týsdagur 13. november 2001síða 7
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 219 - 13. november 2001
Nr. 219 - 13. november 2001
13
Jógvan Sundstein
Stutt
síðani
møtti
eg
kendum føroyskum and-
støðupolitikkara í flog-
havnini í Kastrup. Vit hava
áður arbeitt rættiliga nógv
saman í politikki. Hann
sigur eitt sindur háandi við
meg: "Tú roknar væl fram-
vegis við, at fullveldi verð-
ur veruleiki." Eg svaraði ja,
at tað gjørdi eg. Aftur-
svarið eg fekk var: "Jógvan,
tú ert tann mest romantiski
persónur, eg nakrantíð havi
kent." Mítt svar var, at tað
var eg glaður fyri at hoyra,
men eg kundi bara ikki siga
tað sama um hann. Hann
hevur seinastu 2-3 árini
brúkt meginpartin av síni
orku at forða fyri, at Før-
oyar fingu síni sjávsøgdu
rættindi við sjálvræði.
Sami maður hevur um
dagarnar grein í bløðunum
í sambandi við fókatings-
valið. Hann sigur, at valið
er eitt val um hugsjónir.
Hugsjónirnar,
ið
verða
settar upp ímóti hvørja
aðrari eru: tjóðskaparligt
frælsi og menniskjansligt
frælsi. Formaður Javnaðar-
flokksins vil gera tað til, at
teir ið ynskja og arbeiða
fyri tjóðskaparligum frælsi
hjá einum fólki ikki hugsa
um tað menniskjansliga
frælsi og vælferðina hjá
einstaklinginum.
Einki kann vera skeivari
enn hetta. Øll fólk og allar
tjóðir ynskja at ráða sær
sjálvum og taka ábyrgd av
sínum egnu viðurskiftum. Í
allar flestu førum hevur
hetta eisini við sær, at fólk
individuelt eisini fáa tað
betri enn, um tey ikki
høvdu tjóðskaparligt frælsi.
Hin vegin kunnu fólk eisini
fáa tað fíggjarliga gott, um
onkur annar rindar fyri tey.
Men tá hava tey ikki frælsi,
heldur ikki menniskjansligt
frælsi. Eingin, sum bert
tekur ímóti, uttan at hava
gjørt nakað fyri tað, hevur
persónligt
frælsi.
Tað
verður mangan sagt, at
tann, sum er niðurbundin í
skuld, hevur mist frælsi, tí
lánveitarin hevur tikið tað
frá honum. Hesin kann
kortini royna at rinda
skuldina aftur og harvið
gerast frælsari. Hinvegin er
tann, sum livir av, at annar
rindar fyri hann uppaftur
meiri ófrælsur, um hann
heldur, at hetta er ein góð
varandi skipan, sum hann
einki ger fyri at broyta.
Føroyingar standa í dag á
einum vegamóti. Í skjótt
farna
løgtingsvalskeiði
hevur landsstýrið arbeitt
fyri størri sjálvbjargni og
fingið samtykt eina greiða
ætlan fyri sjálvstýri Føroya
fólks. Komandi fólkatings-
val fer at geva eina ábend-
ing um fólkið á komandi
løgtingsvali fer at taka
undir við hesi ætlan.
Arbeiðið hjá núverandi
landsstýrissamgongu hevur
bøtt nógv um flestu sam-
felagsøki, og sjálvstýris-
ætlanin ber í sær, at Føroyar
í framtíðini kunnu skipast
sum eitt gott, sterkt og
liviligt samfelag. Um ikki
verður tikið undir við
sjálvstýrisætlanini, hendir
eingin bati, og land okkara
verður bert meira heft at
øðrum landi, og endin
verður, at vit heldur ikki
kunnu taka avgerðir um
okkara gerandisdag.
