mánadagur 17. august 2009síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 17. august 2009 – Nr. 154
Kappingin í
Vodafonedeildini sær
alsamt meira út til at
snúgva seg um annaðhvørt
at vinna silvur ella at
sleppa undan niðurflyting.
Gullstríðið fjarar spakuliga
burtur
FÓTBÓLTUR
Hilmar Jan Hansen
einslistir@kallnet.fo
Hóast vit enn ikki eru komin longur
enn til hálvan august og
landskappingin ikki endar fyrr enn
fyrst í oktober, byrjar eitt mynstur
av álvara at vísa seg á stigatalvuni.
Og tað er eitt mynstur, ið saktans
kann gera tað øgiliga spennandi
ímóti endanum – og samstundis
púra vatndeyvt.
Um byrjað verður í ovara
endanum, so røkist lítið fyri, at HB
fer at fáa nakra serliga kapping um
gullið, tí til tað er leiðslan upp á 10
stig ov stór. Gamaní, onkur kundi
sjálvandi mist allan henda
fyrimunin, men søguliga er eingin
orsøk at halda, at HB fer at gera tað!
Støðan hjá HB er í løtuni tann, at
um liðið vinnur fimm dystir aftrat,
so er føroyameistaraheitið í
skápinum. Fimm sigrar geva 15 stig,
og so er HB uppi á 59 stigum, og
tað klárar einki av teimum næstu
liðunum at fáa. Í veruleikanum
hevur HB so góðan málmun, at 14
stig kunnu eisini gera tað, so fýra
sigrar og tveir javnleikir røkka eisini
á mál.
Við átta umførum eftir, eru
samstundis 24 stig eftir at spæla
um, og soleiðis sum tað hevur
hepnast hjá HB higartil – enntá, tá
tað hevur gingið illa – dugir væl
eingin at síggja fyri sær, at liðið eitt
nú fer at tapa fýra dystir. Og skuldi
tað hent, so krevur tað samstundis,
at onkur av kappingarneytunum
vinnur alt, sum eftir er!
Silvur og bronsa
Sostatt er støðan hjá fýra teimum
næstu á stigatalvuni tann, at tey í
veruleikanum kappast um silvur og
europeiskan fótbólt næsta ár.
Bronsan kann eisini gera tað, men
ætlar tú at vinna bronsuna, noyðist
tú helst at sikta eftir silvurinum
fyrst, tí tey fýra liðini, ið liggja
niðanfyri HB, eru so mikið javnsterk,
at har kann alt henda.
Víkingur, NSÍ, B68 og helst eisini
EB/Streymur koma sostatt at
mynda silvurstríðið, ið kann gerast
sera hart. Enntá so hart, at tað slett
ikki er óhugsandi, at lið sum bæði
AB og ÍF kunnu koma at blanda seg
upp í tað, um tey framvegis koma
at hava viðgongd, samstundis sum
hini beina fyri hvørjumøðrum.
Skal hetta omanfyri nevnda
dømið gerast til skammar, so er tað
í trimum teimm næstu dystunum,
at HB skal snáva, tí tá eru
mótstøðuliðini ávikavist EB/
Streymur, NSÍ og Víkingur. Men fleiri
av teimum hava eisini innanhýsis
dystir í næstum, og tá kann tað
verða so skjótt, at tey hvørt í sínum
lagi fara at leggja so stóra orku í at
jagstra órøkkandi gullinum, at tey
líka nógv leggja fór fyri
hvønnannan, sum at royna eftir HB.
Tí er nógv lættast at hugsa
rationelt og síggja tað sum ein
størri møguleika, enn at nakað
teirra fer at røkka heilt upp á tindin
hetta kappingarárið. Eitt gott og
hart silvurstríð er heldur ikki at
forakta, um einki frægari er. Og í
løtuni røkist einki fyri, at nakað
frægari er, enn júst tað…
Botnurin er botnurin
AB og ÍF, sum »kunnu« sleppa
longur upp, eru samstundis heldur
ikki fullvís í, at tey ikki skulu ansa
sær fyri tí, ið kann koma aftanfyri.
AB er hóast alt bara 11 stig frá
einum plássi undir strikuni, og ÍF
bara átta stig frá at yvirtaka
næstniðasta plássið. Tó eru tey í
einum so frægum stima í løtuni, at
tey í veruleikanum illa kunnu sigast
at verða hótt, tí hini trý, sum eru
niðan fyri tey, vísa seg at orka
øgiliga lítið í løtuni. Hótta tey
nakran, er tað mest seg sjálvan!
B36 er enn beint oman fyri
strikuna, men líkist samstundis tí
veikasta av teimum trimum niðastu,
og einki teirra hevur so brúk fyri
grundleggjandi broytingum í spæli
og avriki, sum júst árstalsfelagið.
Har gongur ikki um fliðuna, og á
vøllinum hava síðstu
mótstøðuliðini ikki havt fyri neyðini
at spent seg ordiliga út, so veik og
vandaleys hevur mótstøðan verið.
KÍ kann bíta frá sær, sum eisini
sást í Runavík í gjár, og tá var talan
enntá ikki um sterkastu
uppstillingina, um gingið verður út
frá styrkinum, felagið hevur fingið í
summarsteðginum. Hóast
klaksvíkingar alt kappingarárið
hava verið í beinleiðis
niðurflytingarvanda, hava teir ein
potentiellan møguleika fyri at fáa
vend í, so teir kunnu tryggja sær
eina tilveru í bestu mansdeildini
eitt ár aftrat.
Tað allarniðasta liðið, 07 Vestur, er
tað einasta av hesum trimum, ið er
vert tær 80 krónurnar, tað kostar at
síggja dystir í Vodafonedeildini.
Vágaliðið dugir og megnar at
spæla fótbólt og eisini at skjóta
mál, og dysturin í gjár var bara tann
fjórði í ár, at 07 Vestur fór málleyst
av vølli. Men júst tað nyttar bara so
lítið, tá tað framvegis er
verjuspælið, ið haltar, tí higartil
hevur ligið illa fyri at skorað so
mikið av málum, at tey hava verið
fleiri enn tey, sum eru farin inn.
Ikki minst hjá hesum trimum
niðastu verða tey trý komandi
umførini sera avgerandi, og tað
verður helst botnstríðið, ið fær flest
eygu eftir sær komandi vikurnar.
Har er tað bæði spennandi og
náðileyst, og tað eru element, ið –
uttan at tað skal skiljast sum ónt –
tiltala tey, ið leita eftir spennandi og
avgerandi fótbóltsdystum at
hyggja at.
Bara 14 stig
aftrat…
Real Madrid dopað
At spanska stórfelagið, Real Madrid, hevur brúkt yvir
hálvaaðru milliard krónur til keyp av nýggjum spælarum,
samanber venjarin hjá enska Arsenal, Arsene Wenger, nú
við fíggjarliga doping: – Vit í Arsenal liva við teimum
pengunum, vit hava, meðan onnur feløg fáa kunstigar
inntøkur frá sínum eigarum, sigur Wenger, sum sjálvur fyrr
í ár fekk eitt tilboð um at gerast venjari hjá Real Madrid –
men hann tók ikki av.
Inter eftir Sneijder
Italska meistaraliðið, Inter, er komið ásamt við Real Madrid um, at
Inter skal keypa hollendska landsliðsspælaran, Wesley Sneijder.
Sambært heimasíðuna 24oredisport.com, skal Inter verða til
reiðar at rinda 142 milliónir krónur fyri 25 ára gamla
hollendingin, ið er dottin eitt sindur niður ímillum, eftir at Real
Madrid í summar hevur rokað sær liðið við dýrum stjørnum.
Næstu trý
umførini
19-08
HB-EB/Streymur
19-08
ÍF-B36
19-08
KÍ-Víkingur
19-08
07 Vestur-NSÍ
19-08
B68-AB
22-08
Víkingur-07 Vestur
23-08
EB/Streymur-B68
23-08
NSÍ-HB
23-08
B36-KÍ
23-08
AB-ÍF
30-08
HB-Víkingur
30-08
KÍ-AB
30-08
07 Vestur-B36
30-08
B68-ÍF
31-08
EB/Streymur-NSÍ
HB tók sær so væl av B68 í gjár, at toppdysturin ongantíð gjørdist
ordiliga spennandi. B68 var annars ein av síðstu vónunum, men
nú HB er 10 stig framman fyri nummar tvey, er tað bara ein
spurningur um tíð, til HB hevur vunnið sítt føroyameistaraheiti
nummar 20
Mynd: Heðin Weihe