týsdagur 18. august 2009síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 155 - 18. august 2009
Síðan ársbyrjan,
eru nú eini 60 fólk
færri í starvi hjá
skipasmiðjuni MEST,
sum tó framvegis
hevur fitt av virksemi
í Havn, Skála og í
Runavík. Stjórin,
Eyðfinn Egholm,
ásannar, at tað verður
trupult at fáa árið í
ár at hanga saman
fíggjarliga, men hann
vónar kortini, at
samlaða virksemið fer
at geva eitt lítið avlop,
tá samanum kemur
Ídnaður
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
MEST, sum er ein saman
renning av skipasmiðjunum
í Havn og á Skála, bedingini
í Vestmanna og fyrrverandi
FJM í Runavík, hevur í
hesum árinum sagt umleið
60 fólkum úr starvi. Tíðliga
í hesum árinum segði felag
ið 25 fólkum upp, og í
summar eru 35 fólk aftrat
søgd úr starvi.
Neyðug tillaging
Stjórin í MEST, Eyðfinn
Egholm, sigur, at uppsagn
irnar, sum felagið hevur
sæð seg noytt til at fremja
til tess at laga fyritøkuna til
minkandi virksemi, ikki
bert fevna um sjálvt smiðju
virksemi, men eisini um
eitt nú goymsluog skriv
stovuvirksemi.
Vit eru umleið 200 fólk
í starvi hjá MEST í dag,
og vit vóna, at grundarlag
verður fyri okkum øllum,
ið eftir eru. Líkt er eisini til,
at tillagingin, sum verið
hevur, er á leið hon, sum
tørvur nú tykist vera á.
Tórshavnar Skipasmiðja
hevur heilt síðan byrjan
verið ein væl rikin fyritøka,
sum hevur havt avlop í
rakstrinum á hvørjum ári.
Men fyritøkan er eisini
vaksin við keypi av øðrum
smiðjuog bedingsvirksemi,
eitt nú skipasmiðjuni á
Skála og FJM í Runavík,
sum serliga arbeiðir við
rustfríum stáli.
Eyðfinn Egholm sigur, at
árið í fjør gav eitt lítið
avlop.
Í fyrru helvt av 2008
høvdu vit framvegis byggi
sáttmála á Skála, men sein
asti ársfjórðingur av árinum
royndist ikki væl. Í ár hevur
verið uppaftur minni virk
semi, og tí hava vit verið
noydd at tillaga arbeiðsork
una og harvið lønarútreiðsl
urnar til minkandi virksemi.
Hampiligt summar
Eyðfinn sigur, at í løtuni
eru tvey skip á bedingini
hjá MEST í Havn. Hesi eru
pelagiska skipið Næraberg
og línuskipið Venus.
Á Skála standa tveir
ísfiskatrolarar í dokkini.
Teir eru Kalsevni og Grímur
Kamban, eins og garna
skipið Oknin hevur staðið á
bedingini á Skála seinastu
vikurnar.
Í flestu førum er talan
um vanligt viðlíkahald, men
í onkrum føri er talan um
heldur størri arbeiði.
Hann sigur, at teir, sum
eiga Oknina, bíða eftir
eykaluti, og tí hevur skipið
staðið uppi so leingi.
Tað hevur verið rímiligt
við virksemi í juli og higartil
í august, men soleiðis, sum
gongdin hevur verið tað
mesta av einum ári, er ikki
vanligt,
at
”listin”
yvir
umvælingar og aðrar ábøtur
er langur. Skip koma og fara,
og tí er torført at meta um,
hvat liggur fyri framman.
Spurdur, um tey umleið
200 fólkini, sum í dag
starvast hjá MEST, kunnu
vænta sær at vera verandi,
endurtekur stjórin, at so
leiðis, sum út sær beint í
løtuni, vónar hann, at so
verður.
Skifta ímillum
Minkandi
virksemi
hjá
MEST hevur ført til, at
neyðugt hevur verið at skift
fólk ímillum eitt nú MEST
í Havn og MEST á Skála –
alt eftir, hvar skipini eru
uppi, og hvørjar umvæl
ingarnar eru.
Tá tað fyrr í summar
ljóðaði, at MEST at kalla
fór at gevast við sínum
virksemi á Skála, vóru fólk
sum hildu, at hetta illa
kundi passa.
Á Skála er stór dokk og
60 fólk
færri á
MEST
MEST-samtakið er ein samanrenning av MEST Tórshavn,
MEST Skála, MEST Vestmanna og MEST Runavík. Avb-
jóðingin hjá samtakinum er í høvuðsheitum at smíða,
umbyggja og umvæla skip. Hetta verður gjørt í Tórshavn,
á Skála og í Vestmanna. Deildin í Runavík arbeiðir serliga
við rustfríum stáli og veitir tænastur til hesar. PAM Off-
shore Service er dóttirfelag hjá MEST, sum hevur virksemi
í Noregi.
FAKTA
600 børn eitrað
Fólk í kinesisku bygdini Basoji lupu í gjár á eitt virki, sum
bræðir sink og blýggj, tí tey vilja vera við, at virkið sum
hevur eitrað meiri enn 600 børn. Fólk brutu girðingarnar
kring virkið og løgdu á fleiri flutningsbilar hjá virkinum,
skrivar almemnna tíðindastovan Xinhua. Myndugleikarnir
hava meiri enn 100 løgreglumenn at sissa tey illu bygdar
fólkini. Sambært BBC hevur virkið viðurkent, at roykurin
frá bræðingini kann vera eitrandi, og hevur virkið tí átikið
sær ábyrgdina av, at meiri enn 600 børn eru vorðin sjúk, og
at umleið 150 teirra eru flutt á sjúkrahús.
Kim Dae-jung deyður
Fyrrverandi suðurkoreanski forsetin Kim Daejung er deyður
eftir at hava ligið á sjúkrahúsi teir seinastu mánaðirnar við
lungnabruna. Hann bleiv 85 ár. Kim Daejung verður
roknaður sum ein av undangongumonnunum fyri demokratii
í Asia. Í seksti og sjeytiárunum stóð hann á odda fyri
andstøðuni í Suðurkorea, sum tá hevði hernaðarstýri, og
hann sat fleiri ferðir í fongsli og húsavarðhaldi. Í 1998 varð
hann valdur til landsins forseta, og í 2000 tók hann stig til
ein søguligan toppfund við Norðurkorea. Tað var hann
Nobelfriðarheiðurslønina fyri seinni.