mánadagur 17. august 2009síða 13
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
tíðindi
Nr. 154 - 17. august 2009
Tað einasta, sum
løgreglan hevði at
gera í sambandi
við ovastevnuna,
var at veita einum
uppsteðgaðum báti í
Nólsoyarfirði hjálp
ovastevna
Randi Jacobsen
randi@sosialurin.fo
Illveðrið leygardagin hevði
við sær, at lítil bátaferðsla
var til Nólsoyar tann dagin.
Nógvir av bátaeigarun
um, sum høvdu ætlað sær
at hildið fram aftaná Reg
attasiglingina fríggjadagin,
bundu bátarnar í Hósvík,
og har vóru teir liggjandi. Í
Hósvík var annars trongt
hjá bátunum at sleppa út og
inn, men tí tók havnameist
arin sær av.
Leygarkvøldið steðgaði
ein bátur upp í Nólsoyarfirði.
Løgreglan sendi bjargingar
bátin Lív út til bátin, ið varð
sleipaður til lands.
Sleipaður
til lands
Framgongd í Japan
Nakrar fáar dagar eftir at Týskland og Framland boðaðu
frá búskaparligari framgongd, komu somu boð úr Japan í
morgun. Sagt verður, at framgongdin var 0,9 prosent í 2.
ársfjórðingi, og sambært stjórnini bendir tað á, at landið
er við at fóta sær eftir ta ringastu búskaparkreppuna
síðani seinna heimsbardaga. Japan varð serliga meint rakt
av kreppuni, og teir seinastu seks mánaðirnare undan 2.
ársfjórðingi minkaði búskapurin meiri enn trý prosent.
Stjórnin í Tokyo ávarar tó um, at enn er langt á mál, og at
fleiri afturat mugu rokna við at missa arbeiðið.
Ráevnisvinnan álitið
Mikudagin verður ein ráðstevna í Nuuk um
menningarmøguleikarnar hjá grønlendska vinnulívinum,
og tá fara luttakararnir millum annað at viðgera eina
frágreiðing, sum grønlendska arbeiðsgevarafelagið og
ráðgevingarfyritøkan Cowi Consult for Arctic Business
Network hava latið úr hondum. Í frágreiðingini verður
millum annað víst á, at á hvørjum ári hvørva umleið 200
arbeiðspláss í fiskivinnuni, og at helst fara uppaftur fleiri
í komandi árum. Eydnast tað ikki at finna arbeiðspláss
aðrastaðni og serstakliga í ráevnisvinnuni, kann roknast
við afturgongd í búskapinum, stendur í frágreiðingini.
Sunnunáttina
er umfatandi
herverk framt
móti kirkjuni og
aðastaðni í Miðvági.
Myndugleikarnir
vóna, at hetta bara
vóru barnalótir og
ikki illvilji móti
kirkjuni
Herverk
Randi Jacobsen
randi@sosialurin.fo
Tá ið Hans Jørgensen, dekn
ur í Miðvágs kikju møtti
sunnumorgunin í kirkjuni at
fyrireika gudstænastuna, var
hann illa við. Sjey stórir stein
ar vóru tveittir inn gjøgnum
rútar, og ein stólur í kirkjuni
var eisini skamfílaður.
Deknurin boðaði beinan
vegin kirkjuráðsformannin
um frá, og politiið fekk
eisini boðini.
Herverk er gjørt aðra
staðni í bygdini somu nátt.
Politiið veit framvegis
ikki, hvør hevur framt her
verkið. Onkur hevur hoyrt
ein flokk av ungum fólkum,
gentum og dreingjum, har á
leiðini, men onnur fólk vita
at siga, at okkurt annað her
verk hevur verið gjørt fyrr
um náttina.
Politiið í Vágum sigur, at
tað í fleiri ár hevur verið
heilt ókent í Miðavági við
slíkum, men í seinastuni
hava eisin verið nøkur inn
brot, og felags fyri øll hesi
innbrot hevur verið, at einki
er stolið.
Okkurt skal henda
Líkt er til, at tað bara er
gjørt, tó okkurt skuldi henda,
og mín fatan er, at tað eru
frustreraðir ungdómar, sum
hava verið upp á spæl.
Hugsast kann, at antin hevur
summarfrítíðin verið teimum
ov long, ella tey tímdu ikki
aftur í skúla. Vit kunnu bara
gita, sigur Michael Gram,
politistur, sum fegin vil hava
fatur á fólkunum fyri at siga
teimum, at slíkt eiga tey ikki
at gera.
Lestur
Í Miðvágs kirkju var lestur,
sum ætlað, og deknurin
Hans Jørgensen hevði eina
viðmerking til, sum hent
var við kirkjuni um náttina
við herverki á kirkjuna.
Eisini hann helt, at hetta
mundu vera barnalótir, og
at kirkjan ikki nakar rættur,
sum dømir.
Eru tað børn ella ung
dómar, sum hava gjørt
hetta, eiga vit at fáa fatur á
teimum og hjálpa teimum
heldur enn at døma tey.
Hjálpa teimum, so tey ikki
fara longur og gera naka
verri senni, sigur Hans Jørg
ensen.
Herverkið forðaði ikki
fyri, at stór konsert var í
kirkjuni um kvøldið, og
minst 140 fólk lýddu á Vest
manna kirkjukór, Rúna og
Súsonnur Brattaberg og har
aftrat ársins songrødd Biritu
Poulsen.
Herverk var helst barnalótir
Miðvágs kirkja fekk nakrar
snddir sunnunáttina
savnsmynd
Fekk
skaða í
beinið
Ein maður á motor
súkklu varð sunnu
kvøldið lagdur inn
á Landssjúkrahúsið,
eftir at hann hevði
rent á ein bil
ferðsluóHapp
Randi Jacobsen
randi@sosialurin.fo
Eitt ferðsluóhapp hendi
á Argavegnum sunnu
kvøldið umleið klokkan
18.
Ein motorsúkkla koyrdi
suður eftir Argjavegnum,
og frammanfyri súkkluna
koyrdi ein bilur.
Tá ið bilurin skuldi
snara, rendi motorsúkkl
an inn í bilin, og motor
súkklan datt.
Maðurin á súkkluni
varð fluttur á Landssjúkra
húsið við skaða í beinin
um. Hvussu stórur skaðin
var, veit løgreglan ikki í
dag.