mánadagur 17. august 2009síða 17
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 17. august 2009 – Nr. 154 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 17
Celtic og Rangers byrja væl
Tey bæði stóru feløgini í skotskum fótbólti, Glasgow Rangers og
Celtic, byrjaðu væl, tá skotska Premier League fór í gongd aftur
leygardagin. Á útivølli vann Celtic ein 3-1 sigur á Aberdeen, og á
heimavølli vunnu meistararnir úr Glasgow Rangers ein minst líka
sannførandi 4-1 sigur á Falkirk. Kilmarnock vann 3-0 á Hamilton og
Hibernian 2-1 á St. Mirren, meðan St. Johnstone og Motherwell
spældu javnt 2-2. Dundee United og Hearts spæla í kvøld.
DBU vestureftir
Danska fótbóltssambandið, DBU, var ikki nøgt við, at
bara 8.700 áskoðarar sóu landsdystin á Brøndby
Stadion mikukvøldið millum Danmark og Chile. Tí
verður nú kannað, um ikki vinardystir hjá danska
landsliðnum heldur skulu spælast longur vesturi,
eitt nú Jútlandi, har tað fyrr hevur víst seg, at
áskoðaratalið roynist væl.
B68
HB
Soleiðis sum tað lagaði
seg í gjár er stórur
møguleiki fyri, at
meistaraheitið verður
sett í skápið í hesum
mánaðinum
FÓTBÓLTUR
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Toftamenn hava verið óførir higartil
í ár. Við hørðum arbeiði, dugnaskapi
og undir leiðslu av skilagóðum
venjara hevur úrtøkan verið so
mikið stór, at B68 inntil næstsíðsta
vikuskifti var næstbesta boðið upp
á FM heitið.
Vandin, sum hevur lúrt, síðani tað
stutt eftir ársskiftið varð farið undir
fyrireikingarnar til nýggja
kappingarárið, hevur verið, at tað
fór at kennast meint, um fleiri av
teimum ellivu fremstu ikki fóru at
verða førir fyri at spæla.
Soleiðis var tað, tá ið B68 tapti
vesturi í Vágum, og soleiðis var tað í
gjár, tá ið B68 tapti í Gundadali, og
tá ið HB so at siga tryggjaði sær FM
heitið.
Liðformaðurin, Øssur Hansen,
sum hevur royndirnar, yvirblikkið
og neyvleikan í
deyðbóltsstøðunum, sum serliga í
sovornum uppgerðum eru so
týdningarmiklar, sat skaddur
uttanfyri. Miðverjin, Jóhan Dávur
Højgaard, er næsti liðformaðurin.
Hann var leikbannaður, og harvið
var útgangsstøðan alt annað enn
góð.
Tað kostaði nógv beinanvegin,
og harvið gjørdist ongantíð talan
um ta toppuppgerðina í Gundadali
í gjár, sum føroyskur fótbóltur hevði
havt uppiborið.
Ballið buðið
Hóast HB hevur verið sannførandi
alt árið, og hóast allir teir fyrstu
vóru tøkir, so tóku teir eingi óráð
fyri. Rasmus Nolsøe, sum er farin av
landinum í útbúgvingarørindum,
var boðsendur at hjálpa til í
miðverjuni.
Tíggju minuttir eftir dystarbyrjan
kundi Rasmus havt latið seg skift út
aftur. Tá var 2-0. Toftamenn høvdu
mist ein mann, og harvið var ballið
buðið.
HB setti leikferðina niður, og tað
kendist sum um, at fokus varð flutt
til fyrireikingarnar til mikukvøldið,
tá ið EB/Streymur kemur í
Gundadal.
B68 vildi ikki geva skarvin yvir, og
Keita stríddist meistarliga væl
millum fleiri svartar og reyðar.
Fyritreytirnar vóru vánaligar, men tá
ið Andrew av Fløtum stutt eftir
steðgin sá gult fyri aðru ferð, og tað
harvið manningarliga stóð 10-10,
kendist tað sum um, at nú skuldi
tað vera hjá B68.
Lítla løtu seinni fór luftin púrasta
úr uppgerðini. Álopsbogin hjá
gestunum var spentur, og tískil var
tað eitt sindur tunt í verjuni, tá ið
Bjarni Jørgensen streyk ígjøgnum í
høgru. Í tveimum royndum
eydnaðist honum at fáa bóltin fram
við Vlada Filipovic.
Avgerðarløtan
Frá fyrsta bríksli var B68 undir
stórum trýsti. HB-maskinan
pumpaði stútt og støðugt. So
frægir spælarar sum Kári Nielsen,
Rókur av Fløtum Jespersen og
Jóhan Eivind R. Mouritsen sótu og
hugdu at, meðan komandi
meistararnir beinanvegin spældu
seg til stórar møguleikar.
