mánadagur 17. august 2009síða 19
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 17. august 2009 – Nr. 154 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 19
Hyggja enn
niðureftir
Abraham Løkin, sum síðstu dystirnar
hevur verið knýttur av
venjaratoyminum hjá ÍF, var sera væl
nøgdur eftir sigurin á Víkingi, men
vildi kortini ikki siga, at ÍF er leyst av
niðurflytingarvandanum:
– Fyri tað um vit vinna henda
dystin, kenna vit okkum ikki tryggar.
Enn hyggja vit bara niðureftir og
royna at vinna okkum nøkur stig. Vit
gera okkara besta, og so fáa vit at
síggja, hvussu langt tað røkkur, sigur
hann.
– Fyrr í ár hevur ÍF ikki havt
marginalarnir við sær, og kanska
hevur spælið eisini verið eitt sindur
ov tilvildarligt. Nú royna vit at spæla
meira beinleiðis, og tað sær út til at
muna. Henda dystin gjørdu vit
okkara arbeiði og teir sítt, men tað
gekk bara betri hjá okkum enn
teimum.
hil
Schmeichel til Eriksson
Notts County, ið spælir í fjórðbestu ensku deildini, hevur
tryggjað sær danska málverjan, Kasper Schmeichel, sum
sostatt gevst í Manchester City. Tað vil siga, at ungi
Schmeichel aftur sleppur at samstarva við Sven-Göran
Eriksson, ið hann áður hevur havt yvir sær í Manchester
City. Svenskarin er nýggjur fótbóltsovasti í Notts County,
sum hann skal royna at fáa allan vegin upp í Premier
League næstu árini.
Torres heldur fram
Tey mongu feløgini, ið hava gingið við vónum um at fingið
spanska landsliðsspælaran, Fernando Torres, frá Liverpool,
máttu fríggjadagin síggja í eyguni, at tað hendir ikki í
bræði. Torres hevur skrivað undir nýggjan fýra ára sáttmála
við Liverpool, ið rindar honum 3,8 milliónir krónur í løn um
mánaðin. Fernando Torres hevur síðstu tvey árini skorað
50 mál í 84 dystum fyri Liverpool.
Víkingur-ÍF 2-3 (0-1):
Rændu alt frá Víkingi
Balazs Sinko, ið kemur undan uttast til høgru, hevur júst
smekkað bóltin í málið hjá Víkingi og lagt ÍF á odda 3-1.
Øssur Dalbúð, ið átti uppleggið úr høgru síðu, stendur
»rangstøðutryggjaður« aftan fyri baklinjuna og hyggur at,
meðan bólturin er í ferð við at tamba málmeskarnar hjá
Víkingi
Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir
Tá fuglfirðingar fyrst
vóru komnir í gongd í
Sarpugerði, lótu teir stórt
sæð einki liggja eftir til
Víking, ið ikki megnaði
at vinna seg innaftur á
vælupplagda ÍF-liðið
Tað skerst ikki
burtur, at
Víkingur í
innanhýsis
kappingini við
grannarnar í
Fuglafirði hevur
arvað góðu
hagtølini hjá GÍ,
sum næstan
ongantíð setti
stig til ímóti ÍF – og so slett ikki á
heimavølli. Undan dystinum í gjár
hevði Víkingur vunnið tveir
landskappingardystir og tveir
steypadystir á ÍF í ár, so tølini talaðu
ikki fyri, at ÍF skuldi gera nakrar
skreytir.
Men tað løgdu teir á ÍF-liðnum
einki í. Eftir eina javna byrjan í
dystinum, byrjaðu teir at gera meira
um seg, og eftir at teir høvdu lagt
seg á odda sjey minuttir fyri
steðgin, hugdu teir ongantíð aftur
um seg aftur, men vórðu verandi á
odda restina av dystinum.
Onkuntíð stóð nógv á hjá ÍF, og
serliga ímóti endanum royndi
Víkingur at leggja trýst á, so tað
mista skuldi vinnast innaftur, men
tað munaði bara ikki. Heldur ikki,
hóast ÍF fekk ikki færri enn tríggjar
verjuspælarar skaddar og ta
allarsíðstu løtuna mátti spæla við
Rógva Jacobsen í verjuni!
Øssur profilurin
At byrja við í dystinum tóktist
serliga Andrias Lava Olsen væl
upplagdur, og einar tríggjar ferðir
spurtaði hann frá Áka Petersen á
høgra bakki, ið helst mundi prísa
seg lukkuligan fyri, at Andrias seinni
í hálvleikinum fór yvir í hina síðuna
at spæla. Eisini har gjørdi Andrias
onkrar »expressferðir«, men tað
gjørdist bara ikki ordiliga
vandamikið.
