týsdagur 18. august 2009síða 13
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 155 - 18. august 2009
13
viðmerkingar
Tingbólkaformaður Javn
aðarfloksins boðar nú
brádliga frá, at Javnaðar
flokkurin ikki góðtekur, at
minstupensjonistar verða
mótroknaðir frá fyrstu for
vunnu krónu. Áhugavert, tí
tað er formaður floksins og
fíggjarmálaráðharrin hjá
samgonguni, sum er komin
í tingið við uppskotinum.
Ikki at kennast við síni
egnu børn, er vorðið
dagsins rættur frá ABC.
John Johannesen legði í
útvarpinum stóran dent á,
at mótrokningin í pensjón
ini hjá fyritíðarpensjonist
um var “uppskotið frá
landsstýriskvinnuni í
almannamálum”.
Men Rósa Samuelsen
hevur hinvegin fleiri ferðir
alment sagt, at hon hevur
verið noydd at góðtaka
uppskotið, og svølgja
henda herska bitan, tí hann
er partur av politiskari
avtalu. Samstundis fer
løgmaður út og sigur, at
Rósa sjálv má finna uppá
okkurt annað, nú tað eru so
mong, sum eru ímóti at
knokkroyta fyritíðar
pensjonistarnar.
Allir royna sostatt at
fráskriva sær faðirskap at
barninum, sum Rósa sigur
seg einki eiga í! Men
uppskotið er altso komið
frá landsstýrinum, tað vil
siga, umframt frá Fólka
flokkinum, Javnaðarflokki
num og javnaðarfíggjar
málaráðharranum, eisini
frá løgmanni sjálvum. So
íðin sum løgmaður var at
forhondsselja “egveit
ikkiordeligahvatverður
ímentaðverðurgott
pakkan” hjá landsstýrinum,
so má løgmaður hava kent
hvørt komma, áðrenn
pakkin varð lagdur fram.
Og tað sama munnu flestu
samgongulimir hava gjørt.
Talan var ikki júst um
nakra bagatell.
Hóp-lúripassaríð
Samgongumenn hava
lúripassað, segði fíggjar
málaráðharrin, vónsvikin
av, at fleiri samgongulimir
loypa á pakkan, hóast teir
hava havt ríkiliga av tíð til
at ávirka og broyta tingini,
áðrenn hann kom í tingið.
Tá nú flokkurin hjá
fíggjamálaráðharranum
heldur ikki vil kennast við
partar av pakkanum, má
tað jú merkja, at Javnaðar
flokkurin allur hevur lúrið
passað, og so sanniliga
eisini løgmaður sjálvur.
Kanska henda - ella
handavegin
Løgmaður sigur, at vit enn
einaferð skulu bíða eftir
einum pakka – hesaferð
eftir einum vinnupakka.
Tað gera vit so. Ímeðan vit
eisini bíða eftir einum
uttanríkispolitikki.
Ímeðan uttanríkisráð
harrin kallar EFTA fyri
“ein vitalan felagsskap
undir støðugari menning”,
kallar løgmaður alment
felagsskapin fyri ein bindi
klubba. Meinar løgmaður
at vit skulu stríðast fyri at
koma í ein bindiklubba?
Og hví skuldi EFTA yvir
høvur latið dyrnar upp fyri
einum landi, hvørs hægsti
leiðari skýrir handilsfelags
skapin vera fyri kaffitystar
bindikonur?
Í fiskivinnupolitikkinum
hava vit júst sæð, at hóast
bæði B, C og partar av A
siga seg vilja munadyggar
broytingar, og løgmaður
enntá lovar burðardygga
vinnu innan 2 ár (!!), so
sleppur ein minniluti í
samgonguni at ráða yvir
okkara høvuðsvinnu. Hvør
bestemmar? Hvør tekur
avgerðirnar? Hvør sker
ígjøgnum, so glitrandi
orðini hjá løgmanni síggj
ast aftur í veruligum
politiskum gerðum? Ongin
– ella bara onkur?