Fólkaflokkurin
hevur
havt leiðsluna í verandi
samgongu. Fólkaflokkurin
hevur verið samskiparin og
semjarin av sjálvstýrisætl-
anini. Fólkaflokkurin hevur
tí eisini uppiborið tykkara
stuðul á fólkatingsvalinum
hin 20. november.
FÓLKATINGSVALIÐ 2001
Val millum hugsjónir
Jákup Fróði
Djurhuus
Fólkatingsmaður Javnaðar-
floksins rósar sær av, at
hann ongantíð hevur verið
inni í hølinum hjá danska
javnaðarflokkinm.
Hann
skuldi skamma seg.
Fólkatingsmaður Fólka-
floksins hevur skapa so
nógv rumbul í donskum
innanríkispolitikki, at hann
hevur skatt umdømi hjá
vanliga
føringinum
í
Danmark.
Og báðir eru løgtings-
menn.
Fólkatingsmaðurin
og
formaðurin í Føroyabólk-
inum Peter Duetoft bað teir
lata vera við at sita bæði í
løgtingi og fólkatingi. Tí
teir kunnu ikki røkja bæði
størvini. Duetoft hevur so
púra rætt. Hetta er tað, sum
danir við einum beinrak-
num men ljótum orði, kalla
pamparavirksemi.
Hetta eru nakrar góðar
orsøkir til at tveita hesar
báðir út úr fólkatinginum
tann 19 novembur við fuld
musik, um tú vilt stuðla
Ríkisfelagsskapinum væl
og virðiliga.
So hvørt samferðslan
Føroyar og Danmarkar
ímillum er batna - so hvørt
samskifti Føroyar og Dan-
makar ímillum er batna - so
hvørt er sambandið ímill-
um føroyskar og danskar
politikarar versna.
Flúgva til Danmarkar í
dag - heimaftur í morgin
Orsøkin er einføld. Teir
møta ikki í fólkatinginum
meginpartin av tíðini. Teir
trekkja bara løn. Flúgva til
Danmarkar í dag - heim-
aftur í morgin.
Starvið verður ikki røkt
við teirri tign sum skal til,
og verður heldur ikki virt
sum eitt fulltíðarstarv. Tað
vísir uppstillingin til fólka-
tingið.
Løgmaður stillar upp!
Varaløgmaður stillar upp.
Landstýrismenn stilla upp.
Og løgtingsmenn stilla
upp.Vit vita frammanund-
an, at ongin teirra hevur tíð
ella møgulleika til at røkja
starvið sum fólkatingslim-
ur.
Lumpa veljaran
Teir stilla upp fyri at lumpa
veljaran
at
velja
seg,
soleiðis at teir kunnu nýta
henda
týdningarmikla
fólkatingssess
í
einum
heimligum
politiskum
talvi.
Velji, sum eg
Eg velji bert tann persón til
fólkatingið á sambands-
listanum, sum framman-
undan lovar mær, at hann
ætlar sær at røkja fólka-
tingsarbeiði
sum
eitt
fulltíðarstarv. Hann skal
lova mær, at hann fer til
Danmarkar at tala føroya
søk.
At hann sigur øll onnur
álitisstørv frá sær.
At hann allatíðina er
tilstaðar í fólkatinginum
At hann nýtir eitthvørt
høvi at greiða frá um
føroysk viðurskifti
At hann virkar sum ein
ambassadørur fyri Føroyar
ímillum danskar fólka-
tingslimir
At hann býtir ymiskt
lættlesiligt tilfar út til
danskar fólkatingslimir og
fjølmiðlar við sakligum
tilfari um Føroyar, og
allatíðna er tilreiðar at
greiða frá um Føroyar og
føroysk viðurskiftiTað er
einasti máti at byggja upp-
aftur eitt gott og virðiligt
samskifti
Føroyar
og
Danmarkar ímillum.
Ongin føroysk rødd er á Fólkatingi – Bert tveir føroyskir pamparar
Katrin Dahl Jakobsen
Tað er umráðandi, at tað
umboð, sum kallar seg hin
føroyska røddin veruliga
kennir og virðir hesa rødd.
