týsdagur 18. august 2009síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 155 - 18. august 2009
Gomlu húsini hjá
Eliesar Sørensen í
Klaksvík vóru í gjár
flutt í heilum líki
frá Stangavegi 29 til
Stangaveg 55
flutningur
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Eliesar Sørensen, sum var
ættaður úr Fugloy, átti hesi
húsini,
sum
Klaksvíkar
kommuna keypti fyri nøkr
um árum síðani, tí tey stóðu
í vegin fyri menningini.
Húsini vórðu boðin út til
niðurrívingar, og Gunnar
Gunnarsson beyð upp á nið
urtøkuna og flutti húsini í
heilum líki.
Gunnar keypti fyri nøkr
um árum síðan húsini hjá
Egil Lindal við Stangavegin
við 1400 fermetra stórum
grundstykki,
sum
síðan
varð matrikulerað sundur í
tvey stykkir. Á niðara stykk
inum hevur hann gjørt ein
grund klára til gomlu hús
ini.
Eitt stórt fyrireikingarar
beiði mátti gerast, áðrenn
húsini kundu flytast. Tveir
Hdragarar vórðu lagdir
húsini og sveisaðir saman,
soleiðis at tey kundu lyft
ast.
Tað er byggivirkið Sp/f
Norðhús v.Rógva Josephsen
í Klaksvík, sum hevur stað
ið fyri flytingini, og kranin
og lastbilurin vórðu leigað
frá Løvubetong við Norð
skála.
Húsini við dragarum vig
aðu 18 tons, so tað skuldi
ein stór kontravekt til fyri
at kunna lyfta húsini upp
um tey ovaru húsini og á
grundina. Gunnar sigur, at
arbeiðið gekk sera væl og
húsini komu á grundina
uttan at fáa nakran snudd.
Húsini, sum eru bygd í
1932, eru annars púra frísk
og skulu nú setast í stand,
vindeyguni skulu skiftast
og tey skulu skifta klædning
og bjálvast.
Fluttu hús í heilum líki
Húsini verða lyft upp um tey ovaru húsini
og sett á grundina, sum er gjørd niðanfyri
Myndir: Dávur Winther