Orðini hjá løgmanni um
at rógva í takt og team
arbeiði standa eftirhondini
eftir sum innantómt orða
skvaldur. Og tað er til stórt
spell fyri tær góðu kreftir,
sum hóast alt eru í pørtum
av samgonguni. Fá kunnu
vera í iva um, at í ABC er
hvørki stýrimaður ella
skipari á brúnni. Úrslitið
er, at samgongan ikki
kennir síni egnu børn.
Kenna ikki síni egnu børn
løgtingskvinna
Bjørt
SamuelSen
Svar til viðmerkingar frá
Jóannes Eidesgaard,
landsstýrismanni til
greinina: “Javnaðar-
flokkurin gongur ímóti
sínum egna formanni”
Sær út til at alt kann henda
í politikki. Ikki minst við
merkingarnar, sum Jóannes
Eidesgaard ger í svari til
greinina: “Tingmanning
Javnaðarfloksins gongur
ímóti sínum egna for
manni” bera boð um, at so
er. At Jóannes nú er farin
at ilskast inn á onnur, sum
halda tað verða lítið sømu
ligt og løgið, at ein heil
tingmanning gongur ímóti
sínum egna floksformanni,
ber tó prísin. Átti heldur
harta sínar egnu.
Vónandi er hetta dupult
spælið í pensiónsmálinum
ikki eitt tilvitað polittiskt
stunt frá Javnaðarflokki
num, sum hevur til enda
máls at lýsa eina støðu, har
ið øll hini ætlaðu at gera
nakað ræðuligt og ósosialt,
men Javnaðarflokkurin
fekk alt aftur á beint.
Eingin hevur jú enn havt
møguleika at seta síni
politisku merki á málið
enn, uttan formaður Javn
aðarfloksins og harvið
Javnaðarflokkurin. Hinir
flokkarnir hava enn ikki
verið við í viðgerðini, sum
Jóannes eisini sigur í svari
sínum.
At onnur ikki hava
arbeitt við broytingum í
okkara pensiónskipan, eitt
nú Bárður Nielsen, nevndi
eg als einki um í greinini.
Kenni tó einki til politiskar
niðurstøður frá tí
arbeiðnum, um hækkandi
pensiónsaldur og mótrokn
ingar frá fyrst tjentu krónu
í pensiónini, soleiðis sum
tað liggur í kortinum í
Ólavsøkuppskotinum frá
Jóannesari síðu.
Geri ikki meira við
skrivingina um hetta mál á
hesum sinni, men fari sum
altíð at leggja upp til
uppbyggjandi samstarv
eisini pensiónsuppskoti
num viðvíkjandi.
Ja, í politikki kann alt henda
løgtingsmaður
Bjørn KalSø
Allar atfinningarnar hjá
Árna Dahl móti uppskot-
inum um alfabetið hanga
í leysum lofti. Men kan-
ska hann, sum tann fyrsti
nakrantíð, kundi sagt hví
tað er so umráðandi, at
vit útihýsa fimm
bókstavum?
Týdningarmesta atfinning
Árna er, at grundarlagið
undir uppskotinum er
skeivt. Hann sigur at: "Í
viðmerkingum sínum rør
løgtingsmaðurin fram
undir, at bókstavir sum x,
z, c og w eru bannaðir í
føroyskum tekstum."
Men eg havi aldrin
hvørki sagt ella róð fram
undir, at hesir stavir eru
bannaðir. Havi tvørturímóti
víst á, at teir verða sera
nógv brúktir í Føroyum.
Og at teir júst tí skulu vera
í alfabetinum.
Tað er hinvegin ein
sannroynd, at roynt hevur
verið at lúka hesar stavir
burtur úr fólkanøvnum. Og
eftir mínum tykki eiga
bæði William, Alexandur
og Carl Jóhan heimarætt í
okkara skriftmáli...
Málnevndin
Onnur atfinning Árna er, at
løgtingið við hesi lóg fer at
"máa støðið undan eini
skipan, tað sjálvt hevur
samtykt". Hann sipar til
Málnevndina og vísir á, at
hon er "sett m.a. at taka
sær av spurningum sum
hesum".