Hvør er hin føroyska
røddin, og hvat sigur hon,
um so var, at hon slapp til
orðanna? Hvat hevði hon
sagt á teirri fólkaatkvøðu,
sum okkum var lovað?
Hesin møguleikin varð
tikin frá okkum, tí sam-
gonguni manglaði dirvi,
erligheit og virðing fyri
egnum lyftum.Tey tordu
ikki!
Flyta trupulleikan
Nú ætla hesi somu, at
gerast føroyskar finnur á
Fólkatingi. Nú skal telvast
víðari og Fólkatingið vera
pallur um tað, tey kalla
fullveldisstríðið. Men hvar
er stríðið, um so er, at tað
er? Er tað ikki heima hjá
okkum sjálvum og ikki á
Fólkatingi? Í mai í ár varð
samtykt á Fólkatingi, ikki
bara av stjørnini, at før-
oyingar sjálvir avgera sína
framtíð. At flyta trupul-
leikan niður á Christians-
borg er, skulu vit halda
okkum til spælireglur í
talvi, ikki annað enn at
leypa borg. Hetta verður
gjørt langt aftaná at danir
hava bjóðað remi, og leikur
var lokin, um so var, at
dirvi var at taka av hesum.
At trýsta, trútta og leika í
á Fólkatingi um nakað, sum
føroyingar ikki vilja vita av,
er at vanvirða føroyingin.
Samstarv og loysnir
Javnaðarflokkurin vil hava
samstarv, sum hava loysnir
við sær og ikki klandur og
stríð. Um tað ríkisrættarliga
mugu vit sjálvandi fyrst av
øllum semjast um heima
hjá okkum sjálvum. Alt
annað er tvætl. Ta semjuna
megnaði samgongan ikki
at fáa í lag. Helst tí, at Sam-
bandsflokkurin og Tjóð-
veldisflokkurin eru besta
trygdin fyri, at einki hendir,
og alt verður við tað gamla.
Hesir báðir sita á hvør
sínum boðskapi, sum við
árunum eru vorðnir so
mikið forkálkaðir, at verðin
í teirra eygum er bara svørt
ella hvít.
Javnaðarflokkurin hugsar
ørðvísi. Vit vilja við fólka-
tingsumboðanini arbeiða
fyri, at vit koma burtur úr
naggatódnini og burtur úr
samanbrestunum millum
føroyskar
og
danskar
myndugleikar og fram móti
loysnum, sum eru í tráð við
fólksins vilja.
Vel tí Javnaðarflokkin,
sum í øllum lutum vil seta
fólkið fyrst!
Jóhan Petur
Johannesen
Valevni sambandsflokkisins
Tað eru ikki so fáir av
okkara landsmonnum, sum
búgva í Danmark, annað-
hvørt tí tey vilja búgva har,
ella tí tey vinna sær kunn-
leika á ymsum skúlum. Tí
er tað ikki so løgið, at tað til
tíðir, verður neyðugt, hjá
einum fólkatingsumboði, at
leggja seg út í innahýsismál
í Danmark, eitt nú tá ið tað
ræður um hægri læristovn-
ar, sjúkrahús og onnur
viðurskiftir sum ávirka
føroyingar sum annaðhvørt
eru- ella ætla sær til
Danmarkar.
Tað verður altíð so at før-
oyingar fara at flyta niður
til Danmarkar í longri ella
styttri tíðarskeið.