Pól Jóhannes Justinussen, sum
var størsta B68-verjuálitið, nýtti á
brotsteigarmarkinum
neyðbremsuna ímóti Pálli Mohr
Joensen, og dómarin peikaði á
ellivu metra blettin samstundis,
sum hann vísti miðverjanum
ostaskorpuna.
Toftamenn vildu halda, at
bremsan var nýtt uttan fyri strikuna,
og tað var inngangurin til
frustratiónir, sum neyvan lyftu upp
undir spælið, tí teir í fleiri førum
kendu seg ikki at hava serligt
dómaratekki.
Andrew av Fløtum umsetti úr
ellivu metrum, og tveir minuttir
seinni var hann fyrstur á returbólti
eftir fínt álop og hálvbjarging.
B68 minkaði um munin, tá ið
Jóhan Petur Poulsen við høvdinum
stýrdi bóltin í málið. Toftamenn
høvdu aðrar upplagdar møguleikar.
Keita stútaði á samankomingina, og
Óli Olsen hevði veldugan
møguleika fyri opnum máli og
innan fyri málverjan. Men Poul
Thomas Dam, sum gerst alt
eyðsýndari á vinstra vongverja,
bjargaði á sjálvari málstrikuni.
Hvussu og hvat tað kundi havt
tørnað út, verður, sum maðurin
segði, ein hypotetiskur spurningur.
3-1 til HB, og um tað tvær tær
næstu vikurnar fer at ganga, sum
tað higartil hevur gjørt, so verður
FM-heitið tryggjað, áðrenn hesin
mánaðurin verður liðugur.
Andrew av Fløtum legði lunnar
undir sigurin hjá HB ímóti B68,
men stutt inn í seinna hálvleik
fekk hann seinna gula kortið.
Tað skalaði tó ikki HB, ið vann
ein tryggan sigur
Mynd: Heðin Weihe
Bleiv bara
eitt brak
Bill McLeod Jacobsen, venjari
hjá B68, ásannaði eftir dystin
ímóti HB, at toftamenn møttu
einum sterkum liði á
heimavølli, men at tað kanska
var brotssparkið og útvísingin
tíðliga í dystinum, sum kostaði
tapið í gjár:
– Vit sóu ein HB-ara detta
uttan fyri brotsteigin, og Pól
Jóhannus Justinussen var so
óheppin at standa tætt hjá og
fekk beinleiðis reytt kort, og
tað kanska avgjørdi dystin. Fyri
viku síðani fekk Jóhan Dávur
Højgaard eisini reytt kort í
Vágum, so tað eru tvær øgiliga
keðiligar støður fyri okkum,
sigur Bill.
– Men samanumtikið haldi
eg, at tað fyri tað mesta var ein
øgiliga væl spældur dystur frá
báðum pørtum. Men tað, sum
skuldi verið eitt oddabrak,
bleiv bara eitt brak. Vit byrjaðu
væl og fingu so mótgongd,
men reistu okkum aftur og
kundu havt fingið fleiri mál.
Men tað var nokk betra liðið,
sum vann.
hil
Vit stýrdu tí heila
Páll Mohr Joensen, HB, var fegin um sigurin á B68 í gjár, men tóktist
eitt sindur bilsin, at tað skuldi henda so lætt:
– Vit ætlaðu frá fyrsta bríksli leggja trýst á B68, og tað gekk yvir
evni, tá teir fingu ein mann útvístan og vit fingu brotsspark, fyri síðani
at skora til 2-0 beint aftaná. Mestsum longu at byrja við høvdu vit
fullført tað, vit skuldu, og so var bara at stýra tí allan vegin, segði Páll.
– At Andrew av Fløtum fekk sítt seinna gula kort og fór út, gjørdi
kanska, at vit tóku okkum eitt sindur longur aftur, men eg haldi ikki, at
tann útvísingin tarnaði okkum upp á nakran máta, tí vit høvdu
framvegis stýr á tí.
Meðan HB hevði stýr á, tóktist støðan ein onnur hjá B68, og tað var
týðiligt, at toftamenn kendu seg at vera fyri mismuni: – Teir vóru
øgiliga frustreraðir og róptu nógv eftir dómarunum. Kanska teir hava
kent seg illa viðfarnar, men eg haldi ikki, at tað líktist nøkrum, at teir
leikaðu í, sum teir gjørdu, segði Páll Mohr Joensen.
hil
HB-B68 3-1 (2-0):
FM komið í HB-húsið