týsdagur 18. august 2009síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 155 - 18. august 2009
einasta dokk í Føroyum,
umframt at bedingin á
Skála júst er útbygd fyri
nógvar miljónir.
- Nei, vit hava ikki stongt
virksemi á Skála, men tað er
eingin loyna, at flestu av
seinastu uppsagnunum vóru
har. Á Skála hava vit fram-
vegis fólk, sum stíla fyri, og
har hava vit eisini einar 12
lærlingar umframt goymslu.
Eyðfinn sigur, at samlaða
talið av lærlingum hjá
MEST liggur um 25-30, og
hesir eru í læru innan ymisk
øki í fyritøkuni, flestu tó
innan smiðjuvirksemi av
ymiskum slagi.
- Níggju av lærlingunum
eru hjá fyrrverandi FJM í
Runavík,
sum
serliga
arbeiðir við rustfríum stáli,
verksmiðjum til skip og
virkir, umframt instalering-
um av eitt nú kryvjimaski-
num og øðrum útbúnaði til
vinnuna.
Stjórin vísir á, at ein
broyting í virkseminum hjá
MEST er, at fólk nú í størri
mun enn áður flyta ímillum
arbeiðsplássinum, soleiðis
sum tørvurin er.
- Hetta er alt ein partur av
tillagingini
til
broyttu
umstøðurnar, nú virksemi
er nógv minni, enn tað
hevur verið, sigur Eyðfinn
Egholm, stjóri á MEST.
Grønland sum Saudiarabia
Kvamfjallið við Narsaq í Grønlandi kann sambært grønlendska
kringvarpinum fáa sera stóran týdning fyri heimsins orkuveit-
ing í framtíðini. Í fjallinum er sera nógv til at einum geiðsla-
virknum evni, sum eitur Thorium, og sambært jarðfrøðinginum
Henning Sørenssen er líka nógv orka í sjálvum Kvamfjallinum
sum øll oljan í heiminum. Verður økið kring fjallið tikið við, er
orkumongdin tíggju ferðir størri, sigur hann. Í løtuni hevur
avstralska felagið Greenlands Minerals and Energy kanningar-
rættin til Kvamfjallið, men Henning Sørensen mælir teimum
grønlendsku myndugleikunum til at leggja ætlanir fyri, hvat
skal henda, um felagið fer undir námsvinnu har.
Gassið minkar skjótt
Nýggjar metingar hjá danska orkufelagnum Dong Energy
vísa, at kanska verður einki gass eftir í tí danska partinum
av Norðsjónum longu í 2112. Tað skrivar Berlingske
Tiodende. Metingin samsvarar ikki við tað, sum Orku-
stýrið segði fyrr í ár. Tá varð sagt, at at við verandi
framleiðslu verða tær donsku oljukeldurnar tómar í 2018
og gasskeldurnar í 2020. Orkustýrið helt, at meiti leiting
kann avdúka nýggjar keldur. Men tað heldur Dong
Energy ikki, og tí er felagið longu farið undir at tryggja
sær gass úr øðrum londum. Umleið 500.000 donsk
húsarhald brúka gass til at hita húsini ella íbúðina við.
Tvey skip standa uppi á bedingini hjá MEST í
Havn, eitt stendur uppi á Skála, og í dokkini á
Skála standa tveir ísfiskatrolarar. – Tað hevur verið
hampiligt við virksemi í juli og higartil í august,
sigur stjórin, Eyðfinn Egholm
Mynd: Jens Kr. Vang
Tríggjar lutfalsliga stórar
føroyskar fyritøkur hava nú
tikið seg saman til tess at
veita fjøltáttaðar tænastur
uttanlands
Ídnaður
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Tað er ikki rætt, at føroyingar bara
”klandrast”.
Í fleiri ár hevur gevandi samstarv
verið millum føroyskar fyritøkur og
føroyskar
veitarar
av
ymiskum
tænstum.
Tá nýbyggingar, størri umvælingar
og uppgávur skulu loysast her heima,
hevur í fleiri ár verið vanligt, at
ymiskir útbjóðarar taka seg saman og
soleiðis – saman – hava staðið sterkari
í kappingini við eitt nú útbjóðarar
uttanlands.
Hetta hava vit sæð, tá størri
skipaumvælingar skuldu gerast.
Nú uttanlands
Tríggjar av fyritøkunum, sum áður
hava verið felags um slíkar uppgávur,
eru skipasmiðjusamtakið MEST, KJ-
Hydraulik á Kambsdali og El-Service
á Skála.
Nú hava hesi feløg saman skipað
MEST Service, sum undir einum og
sama hatti vendir sær uttanlands.
Fleiri føroyskar fyritøkur hava havt
ymiskar uppgávur uttanlands, og
kanska er tað serliga El-Service, sum
vit hava hoyrt um í hesum sambandi.
Felagið á Skála hevur eitt nú verið
partur av fleiri nýbygningum, sum
donsk skipasmiðja hevur smíðað.
- Nú hava vit skipað okkum í eitt
samstarv undir navninum MEST
Service og bjóða okkum í felag fram
uttanlands, sigur Eyðfinn Egholm,
stjóri á MEST-samtakinum.
Hann vísir á, at fyrimunirnir við
MEST Service er, at útboðið og
tænastuvirksemið nú verður meira
skipað, eins og tænastan undir einum
hatti verður nógv meira fjøltáttað.
Ein annar fyrimunur, sigur Eyðfinn
Egholm, er, at alt samskifti og
skrivstovuvirksemi við atliti til MEST
Service verður skipað undir einum.
- Vit kunnu nú marknaðarføra
okkara tænastu úteftir undir hesum
navni og við einum nógv størri og
fjølbroyttari útboði – innan eitt nú
mekanik, hydraulik og el.
Stjórin í MEST vísir á, at fyrstu
uppgávurnar
hjá
MEST
Service
uttanlands eru við at koma uppá pláss,
og væntandi er, at meira fer at spyrjast
burturúr hesum, sum heystið líður.
- Jú, vit eru spentir upp á hetta
virksemi, sum vónandi kann geva
okkum enn eitt bein at standa á, sigur
Eyðfinn Egholm.
MEST Service
- sterkari úteftir
Stjórin í MEST, Eyðfinn Egholm
Mynd: Vilmund Jacobsen