Landsmenn okkara í Danmark
Fólkatingsvalið:
Føroyskar finnur leypa borg
Ása undir Kletti
Hetta dragandi, lokkandi
gandakenda orðið, sum
sæst í bløðunum við jøvn-
um millumbilum. Hetta
orðið, sum knappliga fær
so ómetaliga stóran týdn-
ing. "Móttøka verður mill-
um 15.00 og 17.00 fyri
samstarvsfeløgum,
við-
skiftafólki, vinum og øðr-
um". Inni á elektroniska
kalendaranum
stendur
gandorðið og blunkar. Gott
at verða mintur á eitt so
álvarsligt mál. So snildis-
liga er skipað fyri, at
kalendarin aftur og aftur
sigur" Minst til móttøku í
dag". Snilt, Snilt. Dugi ikki
at ímynda mær, at bíðað
verður
so
leingi,
so
kalendarin
av
sínum
eintingum skiftir boðskap:
"Tú
mundi
gloymt
móttøkuna". Ikki, tá tað
snýr seg um gandaorðið.
Hugsi eina løtu um, hvørji
tey eru, sum koma undir
hesa so vælsignaðu kate-
gori og so trúliga møta, tá
kalendarin kallar.
Besti Armani ella Boss
klædningurin verður kekk-
aður kvøldið fyri. Hond-
seymaðu Gucci skógvarnir
verða pussaðir, og skjúrtan
er nýstrokin og so broyskin
sum eitt nýbakað rund-
stykki frá Frants, so har er
eingin trupulleiki. Slipsið
verður valt við nógvum
umhugsni - fleiri verða
tikin fram og løgd á bring-
una, áðrenn tað sera týð-
andi slipsastigið verður
tikið. Jú, tað bleiv tað
gull/bláa ríputa silkislipsið
frá Cardin hesaferð. Um-
ráðandi er ikki at møta í
sama slipsi sum til seinastu
móttøku. Og ikki at gloyma
Calvin
Klein
boksara-
shortsini. Jú, tey eru eisini
nýstrokin! Alt er sum tað
eigur at vera.
Stóð og eygleiddi eitt
slíkt tiltak nú ein dagin.
Átti kanska at verið farin
inn sjálv - eg var eisini eitt
slag av samstarvsfelaga, og
mín sann, um eg ikki eisini
var fyrrverandi granni og
skyldfólk hjá ánaranum.
Kriteriini vóru so avgjørt í
lagi, men hinvegin, so helt
eg ikki, at mínir sóljugulu
Viking gummistivlar (teir
til gott) og fjøsuta, dálkaða
joggingsettið, eg var í
henda fríggjadagin, hevði
ordiliga gjørt seg millum
allar hasar øgiliga fínu og
hugfarsligu garparnar, sum
tyrptust heilt út í tún. Nei,
nei. Tað fór aldri at ganga.
Grundaði eisini djúpt
um, hvar konurnar og
børnini hjá øllum hesum
álvarsligu,
skundmiklu
yvirfrakkakløddu monnun-
um vóru. Kom heilt skjótt
til eina logiska niðurstøðu.
Tær vóru sjálvandi í SMS,
eftir at tær høvdu heintað
tey smáu í vøggustovum/
barnagørðum/skúlum!
Fríggjadagur var, (hvussu
ber tað til, at móttøkur altíð
eru fríggjadagar?) og hvat
var meira praktiskt, enn at
gera alt um eina leið? Kon-
an fór til handils at gera tað
heilt stóra fríggjadagsinn-
keypið við børnunum, og
garpurin, ja, hann fór til
móttøku.
Ein lítlan tíma aftaná
hava tey hitst aftur á par-
keringsøkinum. At øll hillin
við Smarties fór út eftir
gólvinum, og at dreingirnir
skutu
til
máls
við
víndrúum, so eitt heilt
víndrúutyssi
endaði
á
høvdinum á einari eldri
konu, og at tann 5 ára
gamla dótturin ikki vildi
sleppa einari eskju við
MARS og til seinast setti
seg á eskjuna, tað eru jú
bara slíkt, ið kann henda, tá
ein er til handils. Einki at
tosa um. Tað hendir alla
tíðina. Á ja. Í næstu viku er
kanska aftur ein móttøka.
Livst so spyrst. Vit síggast!
(til móttøku).
