Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-17, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. august 2009síða 20

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 17. august 2009 – Nr. 154 Typiskt tap Jón Nielsen, miðverji hjá 07 Vestur, var hugtungur eftir enn eitt tap í yvirtíðini: – Hetta er typiskt fyri okkum í ár, at vit missa stig burtur í yvirtíðini. Vit hava ikki marginalarnar við okkum, sum onnur lið hava, helt hann fyri. Sjálvur harmaðist Jón Nielsen mest um, at tað ikki eydnaðist honum at beina bóltin burtur, sum Arnbjørn Hansen vann frá honum í yvirtíðini og setti í netið. Eisini ilskaðist hann eitt sindur inn á, at tað ikki eydnaðist teimum at skapa meiri frameftir vøllinum. – Tað átti ikki at verið so, at ein maður skal hava so stóran týdning, men vit saknaðu Jens Erik Rasmussen í dag, segði hann. Sum ein stórsigur Heðin Askham, venjari hjá EB/ Streymi, helt eftir dystin fyri, at tað var minst líka gott at vinna 1-0 í yvirtíðini, sum at vinna 7-0: – Hesi stigini telja akkurát tað sama, og frøin er ikki minni, nú vit hála sigurin í hús í allarsíðstu løtu, segði hann. Venjarin rósti sínum spælarunum fyri at vera tolnir og at trúgva upp á tað, hóast spælið ikki var tað besta til tíðir. Samstundis fegnaðist hann eisini um, at René Tórgarð var aftur í málinum, eftir at hann hevur verið út við skaða í langa tíð. – Ikki tí, Gunnar á Steig hevur roynst okkum væl, men tað er altíð best at hava tveir góðar málverjar tøkar, segði Heðin Askham. Tað gekk akkurát hjá EB/ Streymi, sum við reyvini í vatnskorpuni fekk bóltin í netið í yvirtíðini. Hinvegin hevur 07 Vestur meiri enn trupult við at halda nøsini oman á hesi somu vatnskorpu Klokkan hevði rundað teir 90 minuttirnar, ið vóru spældir við vøllin við Margáir í Streymnesi. Sorin Anghel fekk bóltin í høgra borði, og lyfti hann upp um verjuna. Jón Nielsen royndi, men fekk ikki fótin á bóltin, sum Arnbjørn Hansen streyk avstað við. Einsamallur við málverjanum prógvaði hann, at máltevið, ið mong hildu var horvið, framvegis er har. Uttan stórsvegis hóvasták legði hann bóltin inn við handaru stong, og sigurin var veruleiki. Marni munaði Tað sá annars einki serligt út hjá hvørgum av liðunum, frá fyrsta til síðsta minutt. Leikferðin var so sum so, og spælið var einki at rópa hurrá fyri. Fáir kjansir og lítið hugflog. Støðan passaði helst betur teimum í 07 Vestur, sum hóast truplu støðu sína á stigatalvuni, helst høvdu selt ein dyst á útivølli móti meistarunum fyri eitt stig. Hinvegin kundu meistararnir á ongan hátt vera nøgdir við ein málleysan javnleik ímóti uppflytarunum. Tí royndu teir eisini, men onkursvegna tóktist uppbyggjandi spælið rættiliga spent hjá EB/ Streymi. Teir á miðvøllinum royndu hvørja ferð, teir høvdu bóltin, at leggja avgerandi avleveringina. Bæði teir, sum lógu sentralt og teir úti í borðunum. Einasti miðvallarin hjá EB/ Streymi, sum í roynd veru spældi væl, var eisini dagsins leikari við Margáir. Marni Djurhuus spældi róligt og skilagott. Tók teir nærdystir, sum skuldu takast og vann teir flestu. Hann hevur eisini tann eginleika, at hann ongantíð ger spælið truplari enn neyðugt, og tað tænir bæði honum og liðnum væl. Serliga í einum slíkum dysti sum í gjár, har meginparturin av hansara liðfeløgum gera spælið óneyðuga trupult. Trygvi stóð væl Hevði 07 Vestur hildið tørn, høvdu fleiri helst prátað um ein annan mann sum dagsins leikara. Trygvi Askham stóð nevniliga ein fínan dyst í málinum hjá 07 Vestur. Seinni hálvleikur byrjaði við, at Sorin Anghel spældi Arnbjørn Hansen púra leysan, men málverjin var djarvur og leyp út í bóltin. Eisini í yvirtíðini, eftir at EB/ Streymur hevði lagt seg á odda, vann Trygva Askham ein tvídyst við Arnbjørn Hansen, sum fyri triðju ferð í dystinum gjørdist einsamallur við málverjanum. Men tíverri fyri Trygva, so fekk Arnbjørn Hansen bóltin í málið eina ferð av hesum trimum royndunum. Dýr yvirtíð Og tíverri fyri 07 Vestur, skoraði Arnbjørn Hansen í yvirtíðini. Teir minuttirnir, dómarin hevur lagt aftur at hvørjum dysti, liðið hevur spælt í ár, hava kostað teimum dýrt. Seinast liðini spældu, fór EB/ Streymur avstað við øllum í yvirtíðini, tá teir vunnu 3-5 í Sørvági. Eitt annað dømi er dysturin 20. juni, tá B36 eisini fór við øllum í yvirtíðini. Hetta kann í síðsta enda vísa seg at verða rættiliga dýrt hjá 07 Vestur. Liðið liggur í løtuni aftast í deildini. Fótbóltsspælið er fínt til tíðir, men tað nyttar akkurát einki, tá tað eru stigini, sum avgera, hvør spælir í Føroya bestu fótbóltsdeild í 2010. EB/Streymur-07 Vestur 1-0 (0-0): Við reyvini í vatnskorpuni Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo 07 Vestur EB/Streymur Arnbjørn Hansen staðfesti í yvirtíðini, at hann framvegis hevur máltevið. Eina av trimum ferðum, hann var einsamallur við 07 Vestur- málverjanum, fekk hann mál og tryggjaði EB/Streymi stigini Mynd: Sofus D. Johannesen Marni 200 ferðir Ein av spælarunum hjá EB/Streymi hevði rundan dag í gjár, tá liðið við Margáir tók ímóti 07 Vestur, tí tá spældi Marni Djurhuus sín dyst nummar 200 fyri EB/Streym. Hann bara tríggjar dagar yvir 16 ár, tá hann tann 19. september í 2001 var skiftur inn í einum dysti á Mølini á Eiði, sum var ímóti KÍ. Tá var hann yngsti spælari, sum debuteraði í bestu mansdeildini, men tað metið er síðani tikið. Beckham aftur til Milan Enski landsliðsspælarin, David Beckham, spælir fyri LA Galaxy í bestu amerikansku deildini, men skal hann vera partur av enska HM-hópinum næsta summar, noyðist hann at finna sær eitt toppfelag í Europa. Sjálvur ivast Beckham ikki, hvussu hetta fer at verða: – Tað er einfalt. Eg ynski at sleppa aftur til Milan, og har hava tey sagt, at tey ynskja at síggja meg aftur, sigur 34 ára gamli Beckham, sum samstundis vísir aftur, at tað kemur upp á tal, at hann aftur verður at síggja í Premier League.