mánadagur 17. august 2009síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 154 - 17. august 2009
Gjørdi ongan skaða
Árstíðin við teimum tropisku stormunum og ódnunum í
Meksikanska Flógvanum er byrjað, og í morgun kom
tann fyrsti tropiski stormurin Claudette inn yvir
amerikanska statin Florida. Sambært amerikonsku
veðurstovuni var vindferðin 80 kilometrar um tíman, tá
illveðrið bar við land í morgun. Frammanundan hevur
Claudette ferðast tvørtur um Meksikanska Flógvan, men
einki er frætt frá skaða nakrastaðni. Fleiri oljureinsiverk
og gassverk eru í økinum, men sambært AP hevur
illveðrið ikki ávirkað framleiðsluna har.
Bilarnir kvala Beijing
Meðan bilasølan í londunum á okkara leiðum er minkað
burtur í at kalla einki orsakað av búsksparkreppuni, keypa
kinesarar framvegis bil sum ongantíð fyrr. Teir fyrstu seks
mánaðirnar í ár vórðu 261.000 nýggir bilar skrásettir í
høvuðsstaðnum Beijing. Tað svarar til 1.231 nýggjar bilar
um dagin, og tað er níggju prosent fleiri enn somu mánaðir
í fjør, skrivar Reuters. Kinesiski høvuðsstaðurin er ein tann
mest dálkaði stórbýurin í heiminum, og tað kemst ikki
minst av tí skjótt veksandi bilatalinum. Stjórnin hevur
framt fleiri tiltøk, ikki minst í sambandi við OL í fjør.
Hvalba
sín uppruna á Føroyabanka
og tosk, sum heldur til á
landgrunninum.
Tað er serliga toskurin, ið
kemur av Føroyabanka, ið
spenningur hevur verið um,
tí hetta er ein serstakur fisk
ur við serliga góðum vakstr
areginleikum.
Allur toskurin hjá Faroe
Codfarm í Hvalba hevur sín
uppruna á Føroyabanka.
Haldur Vang, timb
urmeistari á Toftum,
sum gjøgnum mong
ár hevur bygt hús og
hevur havt annað
timburvirksemi, ger
nú sperrur burturav.
Til hetta virksemi
hava teir útvegað
sær serstøk amboð,
og eisini hevur hann
keypt virkisbygning
á Toftum, so umstøð
urnar nú eru nógv
betri enn áður
Ídnaður
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Tað krevur nógv at byggja
sethús og aðrar bygningar.
Tá menn koma nakað upp í
árini, gerst slíkt arbeiði
rættiliga strævið kropsliga.
Haldur Vang, timbur
meistari á Toftum, tók fyri
nøkrum árum síðan avleið
ingarnar av hesum og fór
sum einasti útbjóðari í Før
oyum undir at smíða sperr
ur burturav.
Vit eru tríggir sum eiga
smápartafelagið Sp/f Sperr
Con. Aftrat mær, eru Petur
Andersen og Rúni Leitis
stein.
Haldur Vang, sum sjálvur
er stjóri í felagnum, sigur, at
teir í byrjanini húsaðust í
leigaðum hølum í Runavík,
men síðan hann í november
2008
keypti
ein
verk
staðsbygning á havnalagn
um á Toftum, eru umstøð
urnar vorðnar nógv betri.
Sum árini ganga, og tú
eldist eitt sindur, gerst tað
ov strævið at smíða hús,
sigur timburmeistarin, sum
gjøgnum árini hevur bygt
mong sethús og hevur havt
nógv timburvirksemi av
ymiskum slagi.
Haldur Vang, sum sjálvur
eigur verkstaðsbygningin á
Toftum, sigur, at nýggju
hølini gera arbeiði við
sperrunum nógv lættari.
Nú kunnu vit bæði saga
og samla sperrurnar sam
stundis. Tað kundu vit ikki
í Runavík, tí pláss var ikki
til tað.
Bygningurin, sum Hald
ur Vang keypti á Toftum í
novembermánaða í fjør, er
25x18 metrar stórur.
Hetta er eitt nútímans
sperruvirki, har vit kunnu
gera arbeiði á sløttum
gólvi, sum hann tekur til.
Tað er einki annað slíkt
virki í Føroyum, sum burt
urav – og bara – fæst við
at gera sperrur, serliga til
sethúsamarknaðin.
Haldur vísir á, at umboð
ini, teir hava útvegað sær,
eru nokso kostnaðarmikil,
og tey eru eisini fram
komin.
Vit hava eitt nú serstøk
tekniforrit og dátustýrda
sag, leggur hann aftrat.
Aftrat sær hevur timbur
meistarin tveir mans, sum
eru við í dagliga arbeiðn
um.
Nú fólk hava verið í
summarfrí hevur verið rætti
liga deydligt við fyrispurn
ingum, men vit vóna, at
meira verður at gera, sum
heystið líður, sigur hann.
Haldur Vang sigur, at nú
so lítið virksemi hevur ver
ið í summar, hava teir fing
ist við at sett bygningin í
betri stand.
Vit hava klætt bygningin
innan og hava lagt hita í
hann, so hann verður upp
aftur betri egnaður til okk
ara virksemi.
Timburmeistarin sigur,
at fer eftirspurningurin at
veksa, sum hann hevur vón
ir um, er einki til hindurs
fyri, at teir kunnu verða
fýra mans til arbeiðis hjá
Sp/f SperrCon.
Fólk eru vælkomin at
venda sær til okkara við
fyrispurningum,
leggur
Haldur Vang, timburmeist
ari, aftrat.
Tað er
strævið at
byggja hús
Bygningurin, sum Haldur Vang hevur
keypt á Toftum, er 25x18 metrar
stórur
Mynd: Vilmund Jacobsen
Sp/f SperrCon framleiðir sum einasta virki í Føroyum bara
sperrur, serliga til sethúsamarknaðin
Mynd: Vilmund Jacobsen