Dan R. Petersen
løgtingsmaður
Nationalisma livir ikki
uttan konflikt. Verður kon-
fliktin loyst, fer grund-
arlagið undan nationalism-
uni. Tí noyðist tjóðveldis-
flokkurin alla tíðina at hava
sínar fíggindar; veruliga
ella fyrigyklaðar.
Tá samgongan byrjaði,
var lag á manni. Væl hevði
Høgni Hoydal slóðað fyri
við síni famøsu banka-
sending, so væl at hann í
takkarløn var borin inn á
ting og fekk formanssessin
í tjóðveldisflokkinum í løn
omaná. Nationalisman kók-
aði. So var farið til verka,
og reypið var nógv. Hvíta-
bók, svartabók og optim-
isma.
Við tí stóra bankaendur-
gjaldinum fór nakað av
gassinum úr tí national-
istisku ballónini. Og tá ið
eitt stórt sæð samt fólkating
samtykti, at Føroyar fingu
loysing tann dag, fólkið
ynskti
tað,
var
eisini
grundarlagið farið undan
samgonguni.
Tá ið H.H. nú sigur, at
hann skal á danating at
slóða fyri fullvelðinum, so
heldur hesin pástandurin
ikki. Frá dønum fáa vit
fullveldi, tá føroyingar
sjálvir ynskja tað. Pro-
blemið hjá H.H. liggur
heima hjá okkum sjálvum.
Hann torir ikki at spyrja
fólkið. Hann veit, hann fær
nei.
Við dyggum upplýsing-
ararbeiði frá javnaðarflokk-
inum er undirtøkan fyri
loysingini komin niður á
37%.
Bert
ein
stórur
triðingur av fólkinum vil
tað, sum Høgni vil. Tað er
hansara stóra problem. Tað
er í føroyum, at samgongan
skal
vinna
slagið
um
loysingina. Og hetta slagið
er tapt. Tapið viðurkendu
teir, tá teir ikki tordu at
geva borgaranum fólkaat-
kvøðuna 26. Maj, sum
honum var lovað.
Men 20. november slepp-
ur fólkið at tala. Tá fáa vit
ta fólkaatkvøðuna, okkum
varð noktað í vár.Tey, ið
haldað, at henda sam-
gongan hevur gjørt eitt gott
arbeiði senda sjálvandi
Høgna og Óla á danating at
klandrast víðari við danir
og hvønn annan. Men tey
sinniligu, tey ið ynskja
loysnir við samráðingum
heldur enn við konfronta-
tión, velja sjálvandi ein
javnaðarmann.
FÓLKATINGSVALIÐ 2001
Móttøka
Samstarv ella konfrontatión
Niklái Petersen
Fólkatingsvalevnið fyri
tjóðveldisflokkin
Tað er ógvuliga umráðandi,
at øll tjóðveldisfólk fara á
fólkatingsval hesu ferð, tí
framtíð føroyinga stendur
upp á spæl!
Vit
hava
eitt
samt
fólkating, ið hevur sett út í
kortið, hvussu farast skal
fram í øllum viðurskiftum
viðvíkjandi føroyapolitikk-
inum.
Tá ein so upplivir ferð
aftaná ferð, hvussu lítið
nógvir av fólkatingslimun-
um vita um føroysk viður-
skiftið, er tað ræðandi hvat
úrslit kann spyrjast burturúr
tílíkum viðgerðum.
Eg haldi okkara um-
boðan hesu seinastu árini,
hevur verið ov nógv heft at
politiskum flokkum og
tískil ikki megna uppgáv-
una at umboða føroysk
viðurskifti á fullgóðan og
viriligan hátt.
Tak avrikini hjá teimum
báðum føroyingunum, sum
hava umboða Føroya land á
danatingi seinastu setu.
Hava teir tænt føroyskum
tjóðskapar politiskum
áhugamálum
nóg
væl?