Bæði lið høvdu sínar góðu
langskotsroyndir, ið serliga Sølvi
Vatnhamar og Aleksandar Jovevic
royndu seg við, áðrenn hol kom á,
men annars blivu ikki so ítøkiligir
kjansir í opna spælinum, til ÍF
mestsum vísti vegin og legði seg á
odda.
Mest eyðsýndi spælarin á
vøllinum skuldi tó ikki vísa seg at
vera Andrias Lava Olsen, tí hann átti
sín part í fyrsta málinum, tá hann
misti bóltin aftan fyri miðjuna. Í
staðin gjørdist stóri profilurin í
dystinum Øssur Dalbúð, ið alla
tíðina skapti órógv í verjuni hjá
Víkingi, umframt at hann í
sambandi við tvey av málinum
mestsum spældi sær við
mótstøðumenninar, so sannførandi
var hann.
Grannauppgerð
Hetta var ikki ein dystur, har alt var,
sum tað plagdi. Tó fornoktaði tað seg
ikki, at talan var um eina
grannauppgerð, tí menn stríddust so
hjartaliga um hvønn einasta leysa
bólt, og viðhvørt vóru vøddarnir
spentir ríkiliga.
Tað var kortini ÍF, ið dró longra
stráið og vann ein uppibornan sigur.
Fyrst og fremst við at seta seg á tað
mesta av spælinum á miðvøllinum,
og síðani við at fáa sum mest burtur
úr Øssuri, ið ikki setti ein skeivan fót á
vøllinum í Sarpugerði, men snøgt
sagt gjørdi alt rætt.
Hóast Víkingur legði nógv fyri í
endanum á dystinum, rakk tað bara
ikki til meira. Og glósurnar í fyrra
hálvleiki um, at »fuglfirðingar eru
føroyameistarar, bara teir vinna á
Víkingi«, hoyrdist einki aftur til, sum
dystinum leið. Tað var ið hvussu er
ikki nógvur føroyameistari yvir
Víkingi í gjár.
einslistir@kallnet.fo
Hilmar Jan
Hansen
ÍF
Víkingur
0-1 (38.): Víkingur misti bóltin í uppspælinum, og Andy Olsen gjørdi skjótt av
og sendi bóltin fram til Øssur, sum fintaði og tamdi, áðrenn hann fluktaði í
málið.
0-2 (56.): Eftir horna í høgru síðu, skallaði Bartal Eliasen ímóti málinum, men
Geza Turi hálvbjargaði, so bólturin kom út til Aleksandar Jovevic. Hann
smekkaði lágt innfyri í trunkan framman fyri málinum, og har fekk Øssur
Dalbúð sett fótin á.
1-2 (57.): Bara ein minutt seinni fekk Súni Olsen fatur á bóltin í høgru síðu á
ÍF-hálvuni og sendi inn í brotsteigin. Finnur Justinussen var fyrstur á, men
sendi víðari til Andrias Lava Olsen, ið rak seg leysan høgrumegin og skoraði
trygt.
1-3 (71.): Øssur Dalbúð fekk bóltin í høgru síðu, sneiddi ein verjuspælara av,
kom til baklinjuna og spældi út frá, har Balazs Sinko fekk góðar stundir og
gott pláss at senda bóltin í málið.
2-3 (83.): Í einum av álopunum hjá Víkingi var Andrias Lava Olsen heldur
óneyðuga skumpaður í ryggin dygst inni við stongina, og dómarin dømdi
brotsspark. Súni Olsen skoraði trygt úr 11 metrum.
Málini
Taptu fyri
betri liði
Jógvan Martin Olsen, venjari hjá
Víkingi, ásannaði eftir tapið fyri ÍF, at
hansara lið ikki hevði havt ein góðan
dag, men tapti fyri einum liði, sum
var betri.
– Vit hava havt eitt gott tíðar skeið,
men sum hesin dysturin myndaði
seg, hava vit ikki somu orku, sum vit
hava havt. At kalla allan dystin vóru
vit ein metur aftan fyri, segði hann.
– ÍF spældi skilagott, spælar ar nir
vóru tendraðir til dystin, og til tíðir
spældi ÍF eisini sera góðan fót bólt.
Vit royndu at trýsta teir ímóti
endanum, men saman um tik ið var
sigurin hjá ÍF ikki óuppi borin.
hil