Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-17, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. august 2009síða 21

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 17. august 2009 – Nr. 154 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 21 Ikki vanir at vinna Spælandi venjarin hjá KÍ, Jákup Mikkelsen, var vónbrotin eftir ósigurin í Runavík í gjár, tí tá komið var hálvan veg í dystinum, var ljós fyri framman hjá KÍ: – Vit høvdu ætlað okkum øll trý stigini og tað sá eisini gott út, tá vit vóru á odda 2-0 í hálvleikinum, men í seinna hálvleiki smokkaðu vit saman. Eg haldi, at tað sæst, at vit ikki eru vanir at vinna, og tað vísir seg eisini í hesum dystinum, sigur Jákup. – Hetta er strævið hjá okkum, og tað fer tað eisini at verða. Vit hava verið rímiliga hepnir við, hvussu úrslitini hava lagað seg hjá hinum, men í longdini gongur tað ikki. Vit mugu royna at skapa okkara egnu úrslit. hil Tvey sera bílig mál NSÍ-málverjin, Meinhardt Joensen, var ikki nøgdur eftir fyrra hálvleik ímóti KÍ, tí tað tá hevði hepnast klaksvíkingum at sett bóltin tvær ferðir í málið aftan fyri hann: – Vit fingu tvey ótrúliga bílig mál ímóti okkum, annað beinanvegin og hitt ímóti endanum á fyrra hálvleiki. Vit áttu at fingið bóltin burtur. Men eftir steðgin fingu vit samlað liðið og bygt spælið upp av nýggjum, og so gekk ótrúliga væl, segði Meinhardt. – Gongdin í fyrra hálvleiki var ikki nøktandi, men vit komu sterkt afturíaftur. At dysturin endaði 3-2 til okkum, var helst í lagi, sjálvt um vit høvdu øgiliga nógvar kjansir. Men sæð yvir 90 minuttir, spældu vit betur enn teir og høvdu meiri at geva, so tí var sigurin uppiborin. hil Hóast klaksvíkingar vóru á odda 2-0 í hálvleikinum, megnaðu teir slett ikki at standa ímóti, tá NSÍ setti ferðina upp eftir steðgin og fekk betur skil á sínum spæli Tað vóru ikki so fáar lokalar høkur, ið hingu niðri á bringuni við Løkin í gjár, tá komið var til hálvleiks og máltalvan talaði sítt týðiliga mál: 2-0 til KÍ. Hetta skelkaði heimafólkið, samstundis sum tað lyfti vitjandi áskoðararnar upp í hæddirnar, tí kanska var vend endiliga komin í hjá KÍ. Men dysturin var nú bara komin hálva leið, og tá avtornaði, mátti ásannast, at mangir leikir eru í longum talvi. Og ei heldur var tað sørt, at henda framúrskarandi byrjanin hjá klaksvíkingum fekk tankarnar at leita sær til Jeppe í barónasongini. Tað helt ikki, tá avtornaði. Longu í sínum fyrsta álopi fekk KÍ mál. Heðin á Lakjuni fekk fatur á bóltinum í høgru síðu og setti ferð á. Komin í góða støðu sendi hann innfyri, og har var beiggin, Oddmar á Lakjuni, fyrstur á bóltinum og smekkaði hann í málið til 1-0. Og aftur í yvirtíðini av fyrra hálvleiki var KÍ upp á spæl. Høgni Madsen fór rekandi fram til hornaflaggið í vinstru síðu, har hann hevði hug at steðga á við bóltinum. Hjalgrím Elttør kom honum til hjálpar, at verja bóltin fyri Jónhard Frederiksberg og Bogi Løkin hjá NSÍ. Brádliga slapp Hjalgrím avstað eftir baklinjuni við bóltinum og inni í brotsteiginum legði hann eitt sindur útfrá til Steffan Kalsø, sum smekkaði til og umvegis yvirliggjaran sendi bóltin í málið til 2-0. Vánaligt spæl Talan var ikki um líkinda spæl frá nøkrum av pørtunum fyri steðgin, og gingu meiri enn tvær ella tríggjar sendingar, so var bólturin endaður hjá mótstøðuliðnum. Teir fyrstu 10 minuttirnar hevði NSÍ eitt ávíst trýst, ið gav kjansir. Bæði Jann Martin Mortensen og Christian Høgni Jacobsen royndu seg við góðum skotum, men