Hava teir talað at, tá ið
danir á fólkatingsins røð-
arapalli
hava
vanvirt
óreingiliga veruleikan, at
føroyska tjóðin er til?
Tá ið til dømis and-
støðuleiðarin Anders Fogh
Rasmussen uttan atlit til
føroyska fullveldisynskið,
bara staðfesti, at Føroyar og
Danmark hoyra saman.
Mótmæltu føroysku um-
boðini, tá ið stjórnar-
leiðarin Poul Nyrup Ras-
mussen misnýtti familju-
bond
millum
vanligar
danskar og føroyskar borg-
arar til tess at kúga po-
litiska frælsisynskið føroy-
inga?
Hvussu var, tá føroyingar
vóru vigaðir í krónum og
oyrum?
Jú - føroyskir politikarar
hava rættiliga nógv at gera
á danatingi, og tað er eingin
ivi, at fara allir tjóðveld-
isveljarir á val, so far flokk-
urin umboðan á fólkating-
ið.
Fær tí á val og vel ein
sterkan tjóðveldisflokk á
danating!
Gott val.
Framtíð føroyinga stendur upp á spæl!
Anita á Fríðriksmørk
tjóðveldisflokkurin
Niður við Tjóðveldis-
flokkinum og vel
samband
Tað er av sera stórum
týdningi, at vit fáa gjørt
upp við ta ónøgd, sum er
viðvíkjandi
manglandi
statsrætti føroyinga.
Tað vísir seg, at allir
flokkar á tingi siga seg vilja
broytingar:
Sambandsflokkurin vil
broytingar undir donskum
yvirræði, sigur hann, hóast
ongin er førur fyri at siga
frá, hvørjar broytingar talan
er um.
Javnaðarflokkurin
vil
broytingar undir donskum
yvirræði, sigur hann, - men
er nakar førur fyri at siga
frá, hvørjar broytingar talan
er um. Hugsi ikki!
Hesir flokkarnir eru sum
øllum kunnugt samdir í
løtuni um, hvønn statsrætt
vit skulu verða undir. Nem-
liga donskum yvirræði.
Tað er greitt, men broyt-
ingarnar
frá
núverandi
støðu, og til hvørja broyting
teir ynskja er øllum ógreitt.
Hóast hesa støðu í dag,
var
Javnaðarflokkurin
samdur við okkum í 1998,
tá ið teir søgdu seg vilja
taka undir við síðu eitt í
samgonguskjalinum, tað er
tann síðan, sum snýr seg
um fullveldi. So tað er ikki
so løgið, um tey sjálvi, og
vit onnur ikki vita, hvat tey
meina.
Arbeiða víðari við
Men hvussu er og ikki, so
mugu vit sláa fast, at tað
sum hendan samgongan, og
komandi
fullveldissam-
gonga og umboð Tjóð-
veldisfloksins á Danatingi,
fer at arbeiða víðari við, er:
At føroyingar skulu hava
evsta vald og evstu ábyrgd
yvir Okkara Landi.
At føroyingar viðurkenn-
ast sum tjóð. Hetta er
danska stjórnin ímóti, tí teir
siga at í danska ríkinum er
ein tjóð, og tað er tann
danska.
At móðurmál okkara
verður
viðurkent
sum
tjóðarmál okkara
At føroyingar fáa eitt
virðuligt
samband
við
danir.
At føroyingar fáa betri
atgongd til útheimin.
Hetta eru alt viðurskifti,
sum eru so sjálvsøgd, men
sum ikki kunnu gjøgnum-
førast, uttan so, at tann sum
stríðist fyri hesum trýr uppá
tað og vil at nakað skal
henda. Viðkomandi skal so
sjálvandi eisini tora at
arbeiða sjálvstøðugt og
miðvíst.
Hesi krøvini uppfyllir
Tjóðveldisflokkurin,
og
bjóðar seg tí fram at
arbeiða fyri Okkara Land
niðri á Danatingi.
Okkara Land
C
M
Y
K
13
12