Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-11-13, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. november 2001síða 8

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 14 Nr. 219 - 13. november 2001 FÓLKATINGSVALIÐ 2001 Rani Nolsøe Valevni fyri Tjóðveldisflokkin Føroyar skulu hava eina frælsa og greiða rødd á Fólkating, sum skal bera fram føroyskan politikk millum danir og danskar politikkarar. Men hettar er lættari sagt enn gjørt, tí politiska lívið í Føroyum er sera óavklárað. Tað eigur ikki at undra nakran, tí tilvitað ella ótilvitað bindur danskur politikkur við peningalig- um stuðli Føroyar í ríkis- felagsskapin. Tað er lætt at taka ímóti, men prísurin tykist vera eitt serligt politiskt sundurlyndi, sum ger tað ómøguligt at semj- ast um stóru politisku mál- ini í føroyskum politikki. Hendan politiska støða stendur í andsøgn til út- viklingin á búskaparliga økinum í Føroyum. Har hava vit í dag eitt væl- etablerað og stuðulsfrítt vinnulív, sum gevur eitt veruligt íkast til búskapin. 80’ara hugtøk sum ’aftur- bering’ og ’almennur rakstrarstuðul’ eru nú fullkomiliga meiningsleys, tí við greiðum og stuðuls- fríum kørmum megnar vinnan tað, sum ikki bar til í 80’unum. Eftir standa vit við tí politiska lívinum, sum framvegis tvíheldur um hóttandi ógreiðu karmarnar í verandi ríkisfelagsskapi. Hetta hendir, hóast danska stjórnin eftir 1992 steig týðuliga fram sum verji av donskum áhuga- málum í Føroyum; og hóast eitt greitt útspæl og eina greiða samtykt í løgtingin- um um eina trygga og fólkaræðisliga tilgongd til føroyska fullveldið; og hóast ein stóran vøkstur í føroyska búskapinum. Sjálvt við hesum for- treytum, so fæst ikki breið semja um at skapa somu avkláraðu politisku karmar um okkara samfelag, sum hava lyft okkara fram- leiðslu úr stuðli og avlaging til eina framtíð, sum ber. Tjóðveldisflokkurin vil greiða politisku fløkjuna og taka av politisku spekula- tiónina í donsku veit-ing- unum. Vit vilja á rættvísum og tryggum grundarlag fremja fullveldi og við virðing taka fulla ábyrgd av okkara samfelag. Við hesum vilja vit sam- an við føroyska fólkinum niður á Fólkating at fáa veruligar samráðingar við danir um eina tryggiliga skiftistíð, at fáa sjálvs- avgerðarrættin staðfestan og føroyska málið viður- kent sum tjóðarmál. Vit vilja avtaka heimastýrið og taka við javnbjóðis sam- starvi við donsku tjóðina. Tjóðveldisflokkurin er frælsa og greiða røddin, sum fremur virðing fyri javnbjóðis samstarvi mill- um tjóðirnar báðar, ta før- oysku og ta donsku. Marjus Dam Fólkatingsvalevni Sambandsfloksins Mangur Fólkafloksveljari eins og Sambandsveljari, ið vil ríkisrættarligar broyt- ingar, men sum samstundis vil tryggja vælferð før- oyinga á borgarligum støði, eru samdir og misnøgdir við tað kaos, ið valdar í landi okkara ídag. Komandi ár verður ein millión blaka fyri borð um dagin - ella 400 milliónir um árið - eftir umbøn frá løgmanni. Koma teir at ráða fyri borgum eftir komandi val, so veksur talið til 4 milliónir um dagin. Samstundis, sum mong økir her á landi enn liggja í órøkt, vegna tørv- andi játtan á fíggjarlógini. Føroyingar missa svøvn- in av ræðslu: Ongin munur er á Tjóðveldisflokkinum og Fólkaflokkinum í ríkis- rættarliga spurninginum. Ein atkvøða fyri Fólka- flokkinum/Sjálvstýrisflokk inum er ein atkvøða fyri Tjóðveldisflokkinum. Tað kann sláast fast við 7 tumma seymi. Teir hava m.a. longu boða frá, at samgonga verður skipað millum somu flokkar eftir komandi val. Hesin ræðslu- boðskapur fær mangan føroying at missa svøvnin. Tí kemur henda samgonga til aftur, er stórur vandi fyri, at Føroyar aftur verða rendar á húsagang, so at tvingsilssølur, arbeiðsloysi og massafólkafráflyting verður tungi og dagligi dagur føroyinga. Tað er neyðugt at steðga hesi gongd - ið loysingarrús- urin/vitloysi er við at fremja. Vit velja føroyingar framum loysing. Tað ger Fólkaflokkurin/Tjóðveldi ikki. Áheitan á Fólkafloksvelj- aran: • Til komandi val hava sera mongu misnøgdu Fólka- floksveljarnir/Tjóð- veldisveljarnir ein møgu- leika at vísa sína mis- nøgd. Við at velja tjóð- skaparhugaða, frílynta, borgarliga og sociala Sambandsflokkin. Hugsa teg um: • Hvat varð av skattalætt- anum, teir hava tosa um í 20 ár? Svar: Vit fingu eina hækking • Hvat varð av ríkisrættar- ligum broytingum? Svar: Kaos • Hvat varð av breiðu semjuni? Svar: Onki • Hvat varð av fólkaat- kvøðuni? Svar: Teir tordu ikki at spyrja føroyingar • Hvat var av pensións- hækkingunum? Svar: etin upp av skatti og avgjøldum • Er flogvøllurin útbygdur? Svar: Samgongan roynir at senda føroyingum 400 mill kr í eykaskatti aftur- at. • Er vælferð føroyinga nú í vanda? Svar: ja Sambandsflokkurin ætlar at fremja ríkisrættarligar broytingar, ið ikki seta vælferð føroyinga í vanda. Fólkafloksveljarar, ið ynskja tryggar broytingar í Ríkisfelagsskapinum verða tí bidnir um at seta X fyri Sambandsflokkin. Vit gambla ikki við tyg- ara vælferð - sum Fólka- flokkurin ger ídag. Ynskja tygum at sova trygt um náttina ? Ynska tygum einar tryggar Føroyar? Okkara rødd á Fólkatingi vil arbeiða positivt fyri Føroyum Ikki destruktivt, sum Tjóðveldisflokkurin/Fólkaf lokkurin gera ídag Bjarga føðilandi okkara Føroyum. X fyri Sambandsflokkin - lista B Jógvan Arge valevni tjóðveldisfloksins til fólkatingsvalið Føroyingar hava støðugt flutt seg fram ímóti fullum sjálvstýri, síðani fyrstu fosturlandssangirnir vórðu yrktir fyri 130 árum síðani. Í fyrstani var stríðið ment- anarligt. Málið skuldi mennast og vinna frama. Føroyskir siðir skuldu koma til heiður og æru aftur. Og føroyingar skuldu ganga fram í øllum lutum. Hetta var kósin, ið varð sett, og líka síðan hevur verið arbeitt eftir hesi stevnu. Tá sjálvstýrismenn fyrst í farnu øld vildu geva løgtinginum heimild til at krevja inn skatt, kom rok í. Sambandsflokkurin sá dagsins ljós, tí deyðin skuldi vera í durunum. Sjálvstýri var tað sama sum armóð. Men hann mistók seg. Stríðið ímóti føroyskum sjálvræði var mangan hart. Tað var illa dámt, at før- oyskir prestar prædikaðu á føroyskum. Føroyskt gjørd- ist ikki alment undirvís- ingarmál fyrr enn beint fyri kríggið, og tá til skarp- skeringar kom í 1946, gjørdist greitt fyri einum og hvørjum, hvør hevði maktina í landinum. So kom heimastýrislógin. Hóast alt gav hon før- oyskum myndugleikum nakrar heimildir at virka sjálvstøðugt. Men í eitt nú hernaðarmálum varð ging- ið uttan um føroyskar myndugleikar fleiri ferðir, og tá kreppan í nítiárunum tók seg upp, setti staturin heimastýrið til viks. Við kreppuni kom aftur til sjóndar, hvør ræður fyri borgum, tá til skarpsker- ingar kemur. Tað ger stat- urin. Hann er yvir løgtingi, landsstýri og heimastýris- lóg. Treiskir hava føroy- ingar kortini tikið til orð- anna ímóti donsku fram- ferðini. Kravið er fult sjálvstýri og ein sjálvber- andi búskapur. Soleiðis verður lagið í alla framtíð, verða viður- skiftini millum Føroyar og Danmark ikki broytt, tí føroyska sjálvstýriskravið styrkist í hvørjum. Full semja er í dag um, at tjóðin er serstøk. At vit eiga okkara egna land og flagg. At okkara tjóðarmál er føroyskt. Og at ongin skal leggja seg út í føroysk viðurskifti. Tjóðarbyggingin farnu øldina hevur skapt hesa sjálvsøgdu semju millum føroyingar, og vegurin, sum Føroyar fara, er natúrligur. Tí ber ikki til at skrúva tíðina aftur og biðja um minni sjálvstýri. Tað er ikki natúrligt at lima Føroyar inn í ríkið. Tað einasta natúrliga er fult sjálvstýri. Men á fólkatingi verður ikki talað greitt fyri teirri natúrligu kósini. Sosial- demokratiskur vinskapur verður settur fram um sakliga upplýsing. Uppí- legging í danskan politikk minkar um virðingina fyri føroyingum. Hetta kann ein fræls rødd úr Føroyum gera betri. Hon fer at tala greitt á danatingi. Tí er umráðandi at seta X við E á valdegnum 20. november. Burtur úr sundurlyndinum - leiðin til føroyskt samhald og altjóða samstarv Áheitan á Fólkaflokksveljaran: Fólkaflokkurin gongur ídag á odda fyri at skerja okkara vælferðarsamfelag Tann natúrligi vegurin C M Y K 14 Nr. 219 • týsdagur • 13. november 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo Tjaldur fekk fyrsta sigurin í ár, tá teir púra óvæntað - men fult uppiborið - kopp- aðu strandingum á heimabeiti HONDBÓLTUR, MENN Jákup Mørk Tað var ikki væntandi, at Tjaldur skuldi fara at gera nakað serligt við StÍF, tá grannarnir á Skálafjørði- num fóru undir fyrstu lokaluppgerðina í vetur. Tjaldur hevur vanliga havt eina tilveru í botni- num, og árið í ár hevur ikki verið nakað undantak í so máta. Talan hevði bert verið um eittans stig higartil í kappingini, so hóast StÍF ikki tykist eins sterkt og áð- ur, so skuldi hetta verið ríkiliga nógv til at bast Tjaldrinum. Løgdu hart út Tað var tó rættiliga skjótt greitt, at talan so avgjørt ikki fór at gerast um nakran avgreiðsluspurning hjá heimaliðnum sunnudagin. Meðan strandingar tóktut ikki sørt dólskir fyrstu løt- una, so legði Tjaldur sera bragdliga fyri, og við stór- spælið frá Zoran Sarcevic og Mortani Hansen løgdu teir sjógv ímillum liðini bæði. Strandingar gjørdu skjótt av at taka eitt time- out fyri at fáa skil á støð- una, men hóast hetta, so batnaði einki serligt, og tá hálvleikurin var hálvrunnin stóð fimm til heimaliðioð og 13 til gestirnar. Størsti trupulleikin hjá Tjaldrinum hevur í ár verið, at leikararnir ikki hava ork- að nóg væl, og eina løtu sá eisini út til, at tað skuldi eydnast StÍF at toga seg inn aftur seinasta partin av fyrra hálvleiki. Teir royndu at seta ferð á álopsspælið, og til tíðir eydnaðist hetta eisini, men tá Tjaldur so samstundis megnaði at taka ferðina av, tá teir høvdu bóltin, so gjørdist ikki so øgiliga nógv hjá illa sperdu heimamonnunum. Mundu tveitt burtur Umframt trupulleikan við orkuni, so hevur Tjaldur eisini tann trupulleikan, sum so ofta fylgir einum botnliði. Leikararnir eru ikki vanir við at vera á odda í einum dysti, og tískil er skjótt, at sálarliga trýstið gerst ov stórt, tá teir brád- liga hava møguleikan at av- gera ein dyst. Fyrstu løtuna av seinna hálvleiki var hetta eisini sera sjónligt. Tað var ikki endiliga tí at strandingar nú spældu so einastandandi væl, men einki av tí, sum at byrja við riggaði so væl hjá Tjaldrinum fekst nú at ganga eftir vild. Innspæl- ingar á strikuna kiksaðu ferð eftir ferð, skotroyndir- nar vóru ikki nóg neyvar, og í verjuni fekst heldur ikki at hanga saman. Time-out varð tikið, men hóast hetta, so tóktist einki at batna, og strandingar fingu nú strítt seg upp á javnleik, 18-18. Útlendska ávirkanin Tá omanfyristandandi trup- ulleiki verður nevndur, so hoyrir tað tó eisini við til søguna, at á liðnum hjá Tjaldri eru tríggir sterkir útlendingar, sum allir hava sínar royndir, og tá tað veruliga stóð á í seinna hálvleiki, traðkaðu hesir eisini til, soleiðis at sigurin kom heim. Hagtølini fyri dystin siga, at av teimum 11 málunum, sum Tjaldur fekk í seinna hálvleiki, skutu útlendskir leikarar tey níggju, og har afturat eigur eisini at leggj- ast allar tær bjargingar sum Cajan Lacok í málinum framdi. Ferð eftir ferð megnaði hann at lesa skot- royndirnar av, og eisini dugdi hann sera væl at fáa frið á, tá nýggj álop skuldu fáast í lag, soleiðis at óneyðugir bóltar ikki vórðu tveittir burtur hesa løtuna. Úr botninum Við sigrinum slapp Tjaldur sær av niðasta sessinum á stigatalvuni, sum nú er heimahoyrandi hjá Kyndli, og megna teir at leingja um góðu taktirnar frá sunnu- degnum, so er einki at ivast í, at alsamt fleiri stig fara at koma í posan. Sum sagt telir liðið tríggjar frægar útlendskar leikarar, og tá leikarar við landsliðsevnum so sum Sverri Justinussen og Mort- an Hansen so eisini eru á liðnum, borgar tað so í øll- um fyri einari ávísari góðsku. Stóri trupulleikin í hesum sambandi er tó tann, at breiddin í hópinum tykist vera alt ov lítil, og tá venj- ingarstøðan heldur ikki er hin besta, kann hetta geva trupulleikar. At breiddin er lítil var sera sjónligt sunnu- dagin, har liðið spældi fyrra hálvleik uttan yvir høvur at skifta út, og har bert eyka- málverjin og ein útleikari vórðu nýttir av beinkinum í seinna umfarinum. Hetta er ein trupulleiki, sum ikki er so øgiliga lætt- ur at loysa, men hesa ferð viðførdi hann so ikki, at leiðslan varð tveitt burtur seinastu minuttirnar. Spurningurin er so, at hetta eisini heldur, tá Tjaldur komandi vikuskiftið vitjar Kyndil. Dysturin í tølum: StÍF-Tjaldur 25-28 (11-17) Málskjúttar: StÍF: Artur Johansen 6, Marius Joensen 4, Costin Dumitrescu 4(1), Bent Djurhuus 3, Andre Daniel- sen 3, Leivur Justinussen 3, Jón Rasmussen 1 Tjaldur: Dragan Stojovic 8, Mortan Hansen 7, Zoran Sarcevic 7(1), Sverri Justinussen 4, Hartvig Joensen 2 Brotskøst: StÍF 1, Tjaldur 2 Útvísingar: StÍF 4, Tjaldur 2 Diskvalifikatión: StÍF 1 (3X2 minuttir) Dómarar úr Kyndli: Hannis Wardum og Eyðun Samuel- sen. Høvdu tamarhald á tí mesta, og ikki minst var tað hugaligt at síggja, tá settu leikarar upp á pláss, heldur enn bara at nýta tveir fingr- ar fyri lítið og lætt. StÍF-Tjaldur 25-28 (11-17): Brast fyri nev hjá Tjaldri Fagnaðurin var stórur á Tjaldursmonnunum, tá teir púra óvæntað koppaðu StÍF í grannauppgerðini sunnudagin Mynd: Álvur Haraldsen