mánadagur 17. august 2009síða 26
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 17. august 2009 – Nr. 154
Samstundis sum ein
dystur og ein minikapping
eru á skránni hjá
Lassanum Isaksen, er
hann ein av 48 altjóða
dómaraeygleiðarum, sum
eru valdir út av UEFA at
eygleiða bólkaspælið í
UEFA Europa League. Fimm
dómarar skulu døma í
hvørjum dysti
FÓTBÓLTUR
Hilmar Jan Hansen
einslistir@kallnet.fo
Í samfull 11 ár, frá 1986 til 2006, var
Lassin Isaksen altjóða
fótbóltsdómari, og síðani hann
gavst 45 ára gamal fyri aldur, hevur
hann verið altjóða
dómaraeygleiðari. Uppgávurnar
hava verið nógvar og ymiskar, og
nú stendur aftur ein nýggj
avbjóðing fyri framman.
– Eg havi frá UEFA fingið at vitað,
at eg eri ein av tilsamans 48
dómaraeygleiðarum, sum eru valdir
út at eygleiða bólkaspælið í nýggju
europeisku kappingini fyri feløg,
UEFA Europa League. Hetta merkir,
at eg nú skal á eitt serligt
eygleiðaraskeið hjá UEFA, greiðir
Lassin frá.
– Enn veit eg ikki so øgiliga nógv
um, hvørjar ítøkiligu ætlanirnar eru
við hesum, men vit verða 48
eygleiðarar, sum skulu á skeiðið
saman við 48 dómarum, ið eisini
eru úttiknir til bólkaspælið. Tað,
sum tað nokk mest snýr seg um, er
nýggja skipanin við tveimum
dómarum aftrat, sum skulu standa
aftan fyri málini, meðan dystirnir
eru í gongd.
Fýra eygu aftrat
Teir báðir dómararnir, sum koma
aftrat, skulu standa aftan fyri
mállinjuna, haðani teir skulu halda
eyga við tí, sum hendir í
brotsteiginum, og millum annað
skulu teir hjálpa til við
brotssparksstøðum og ivamálum,
eitt nú um bólturin er farin um
málstrikuna ella ikki. Síðani
samskifta teir við høvuðsdómaran
við sendiútgerð, so skjótar avgerðir
kunnu takast.
Tað UEFA-forsetin, Michel Platini,
sum eigur uppskotið, og bæði UEFA
og FIFA eru sinnað at gera nakrar
royndir við hesum. – Øll eru samd
um, at fýra eygu aftrat fara at gera
tað lættari hjá dómarunum at røkja
sína uppgávu, sum er blivin alsamt
torførari og í summum førum
mestsum ómøgulig, tí spælið
gongur skjótari og spælararnir eru
so væl fyri, hevur Michel Platini
sagt.
Í fjørheyst var ein roynd gjørd við
tveimum slíkum dómarum, tá
minikappingar vóru fyri U19-lið, og
hetta vísti seg at eydnast stak væl.
Bæði dómaraeygleiðarar og aðrir
eygleiðarar lótu væl at og hava
mælt til, at fleiri royndir verða
gjørdar, so henda skipan kann
verða sett í verk.
Royndin, sum nú verður gjørd í
bólkaspælinum í UEFA Europa
League, verður helst tann seinasta,
áðrenn hægsta lóggevandi
nevndin í FIFA tekur endaliga støðu
til, um skipanin við tilsamans fimm
dómarum skal setast í verk.
Meira at eygleiða
Frammanundan hevur
dómaraeygleiðarin úr at gera við at
eygleiða ein dómara og tveir
hjálpardómarar, so tað sigur seg
sjálvt, at eisini eygleiðarauppgávan
verður størri, um tveir dómarar
koma aftrat. Tí er tað, at UEFA skipar
fyri einum skeiði fyri bæði og
dómarar og dómaraeygleiðarar.
– Alt hetta er so nýtt, at eg má
siga sum er, at eg veit ikki so væl,
hvat alt hetta gongur út uppá. Tí
dugi eg ikki at siga so nógv um tað,
fyrr enn eg havi verið á hesum
skeiðnum, sigur Lassin Isaksen, ið
gjørdist eitt sindur bilsin, tá hann
fekk at vita, at hann var ein av
teimum 48 útvaldu
dómaraeygleiðarunum.
