Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-17, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. august 2009síða 15

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 17. august 2009 Tá tær stóru finalurnar eru, ger Usain Bolt vart við seg. Hann var heimsins skjótasti undan 100 metra HM-finaluni í Berlin í gjárkvøldið, men við enn einum heimsmeti vísti hann enn eina ferð, at neyvan verður hann tikin í bræði FRÆLSUR ÍTRÓTTUR Hilmar Jan Hansen einslistir@kallnet.fo Tá Usain Bolt í fjørsummar setti nýtt heimsmet á 100 metra teininum og gjørdist fyrsta menniskjað, sum brúkti minni enn 9,7 sekund um teinin, lá líkasum í luftini, at hann saktans kundi gera tað aftur og enntá væl skjótari. Tað sást á mátanum, hann undir OL í Peking rann við tíðini 9,69 sekund. Hann mestsum gavst einar 20 metrar, áðrenn hann kom á mál, og næstan bara joggaði tað allarsíðsta. Men framvegis var hann nógv fremstur og knústi gamla heimsmetið. Í gjárkvøldið vóru so øll eygu aftur vend ímóti honum, tá 100 metra finalan í HM-kappingini í Berlin var á skránni, og heimsins skjótastu sprintarar stóðu lið um lið. Spurningurin var, um Usain Bolt fór at seta enn eitt heimsmet, ella um tað var tað og kanska onkur heilt annar kanska fór at vinna. Men Bolt vísti kappingarneytunum onga náði, og enn eina ferð sást hann renna róliga og við fullum tamarhaldi á bæði sær sjálvum og teimum, hann kappaðist við. Síðsta helmingin av teininum hevði hann hug at skeita til høgru fyri at vita, um nakar var í nánd, so hann kanska skuldi seta ferðina longur upp. Har var bara eingin, ið hótti hann, og hóast tíðin vísti 9,58 sekund, hevði tú enn eina ferð eina kenslu av, at hetta var ikki alt. Usain Bolt sær framvegis út, sum megnar hann meira. Kanska niður á 9,4 Samstundis sum ein dopinggøla hevur gjørt um seg í heimlandi hansara, Jamaica, slepst sjálvandi ikki undan, at ein ávísur illgruni stingur seg upp. Tá Usain Bolt setti fyrra heimsmet sítt undir OL, var søguligi veruleikin, at tríggir av teimum fimm síðstu OL-vinnarunum á 100 metrum vóru avdúkaðir fyri doping, so tí er kanska ikki so løgið, at fleiri eru ivingarsom. Men samstundis halda fleiri av serfrøðingunum ikki, at tann mestsum óveruliga renningin hjá Usain Bolt hevur nakað tilknýti til doping og ólógliga framferð. Millum annað verður víst á, at hann síðani 15 ára aldur hevur havt tíðir, sum hava verið langt framman fyri tað, ið væntast kundi av einum í hansara aldri. Talan hevur verið um eina javna og náttúrliga framgongd allan vegin, og eisini vísa fleiri á, at Usain Bolt altso er ein heilt serligur rennari. Við sínum 196 sentimetrum líkist hann ikki kappingarneytunum og teimum, ið plaga at gera seg galdandi sum sprintarar, men við sínum heilt serliga stíli megnar hann tað ótrúliga. Sjálvur ivast Bolt ikki í, at hann kann renna uppaftur skjótari, enn hann gjørdi í gjárkvøldið, og hann hevur sagt, at hann heldur seg vera føran fyri at renna við einari tíð, sum kemur niður ímóti 9,4 sekundum! Bara tað ger tað vert at halda eyguni við honum, tí hann borgar í øllum førum fyri, at tá tær stóru 100 metra finalurnar eru á skránni, hendir altíð nakað heilt serligt. Heimsins skjótasti Heimsins skjótasti maður, Usain Bolt, setti í gjárkvøldið enn eitt nýtt heimsmet í 100 metra renning, tá hann í HM-kappingini í Berlin hevði tíðina 9,58 sekund Síðstu 10 heimsmetini 9,58 sekund Usain Bolt (Jamaica) 16. august 2009 9,69 sekund Usain Bolt (Jamaica) 16. august 2008 9,72 sekund Usain Bolt (Jamaica) 31. mai 2008 9,74 sekund Asafa Powell (Jamaica) 9. september 2007 9,77 sekund Asafa Powell (Jamaica) 14. juni 2005 9,79 sekund Maurice Greene (USA) 16. juni 1999 9,84 sekund Donovan Bailey (Kanada) 27. juli 1996 9,84 sekund Leroy Burrell (USA) 6. juli 1994 9,86 sekund Carl Lewis (USA) 25. august 1991 9,90 sekund Leroy Burrell (USA) 14. juni 1991