mánadagur 17. august 2009síða 25
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 17. august 2009 – Nr. 154 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 25
Eingin sigur til van Gaal
Nýggi venjarin hjá týska stórfelagnum, Bayern München,
Louis van Gaal, hevur ikki júst havt eydnuna við sær í
starvinum. Heldur ikki í øðrum dystinum í Bundesliguni
eydnaðist at fáa ein sigur, tí um vikuskiftið spældi Bayern
München javnt 1-1 ímóti Werder Bremen. Javnleikur var eisini
úrslitið í fyrsta dystinum, so eftir tvey umfør hevur Bayern
München enn bara tvey stig.
Spæla við fótleinkju
Polski málverjin, Arek Onyszko, sum í donskum rætti hevur fingið
dóm fyri harðskap ímóti fyrrverandi unnustu síni, vil fegin sleppa
at spæla fótbólt við sokallaðari fótleinkju, heldur enn at skula sita
í opnum fongsli í 30 dagar, sum dómurin sigur. Sleppur hann tað,
verður hann við á liðnum hjá FC Midtjylland, sum í kvøld í Odense
spælir ímóti gamla felag hansara, OB, ið gav honum sekkin, tá
hann var ákærdur í harðskapsmálinum.
Tey »fýra stóru« í Premier
League høvdu sera
ymiskar dystir í fyrsta
landskappingarumfarinum
um vikuskiftið, har tað
eydnaðist Arsenal, Chelsea
og Manchester United
at vinna. Liverpool mátti
hinvegin óvæntað lúta fyri
Tottenham
PREMIER LEAGUE
Hilmar Jan Hansen
einslistir@kallnet.fo
Fleiri hava ivast í dygdunum hjá
unga Arsenal-liðnum, men
leygardagin vístu The Gunners seg
frá síni allarbestu síðu og vunnu ein
knúsandi stórsigur á Goodison Park
í Liverpool, har Everton mátti síggja
1-6 standa á máltalvuni, tá liðugt
var.
Denilson legði Arsenal á odda
við einum dreymasparki, men bara
seks minuttir seinni var hann
týdningarmikil í hinum endanum,
har hann á sjálvari málstrikuni
bjargaði einum skallara frá Eveton-
spælaranum, Marouane Fellaini.
Beint eftir økti Arsenal til 2-0 við
einum frísparki, sum Robin van
Persie sendi í pannuna á nýggja
verjuspælaranum, Thomas
Vermaelen, og stutt fyri hálvleik
stóð William Gallas fyri tørni og
gjørdi tað til 3-0.
Við tveimum málum á rað syrgdi
tann serstakliga vælupplagdi Cesc
Fabregas fyri, at Arsenal kom upp á
5-0, áðrenn afturíafturkomni
Eduardo var á blettinum, eftir at
Andrei Arshavin hevði skotið á
stongina, og so var 6-0.
Í yvirtíðini eydnaðist Louis Saha
at pynta um úrslitið fyri Everton,
men tað rørdi tó ikki við, at Arsenal
við stórsigrinum fekk best
hugsandi byrjanina í nýggja
kappingarárinum í Onglandi.
United fekk stigini
Meistaraliðið, Manchester United,
fekk væntaða heimasigurin ímóti
Birmingham sunnudagin, men
hóast nógvar møguleikar, skuldu 32
minuttir ganga, áðrenn Wayne
Rooney fyrst royndi seg við
høvdinum og síðani smekkaði við
fótinum til returin og legði United á
odda.
Hóast Birmingham stríddist væl
og eisini hevði onkran kjans, var tað
Manchester United, sum stýrdi tí
mesta í seinna hálvleiki. Tó var ta
einu ferðina neyðugt hjá Evra at
bjarga á strikuni, so Birmingham
kundi stolið sær eitt stig.
Eisini hevði debutanturin,
Christian Benitez, eitt gott skot, ið
noyddi Ben Foster í United-
málinum at vísa síni bestu kynstur
og bjarga út til hornaspark.
Men nærri kom Birmingham ikki,
og meistaraliðið fekk sostatt ynsktu
byrjanina upp á nýggja
kappingarárið.
Spurs-sensatión
Tottenham syrgdi fyri einum av
mest óvæntaðu úrslitunum í fyrsta
umfarinum, tá tað á heimavølli
leygardagin eydnaðist at vinna 2-1
á Liverpool. Benoit Assou-Ekotto
legði vertirnar á odda í fyrra
hálvleiki, og tað gav Spurs mót
uppá at jagstra annað málið, heldur
enn at binda fyri.
Men fyribils prísurin fyri tað
gjørdist, at besti spælarin á
vøllinum, Glen Johnson, sum
spældi sín fyrsta dyst fyri Liverpool,
vann liðnum eitt brotsspark, sum
Steven Gerrard setti í netið til 1-1.
Tað skuldi tó vísa seg, at
Tottenham eisini hevði nýtt fólk á
sínum liði, ið dugdi síni ting, og eitt
lítið korter inn í seinna hálvleik
eydnaðist miðverjanum, Sebastian
Bassong, at skalla ein frísparksbólt
frá Luka Modric í málið til 2-1, sum
eisini gjørdist endaliga úrslitið.
Tvær ferðir Drogba
Hóast tað í evstu sekundunum
eydnaðist Chelsea at fáa trý stig
burtur úr sínum fyrsta dysti, tá Hull
leygardagin var á vitjan, gjørdist
talan um ein debutdyst til nýggja
venjaran, Carlo Ancelotti, ið gjørdist
væl meira spennandi, enn hann
mundi brýggja seg um.
Heimaliðið legði annars hart út
og brendi fleiri góðar kjansir, fyri
síðani at fáa eitt mál ímóti sær, sum
Stephen Hunt skoraði, tá lítil hálvur
tími var farin. Tað var forrestin hann,
ið var upphavið til skallabrotið hjá
Chelsea-málverjanum, Petr Cech, í
2006.
Chelsea svaraði skjótt aftur, og 10
minuttir seinni javnaði Didier
Drogba við einum góðum frísparki.
Hann var nú heldur ikki heilt
liðugur, hóast komið var heilt út í
evstu yvirtíðina, áðrenn Drogba
aftur var á blettinum og skoraði úr
spískum til endaliga úrslitið, 2-1.
Arsenal
avhøvdaði
Everton
Premier League, úrslit
Chelsea-Hull
2-1
Aston Villa-Wigan
0-2
Wolverhampton-West Ham
0-2
Blackburn-Manchester City
0-2
Bolton-Sunderland
0-1
Portsmouth-Fulham
0-1
Stoke-Burnley
2-0
Everton-Arsenal
1-6
Manchester United-Birmingham
1-0
Tottenham-Liverpool
2-1
Eftir annað av málum sínum leygardagin, valdi Cesc Fabregas, sum var besti maður hjá Arsenal, at
heiðra deyða vinmann sín, Dani Jarque, sum doyði av einum hjartatilburði tann 8. august. Jarque var
liðformaður hjá spanska liðnum, Espanyol
Wayne Rooney, sum her skorar sigursmálið fyri Manchester United leygardagin, fekk saman við
liðfeløgunum ynskiligu byrjanina upp á nýggja kappingarárið í Onglandi