Jákup Mikkelsen í KÍ-málinum svaraði við uppaftur betri bjargingum. At 2-0 sigst vera ein hin vandamiklasta hálvleiksleiðslan at hava, fekk KÍ at sanna eftir steðgin. Nú hevði NSÍ tikið sær betri partar fyri, og ikki minst megnaði heimaliðið at fáa ferðina upp, og tað var kanska tann mest avgerandi munurin, sum í síðsta enda eisini gav trý mál og sigurin. KÍ royndi at verja fyri og gera skjótálop, men tað stóð á gomlum nøglum hjá klaksvíkingum, ið minni enn eitt korter inn í seinna hálvleik máttu sanna, at 2-0 leiðslan var farin. Tá hevði NSÍ fingið tvey mál innan fyri fýra minuttir – og enntá havt kjansir til okkurt aftrat. Tað fyrra kom eftir hornaspark í vinstru síðu, sum Bogi Løkin sendi innfyri. Károly Potemkin fekk bóltin aftan fyri allar og skallaði á stongina, men bólturin stakk útaftur til Christian Høgna Jacobsen, ið var kaldur og setti fótin á til 1-2. Og bara fýra minuttir seinni var 2-2. Hesa ferð fekk NSÍ eitt fríspark, ið var gjørt ímóti Potemkin, og meðan Jákup Mikkelsen kanska gav sær í so góðar stundir at fáa verjumúrin upp á pláss, valdi Jann Ingi Petersen at gera skjótt av og senda bóltin í málið, sum stóð skralltómt. Væl við og illa við Tað var NSÍ, sum var spælstýrandi tað allarmesta av seinna hálvleiki, og tá eitt korter var eftir av dystinum, kom sigursmálið. Einar Hansen kastaði innkast úr vinstru síðu, sum ein av verjuspælarunum hjá KÍ nokk ætlaði at skalla burtur, men í staðin sendi nærri málinum. Christian Høgni var fyrstur á og skallaði á yvirliggjaran, og hesa ferð stakk bólturin út til Potemkin, ið skoraði trygt til 3-2. Hóast tað ikki hevði ligið í kortunum, var tað hálvanannan minutt seinni um reppið, at innskifti Páll Klettskarð fekk tryggjað KÍ javnleikin, tá hann í høgru síðu kom væl inn í NSÍ-brotsteigin og smekkaði til. Men hesa ferð stóð Meinhardt Joensen fyri tørni og pareraði meistarliga. Moralskt kom tað óivað væl við hjá NSÍ, at liðið fekk svarað aftur eftir at hava verið aftanfyri við tveimum málum, men hinvegin kemur tað óivað minst líka illa við hjá KÍ, at liðið var á odda 2-0 miðskeiðis í dystinum og tó ikki skuldi fáa nakað stig burturúr. NSÍ fekk við sigrinum gjørt sær dælt av, at bæði Víkingur og B68 taptu, og brádliga eru runavíkingar aftur við í kappingini um silvurmerkini. Hinvegin mundi tað neyvan kennast sum serligur uggi hjá KÍ, at bæði 07 Vestur og B36 settu stig til, tí skal tað muna, ræður um at vinna, tá hini tapa. NSÍ-KÍ 3-2 (0-2): Blundur í barónasong einslistir@kallnet.fo Hilmar Jan Hansen KÍ NSÍ Eingin vinnur á Rosenborg Nú 20 umfør eru spæld av norsku Tippeliguni, er tað framvegis ikki eydnast nøkrum av hinum liðunum at vinna á stórfelagnum, Rosenborg, sum í summar spældi ímóti NSÍ í UEFA Europa League. Hetta hevur gjørt sítt til, at virðingin fyri fyrrverandi venjaranum hjá Súna Olsen og Jón Róa Jacobsen í AaB, Erik Hamrén, er vaksin nógv. Rosenborg er í løtuni sjey stig framman fyri nummar tvey, sum er gamla felagið hjá Jákupi Mikkelsen, Molde. Kvinnuligan venjara Norska kvinnulandsliðið í fótbólti, fær eftir hetta kappingarárið nýggjan venjara. Og sum nakað nýtt, verður tað ein kvinna, ið komandi árini skal standa fyri norsku fótbóltskvinnunum, tí starvið fór sum væntað til 47 ára gomlu Eli Landsem, ið sostatt avloysir Bjarne Berntsen í starvinum, so skjótt sum EM-endaspælið er fingið frá hondini. Christian Høgni Jacobsen og Høgni Madsen jagstra bóltin Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir