Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-17, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. august 2009síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 17. august 2009 – Nr. 154 AB B36 AB er ikki til at steðga, og tá felagið leygardagin fekk møguleika at halda sín 36 ára stovningardag í Gundadali við dysti ímóti B36, tók AB av. Við uppiborna sigrinum hevur AB næstan longu tryggjað sær framhaldandi Vodafonetilveruna FÓTBÓLTUR Hilmar Jan Hansen einslistir@kallnet.fo Eftir veðrinum at døma, hevði AB ikki skikkað sær væl. Og tað munnu nú vera trý av hinum liðunum í fremstu mansdeildini, ið eisini eru av tí áskoðan, at argjamenn hava tikið ríkiligt í trimum teimum síðstu dystunum. Tað oysregnaði allan dystin á tamb í Gundadali, sum fyri eina ferðs skyld ikki líktist veðurbesta plássi í landinum. Summi tosa um B36-veður, tá tað er soleiðis, men um nakað er í tí, so matsjaði B36 í øllum førum ikki sítt egna veður leygardagin, tí burtur sæð frá nøkrum fáum sprellum, var tað AB, ið átti dystin við húð og hár. Og kanska var tað stovningardagurin, ið gjørdi munin, tí leygardagin vóru altso 36 ár liðin, síðani unga fótbóltsfelagið á Argjum sá dagsins ljós. Sum dystinum leið, kom eisini til sjóndar, at hesi bæði liðini liva í hvør sínari verð. AB sólar sær – sjálvt í regninum – í ótrúligu viðgongdini, sum hevur verið síðstu dystirnar, meðan B36 hongur við nevinum og fær einki at bera til. Og tað so verri enn so heldur! Vunnu miðjuna Fleiri klóra sær í nakkanum og hava hug at spyrja, hvat B36 ger skeivt. Men leygardagin var tað nógv upplagdari at tosa um, hvat AB ger rætt. Fyrst og fremst hevur AB miðvíst fingið mannað sær eitt gott lið, ið hongur væl saman. Spælararnir eru til reiðar at stríðast fyri sakini, og so eru eisini fleiri úrmælingar á liðnum, ið lyfta hinar upp við sær. Tann, ið kanska mest av øllum gekk undan ímóti B36, var Evrard Blé á AB-miðvøllinum. Longu beinanvegin í dystinum tók hann valdið á miðvøllinum og slept ikki, fyrr enn dysturin var lokin. Og hann var kanska størsti einstaki munurin á liðunum báðum. Arbeiðssamur og skilagóður var hann so at siga allan dystin, og serliga væl dugdi hann at halda upp á bóltin, tá tað kravdist, so betri pláss gjørdist hjá liðfeløgunum. Hvørja ferð hann fekk bóltin, hevði hann einar tveir ella tríggjar B36- arar rundan um seg, og tað var eyðsýnt júst tað, hann vildi. Hevði hann teir har, vóru teir jú ikki nakra aðrastaðni… Ein annar munur á liðunum var, hvussu tað riggaði at skipa spælið. Meðan AB sá út til at hava eina ætlan við tí, ið gerast skuldi, tóktist alt meira tilvildarligt hjá B36, ið ongantíð kom nærri málinum enn við nøkrum skotum uttanífrá, ið ikki gjørdust meira enn hálvavegna vandamikil. Gott álopsspæl Tá var nógv meira broddur í álopsspælinum hjá AB, ið livdi allan dystin. Tróndur Sigurðsson og Stig- Roar Søbstad høvdu framúr gott samspæl sínamillum har frammi, og eisini hjálptu Rasmus Nielsen og Dion Splidt úti í síðunum væl til, so AB altíð hevði fleiri møguleikar at velja í, tá farið var avstað frameftir. Og tað var ofta. Hol kom tó ikki á fyrr enn mitt í seinna hálvleiki, og tá hevði tað líkasum ligið í luftini eina løtu, at AB mundi fara at fáa okkurt mál nakað skjótt. B36 misti bóltin í uppspælinum og so var Rasmus sum eitt fok farin inn í B36- brotsteigin, har hann hart kroystur av Herbert í Lon Jacobsen kortini fekk sent bóltin yvir í mótsatta málkrók til 1-0. Sjey minuttir seinni var fongur tvífaldaður. AB hevði eitt fríspark beint aftan fyri miðjuna, ið var sent mitt frameftir. Og meðan B36- verjan stóð og svav, rann Stig-Roar seg inn um hana og setti fótin á, so Jóan Pauli í málinum var prísgivin. So var 2-0. Sigurin var ikki eitt mál ov lítil, tí til tað var alt ov stórur munur á liðunum og tali á kjansum, ið kunnu rættvísgera tey altavgerandi málini. AB er veruliga á veg frameftir, meðan verri stendur til hjá B36, ið sanniliga ikki sá út til at hava tað serliga gott leygardagin. Contador ongan veg Framvegis er ikki til at siga, hvar Tour de France- súkklarin, Alberto Contador, verður heimahoyrandi næsta ár. Sjálvur hevur hann víst stóra ónøgd við lið sítt, Astana, og tí hava fleiri onnur lið víst honum stóran áhuga. Men nú sigur Astana í tíðindaskrivi, at hini kunnu gloyma tað, tí »leiðslan í Astana vil fegin enn eina ferð vátta, at Contador væntandi heldur fram her í 2010.« Armstrong boyggir seg Lance Armstrong bjóðaði seg í ár fram í Tour de France, tí hann vildi vita, um hann megnaði at vinna kappingina fyri áttandu ferð. Men hann megnaði einki at gera við Alberto Contador, og tað væntar Armstrong heldur ikki, at hann megnar næsta ár: – Tú kanst spæla við Contador, men tað ber illa til at vinna á honum, sigur Lance Armstrong, sum er í ferð við at manna sítt egna lið, ið skal eita Team RadioShack. B36-AB 0-2 (0-0): AB 36 betri enn B36 Tørvur á sjálvsáliti – Vit hava eitt gott lið, men okkum vantar sjálvsálit, og tað fortelur, hví vit liggja har, sum vit liggja nú. Hjá okkum ræður um at vinna sjálvsálitið aftur, so vit kunnu koma longur upp á stigatalvuna. Tað var niðurstøðan hjá B36- liðformanninum, Klæminti Matras, eftir at B36 triðju ferð á rað var farið av vølli sum tapandi liðið. – Eg helt, at vit spældu væl upp til teir allan dystin og at vit høvdu minst líka nógvar kjansir sum teir. Men teir skoraðu upp á kjansirnar, og tað enntá eftir feilum frá okkum. Og fyrra málið var klárt fríspark til okkum, haldi eg, segði Klæmint, ið sjálvur var á einum óvonum plássi sum vinstri bakkur. – Tað er kanska ikki eitt pláss, sum fellur mær lættast at spæla, men venjarin setti meg har, og eg gjørdi mítt besta. hil Týðandi stig at fáa – Hetta vóru trý sera týdningarmikil stig at fáa, tí hesin sigurin ger, at vit kunnu sleppa frá at hugsa so nógv um botnstríðið. Tað var sera umráðandi fyri okkum, at vit kundu vinna júst henda dystin. Tað segði 27 ára gamli norski framherjin hjá AB, Stig-Roar Søbstad, eftir dystin ímóti B36, ið var triði sigurin á rað hjá argjamonnum, ið nú líkjast meira einum liði í miðjuni, enn einum botnliði. – Vit fingu eisini tvey góð mál. Rasmus Nielsen var ísakaldur, tá hann skuldi seta bóltin í málið, og eg helt sjálvur, at tað var ein øgiliga góð sending, eg fekk, so eg bara skuldi sleppa inn um B36- verjuna og seta fótin á til 2-0, sigur Stig-Roar, ið stórtrívist í AB. – Tað er deiligt at spæla við AB, og eg haldi, at besta føroyska deildin er á hóskandi stigi. Hon liggur kanska beint undir 1. deildarstigi í Norra, og tað er gott. hil Rasmus Nielsen hevur júst lagt AB á odda ímóti B36, og saman við Tróndi Sigurðsson fegnast hann um málið, meðan mótfalnir B36-spælarar síggjast aftanfyri Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir