mánadagur 17. august 2009síða 12
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12 tíðindi
Nr. 154 - 17. august 2009
Vegna óveður slapp
Másin ikki út til
Fugloyar í gjár. Tí
fekk tyrlan meir enn
nokk at gera. Hon
var heilar fýra ferðir
í Fugloy eftir fólki og
einaferð í Svínoy.
FERÐASAMBAND
Dávur Winther
Tað var eitt heilt annað ljóð
og heilt ein onnur ferð yvir
tyrluni í gjár. Hetta vísti seg
eisini at vera tann nýggja
AW 139 tyrlan, sum er
bygd í Italia, ið reikaði runt
um oyggjarnar.
Tyrlan flutti smá hálvt
hundrað fólk og bleiv tí
nakað seinkað í mun til
ferðaætlanina.
Við golmu tyrluni tekur
túrurin úr Klaksvík til
Kirkju um 15 min. Við
nýggju tyrluni tók ferðir
bert 9 min.
Og tey ferðandi vóru eis
ini nøgd. Friðarlig og lekk
ur, samstundis sum hon
flýgur munin skjótari, tók
eitt av ferðafólkunum til.
Tú kanst sita og tosa inni
uttan at rópa, vindeyguni
eru størri og vakurt útsýni.
Hóast
hinar
tyrlurnar
kunnu samanberast við ein
nýsýnaðan Volvo frá 1975,
har alt virkar, so er henda
tyrlan bara ein »nýggjur
Volvo« við tí komfort, tað
býður, segði ein væl nøgdur
ferðandi, sum gleddi seg at
byrja gerandisdagin aftur
eftir eina góða summarferiu
í Fugloy.
Nýggj AW 139 tyrlan
hevur flogið í sambandi við
oljuvinnuna
í
Hollandi,
Onglandi, Hetlandi og Dan
mark.
Atlantsflog vónar at fáa
nýggjan sáttmála aðrastaðni
innan oljuvinnuna í næstum.
Men í gjár gjørdi nýggja,
snotisliga og kvika tyrlan
sanniliga nyttuna millum
Fugloy og Klaksvík eisini,
har
smá
hálvthundrað
summargestir, sum onkus
vegna hava ættarbond úr
Fugloy sluppu lættliga og
ómakasleyst til hús aftur.
Bell trylurnar hava 2 x
900 hk, meðan nýggj AW
139 tyrlan hevur 2 x1800
hk, so tað má merkjast.
Tyrlan nógv
úr gera í gjár
Nýggja tyrlan flýgur millum
Klaksvík og Kirkju upp á
níggju minuttir – meðan sami
túrur við tí gomlu tekur 15
minuttir
Mynd: Dávur Winther
VINNA
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Frank Beckmann og Alex
andra Bach, frá týsku stór
fyritøkuni Nordsee, fingu
hósmorgunin eina frágreið
ing um Klaksvík – vinnu
og mentanarlívið har.
Frank er leiðandi innkeyp
ari og Alexandra innkeypari
hjá Nordsee, har um 150
fólkstarvast á høvuðsskriv
stovui.
Fyritøkan, sum er meira
enn 100 ára gomul, er
størsta fiskivinnufyritøka í
Týskalandi, eigur 360
fiskarestauratiónir í landin
um umframt 100 matstovur
í øðrum evropeiskum lond
um. Nú eru tey í ferð við at
opna matstovu í Dubai.
Nordsee hevur 5.000 fólk í
arbeiði.
Tey hyggja seg um í Før
oyum, vitandi at fiskagóðsk
an her er á høgum støði og
ynskja møguliga at fáa
samvinnu í lag við okkurt
føroyskt fiskavirki.
Tey vóru hugtikin av, tí
tey sóu og fingu at vita, og
hildu at vit búgva í einum
vøkrum landi við hópin av
møguleikum.
Tað er Mercant v/Jógvan
við Keldu, sum eisini hevur
tætt samstarv við Danmarks
Eksportråd, ið hevur fingið
ferðina í lag.
Klaksvíkar Býráðið forkunnuga vitjan
Frank Beckmann og
Alexandra Bach, frá týsku
stórfyritøkuni Nordsee
saman við Dáva Winther
mentanardeildarleiðara
Danski Tjóðbankin
hevur lækkað rentuna
Útlánsrentan hjá Danska Tjóðbankanum lækkaði við 0,1
prosentstigi til 1,45 prosent fríggjadagin. Somuleiðis
lækkaði rentan á innskjótaraprógvum, (ið svarar til
innlánsrentuna hjá Tjóðbankanum) við 0,1 prosentstigi til
1,35 prosent, eins og diskontorentan og foliorentan
lækkaði við 0,1 prosentstigi til 1,10 prosent.
Rentulækkingin kemur sum fylgja av, at Danski
Tjóbankin hevur keypt útlendsk gjaldoyru.