– Frammanundan hevði eg ein
dyst í Liechtenstein at eygleiða í
komandi mánaði, umframt eina
minikapping, men nú leyp alt upp í
røkur, so eg veit ikki, um eg kann
taka av øllum. Greitt er tó, at fari eg
ikki á hetta skeiðið, kann eg ikki
eygleiða dystir í UEFA Europa
League, so tað haldi eg, at eg í
øllum førum velji fram um alt hitt,
um eg ikki kann fáa alt við.
Redknapp ilt av sær
Venjarin hjá enska Tottenham, Harry Redknapp, gevur nú ilt av sær,
eftir at fleiri av hansara spælarum hava hugt ov djúpt í glasið í
síðstuni. David Bentley rendi við kenning á ein ljóssteyra við bili
sínum, og Ledley King var í mai handtikin fyri gøtuófrið. – Talan er um
ítróttarfólk, ið forvinna ófatiliga nógvar pengar, og tá kappingin er í
gongd, mugu tey halda seg edrú, sigur Redknapp.
Phelps í bilóhappi
Amerikanski svimjarin, Michael Phelps, var hósdagin fyri einum
ferðsluóhappi í bili og fekk skaða í annan fótliðin. Men hóast tað, so
ætlar áttafaldi OL-vinnarin at venja sum vant hesa vikuna. – Eg havi ilt í
fótliðinum, men hann er kannaður, og har vísti seg ikki at vera nakað,
sum er so mikið ringt, at tað heldur mær frá venjingini, skrivar Phelps á
Facebook.
Todi enn
tann besti
Enn hevur eingin útlendskur spælari í donsku
superliguni staðið seg betur enn Todi Jónsson,
hóast tað eru meiri enn fýra ár, síðani hann gavst í FC
Keypmannahavn
FÓTBÓLTUR
Hilmar Jan Hansen
einslistir@kallnet.fo
Tað vakti ans, tá Todi Jónsson í summarsteðginum bustaði dustið av
fótbóltsgaggunum og valdi at koma aftur til Føroya at hjálpa
niðurflytingarhótta KÍ. Tá hevði Todi ikki spælt á hægsta stigi í trý ár,
síðani hann var í norska Start, har hann var í eitt ár, beint eftir tíðina í FC
Keypmannahavn.
Ásannast má, at tað at skjóta mál, hevur ikki verið fremmant í hansara
verð. Serliga í superliguni, har hann brúkti síni bestu fótbóltsár frá 1994
til 2005, harav trý tey fyrstu vóru í Lyngby, men síðani tann stóra tíðin í
FC Keypmannahavn, har hann frá 1997 til 2005 spældi væl yvir 200
dystir og skoraði tilsamans 72 mál.
Hóast nógvir aðrir góðir útlendingar hava gjørt vart við seg sum
sannir málrevar í donsku superliguni, er Todi enn tann, ið hevur gjørt
mest um seg av øllum. »Her eru útlendsku málmaskinurnar«, staðfestir
Jyllands-Posturin í grein í farnu viku, har 15 teir bestu útlendsku
málslúkarnir verða nevndir.
Heiðurin sum tann fremsti av teimum øllum, er fallin Toda í lut, og tað
er ikki minst merkisvert, tá havt verður í huga, at hann ikki hevur spælt í
donsku superliguni í meiri enn fýra ár, í juni 2005. Sostatt kundu fleiri
havt gjørt vart við seg – og hava óivað eisini gjørt tað. Men eingin teirra
hevur tó megnað at tikið »málmaskinuna« úr Klaksvík.
Lassin Isaksen er ein av 48
altjóða dómaraeygleiðarum,
sum UEFA hevur tikið út til
bólkaspælið í UEFA Europa
League, har ikki færri enn fimm
dómarar skulu døma hvønn
dyst
Mynd: FSF
Hóast tað eru meiri enn fýra ár, síðani Todi Jónsson spældi
í donsku superliguni, er hann framvegis mest skorandi
útlendingurin í bestu donsku deildini. Her avmyndaður í gjár, tá
hann rann sær ein túr eftir dystin ímóti NSÍ og KÍ, sum hann sá
frá bonkinum
Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir
Lassin millum
teir 48 útvaldu