týsdagur 18. august 2009síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 155 - 18. august 2009
Sir John Butterfill og
Alistair Carmichael
eru tveir av gott 20
limum í sonevnda
Føroyabólkinum í
enska Undirhúsinum.
Teir eru á vitjan
í Føroyum hesa
vikuna sum gestir hjá
uttanríkisráðnum
VITJAN
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Í enska Undirhúsinum er
ein bólkur settur á stovn,
hvørs endamál er at betra
um viðurskiftini millum
Ongland og Føroyar.
Bólkurin telur fleiri enn
20 limir, og fyri fyrstu ferð
eru limir úr hesum bólkinum
á vitjan í Føroyum.
Ætlanin var, at fýra mans
skjuldu koma á vitjan, men
einum barst frá, og hin fekk
ongan flogferðaseðil frá
Edinborough, so tað er
óvist, um hann kemur.
Men teir báðir, Sir John
Butterfill
og
Alistair
Carmichael,
komu
við
flogfarinum í gjár og skulu
vera her til hósdagin.
Sir John Butterfill er
konservativur og umboðar
Bournemouth á suðursíðuni
av Onglandi, meðan liberali
demokraturin, Alistair Car
michael, umboðar Orkney
og Hetland.
Eg havi verið í Føroyum
fyrr, men tað eru eini 40 ár
síðani. Eg hitti eina føroyska
kvinnu í Onglandi, og
fyrstu ferð eg var í Føroyum,
kom eg við Tjaldrinum
umvegis Keypmannahavn.
Aðru ferð var upp undir jól,
tá eg slapp við einum før
oyskum trolara, Saksaberg,
úr Aberdeen til Føroya. Eg
minnist hetta væl, tí veðrið
var so ógvuliga vánaligt,
sigur Sir John Butterfill.
Men
hóast
Alistair
Carmichael er av Orkney,
er hetta fyrstu ferð, hann
vitjar her á klettunum.
Líkt Føroyum
Áhugin
hjá
Sir
John
Butterfill fyri Føroyum er
sostatt
gamal,
meðan
Alistair Carmichael heldur
tað vera náttúrligt, at hava
áhuga fyri sínum grannum.
Báðir meta, at teirra øki
hevur nógv til felags við
Føroyar. Orkney og Hetland
eru
oyggjasamfeløg
lík
Føroyum, og eisini Bourne
mouth hevur sínar fiski
menn, eins og býurin hevur
oljuvinnu.
Teir báðir skulu tosa við
føroyskar politikarar hesar
dagarnar, men teir vóna
eisini at fáa orðið á fólk úr
vinnuni.
Við á ferðini er eisini
føroyski sendimaðurin í
London, Áki Johannesen.
Hann hevur gjørt nógv fyri
at fáa samstarvið millum
føroyska bólkin í Undir
húsinum og Føroyar í lag.
Áki Johannesen sigur, at
tað er nú eitt snøgt ár síðani,
at bólkurin var settur á
stovn, og Alistair Carmi
chael er ein av undangongu
monnunum.
Eg royndi fyri nøkrum
árum
síðani
at
stovna
føroyabólkin, men reglurnar
vóru so strangar tá, at hetta
læt seg ikki gera. Av tí at
Føroyar eru undir donsku
trúnuni, varð sagt tá, at
bólkurin eisini mátti vera
undir danska bólkinum í
Undirhúsinum, sigur Sir
John Butterfill.
Hesaferð gekst tó mun
andi betri, og við Alistair
Carmichael á odda bleiv
bólkurin settur á stovn.
Reglarnir eru munandi
lempiligari nú, og tað var
als eingin trupulleiki at
stovna føroyabólkin, sigur
Alistair Carmichael.
Læra hvør av øðrum
Tað
finnast
líknandi
bólkar í Undirhúsinum, so
sum ein danskur bólkur.
Hesir hava síni áhugamál,
eins og føroyski bólkurin
hevur.
Endamálið við bólkinum
er at skapa størri vitan um
Føroyar í Onglandi, og at
vit kunnu læra av før
oyingum eins og føroyingar
kunnu læra av okkum, sigur
Alistair Carmichael.
Sir John Butterfill hevur
áður tikið til orðanna í
Undirhúsinum
vegna
føroyingar.
Tað var tá ið grindadráp
østi fólk í Onglandi. Tað
varð eisini havt á orði í
Undirhúsinum,
men
eg
greiddi tinginum frá, at tað
var einki ørvísi enn tá
onglendingar drepa neyt.
Eg greiddi teimum eisini
frá, at grindadráp ikki fer
fram
við
handilsligum
vinningi fyri eyga, men at
tað einans verður gjørt fyri
at fáa forkunnugan mat á
borðið, sigur Sir John
Butterfill.
Teir báðir vænta sær nógv
burtur
úr
vitjanini
í
Føroyum.
Eg havi ongantíð verið
nakrastaðni á vitjan, uttan
at hava fingið eitthvørt
heim við mær aftur, og tað
vænti eg eisini, at eg fái á
hesi Føroyaferðini, sigur
Alistair Carmichael.
Enskir parliamentslimir
á vitjan
Sir John Butterfill og
Alistair Carmichael
uttan fyri Hotel
Føroyar
Mynd: Jens Kristian Vang
Arktiskan sendiharra
Kanadiska stjórnin umhugsar at seta ein serligan sendi
harra, sum skal arbeiða við ymsum arktiskum spurning
um burturav. Starvið sum arktiskur sendiharri bleiv sett
á stovn longu í 1994, men tað bleiv niðurlagt í 2006
orsakað av sparingum á fíggjarlógini. Tí hevur eingin
verið í hesum starvinum síðani, men nú verður tað
væntandi sett aftur, skrivar KNR. Orsøkin er, at áhugin
fyri tí arktiska økinum er vaksin nógv tey seinastu árini,
tí hildið verður fyri vist, at nógv olja og gass eru undir
havbotninum í póløkinum.
Tingmaður tosaði enskt
Guðlaugur Þór Þórðarson, sum umboðar Sjálfstæðisflokkin í
íslendska Altinginum, fekk ein átalu frá tingformanninum,
tá hann í gjár loyvdi sær at tosa enskt á tingsins røðarapalli.
Tað var í sambandi við ein fyrispurning, at tingmaðurin
endurgav brot úr einari samrøðu, sum eitt útlendskt blað
hevði havt við ein íslendskan ráðharra. Teksturin var á
enskum, men tað hóvaði ikki Ástu Ragnheiði Jóhannes
dóttir, altingsformanni. Hon átalaði tingmannin fyri at tosa
enskt og segði, at vilja tingmenn endurgeva útlendskan tekst,
skulu teir týða hann til íslendskt fyrst.