkisráðharra ætlar stjórnin at
leggja hald á ognir hjá mafialimum, eins og herurin fram
vegis skal vera á varðhaldi í býunum. Ráðharrin vísti á, at tey
tiltøk, sum stjórnin hevur framt, hava havt við sær, at krim
inaliteturin er minkaður 14 prosent, síðani stjórnin tók við.
Toskaalingin í Før
oyum, sum annars
hevur sæð so lov
andi út, hevur um
dagarnar verið fyri
einum bakkasti.
Tá ein pumpa í ali
brúkinum í Hvalba
steðgaði fyri seks
døgum síðan, doyðu
8.000 toskar, sum
skuldu takast í heyst
Aling
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Toskaalingin hjá Faroe Cod
farm í Hvalba hevur verið
fyri einum keðiligum bak
kasti. Hetta hendi fyri seks
døgum síðan, tá ein pumpa
í alibrúkinum steðgaði og
fleiri túsund toskar, sum
skuldu takast til sláturs í
heyst, doyðu.
Richard Rognsøy, stjóri í
Faroe Codfarm, váttar, at út
við 8.000 toskar eru deyð
ir.
Doyðu av ilttroti
Toskaalingin í Hvalba fer
fram í tveimum stórum kør
um, sum standa uppi á landi
í Nesi í Hvalba.
Sjógvur verður pumpaður
upp í kørini og rennur síðan
í havið aftur. Soleiðis hevur
fiskurin
fingið
nýggjan
sjógv og ilt alla tíðina.
Men fyri seks døgum síð
an hendi tað, sum ikki
skuldi henda. Tá steðgaði
ein pumpa, og hetta førdi
til, at út við 8.000 toskar
doyðu av ilttroti.
Stjórin í Faroe Codfarm,
Richard Rognsøy, sigur, at
nú hesir toskarnir eru deyð
ir, svimja umleið 22.000
23.000 toskar eftir í teimum
báðum kørunum í Hvalba.
Hetta er alt fiskur, sum
skuldi takast til heystar, og
nú verða so hesir fiskarnir
færri at taka.
Hann sigur, at miðalvektin
á fiskinum í kørunum í
Hvalba liggur um stívliga
tvey kilo, harav teir minstu
viga minni og teir størstu
munandi meira.
Richard vil ikki seta tøl á,
hvussu nógv deyði fiskuri
er verdur í krónum og oyr
um, men rokna vit teir
umleið 8.000 fiskarnar um
til kilo, er talan um 16
tons.
Hann vísir á, at kiloprísur
in er umleið 20 krónur í
miðal fyri heilan fisk og
umroknað til krónur, er
talan soleiðis um eitt virði
av 320.000 krónum.
Enn er fíggjarligi missur
in ikki endaliga uppgjørd
ur.
Back-up skipan
Richard Rognsøy sigur, at
fiskurin í alibrúkinum í
Hvalba er tryggjaður, men
tað vil undir slíkum umstøð
um altíð vera soleiðis, at
eitt tílíkt bakkast er óhepp
ið.
Hann sigur, at Faroe Cod
farm fer at tryggja pumpu
skipanina betri, soleiðis at
teir alla tíðina kunnu hava
eina eykatrygd.
Vit noyðast soleiðis at
fáa okkum eina backup
skipan, har ein eykaskipan
tekur við og byrjar at
pumpa, um virknað pumpu
skipanin
svíkur,
sigur
stjórin í felagnum.
Alt takast
Richard Rognsøy sigur, at
allur fiskurin, sum gongur í
báðum kørunum í Hvalba,
verður tikin til heystar, og
felagið hevur keyparar, sum
vilja hava henda fiskin.
Fiskurin, sum verður
tikin fyrst, vigar upp ímóti
3,5 kilo, sigur hann.
Faroe Codfarm arbeiðir
annars við at útbyggja toska
alingina við seks nýggjum
og nógv størri kørum enn
teimum verandi.
Stjórin váttar, at tað er
ikki lætt at fáa íleggjarar í
tíðum sum hesum, men fel
agið arbeiðir framvegis við
hesi ætlan.
Tá fiskurin, sum nú gong
ur eftir í kørunum, er tikin
og seldur, fær felagið nakað
av kapitali at arbeiða við.
Tey bæði kørini, vit
hava í løtuni, eru umleið
650 rúmmetrar hvørt. Hin
vegin eru tey seks kørini,
sum vit ætla at seta upp her
suðuri, 1900 rúmmetrar
hvørt, sigur Richard Rogn
søy, stjóri í Faroe Codfarm.
Tvey feløg
Í Føroyum fer toskaaling
fram á tveimum støðum.
Í Hvalba verður fiskurin
aldur í kørum, og á Árna
firði fer aling fram úti á
vánni í aliringum, soleiðis
sum vit kenna tað frá laksa
og sílaaling.
Føroysku toskaalararnir
ala bæði tosk, sum hevur
8.000 toskar deyðir í
Richard Rognsøy er stjóri í Faroe Codfarm í Hvalba
Tey 16 tonsini av toski, sum doyðu í Hvalba herfyri, hava eitt søluvirði av umleið 320.000 krónum