Tað er rætt. Men Mál
nevndin tekur undir við, at
umrøddu bókstavir skulu
við í føroyska alfabetið.
Í 1994 kom út skúlaorða
bókin Orðaskyn. Har stóð
eitt alfabet við øllum stav
unum í. Og tað varð góð
kent av Málnevndini.
Um vikuskiftið hava eis
ini bæði fyrrverandi og
núverandi formenn í Mál
nevndini sagt, at teir úti
hýstu bókstavirnir eiga at
fáa innivist í alfabetinum.
Men hóast hetta læra
flestu børnini ta amputer
aðu útgávuna av alfabetin
um, sum m.a. er at síggja í
mállæruni hjá Paulivari
Andreasen og Árna sjálv
um. Og hetta alfabet er,
sum eg skilji, eisini góð
kent av Málnevndini.
Vit hava altso tvey
"autoriserað" alfabet. Men
samstundis er eitt heilt
triðja alfabet tað, sum mest
verður nýtt. Og tað er tað
klassiska ABC'ið!
Tað hevur nevniliga ikki
eydnast at fáa føroyingar at
siga AÁBDÐ í staðin fyri
ABCDE. Og eg vænti ikki
tað fer ikki at eydnast, tí
klassiska stavraðið er líka
internationalt og fyri mong
okkara líka náttúrligt sum
talraðið. Vit siga 1,2,3 og
vit siga A,B,C. Og vit fara
aldrin at siga nakað annað.
Eg haldi sum heild ikki,
at vit eiga at lóggeva um
málfrøðiligar spurningar.
Men her er so stór fløkja
íkomin, at hon eftir mínum
tykki má greiðast við lóg.
Glíðibreytin
Síðani spyr Árni hvat tað
næsta verður: "Skal løg
tingið lóggeva, um børn
skulu rættast, skriva tey
fimleikur fyri gymnastik
ella sjónvarp fyri fjernsyn?"
Eg giti at hann skilir, hví
eg ikki tími at svara hes
um. Eg kundi við størri
rætti spurt Árna hvør næsti
bókstavur er, sum hann vil
hava útihýstan. Er tað S,
sum nú skal rekast av
landinum? Ella K?
Málstevnunevdin
Árni undrast eisini á, hví
álitið frá Málstevnunevnd
ini ikki er komið fyri tingið
enn.
Hann hevur rætt í, at tað
líkist ongum. Vit ætlaðu at
leggja tað fram nú, men
landsstýriskvinnan boðaði
beint eftir ólavsøku frá, at
hon kemur við tí heilt
skjótt.
Tjóðarmál
Árni heldur eisini at løg
tingið, heldur enn at fingist
við alfabetið, átti at syrgt
fyri, at føroyskt verður
viðurkent sum tjóðarmál.
Sum Árni helst veit,
verður í heyst síðsta hond
løgd á nýggja stjórnarskip
an fyri Føroyar. Og tað er
eingin loyna, at full semja
hevur verið og er um eina
áseting um málið, sum øll
munnu fegnast um.
At enda
Eg vil føroyska málinum
væl. Tað vil Árni sanniliga
eisini.
Eg haldi tað skaða
málið, at vit læra børnini
eina skerda útgávu av
latínska alfabetinum. Eina
útgávu, sum ikki endur
speglar veruleikan. Eg
skilji ikki hví hetta skal
vera so. Og eg havi ongan
tíð hoyrt eina ta einastu
skilagóða grundgeving fyri
tí. Hinvegin eru nógvar
góðar grundir til, at vit
skulu nýta alfabetið í full
um líki. Tað mest avger
andi er sjálvandi ikki hvar
serføroysku stavirnar
standa, men at allir
stavirnir eru við.
Men eg eri bara leikmað
ur. Árni hoyrir til málsins
fremstu røktingarmenn. Og
hann verjir tað skerda alfa
betið, sum stóð tað um lív.
Tað kundi tí verið sera
áhugavert um hann sum
tann fyrsti nakrantíð al
ment kundi greitt frá, hví tað
er so umráðandi, at fimm
bókstavir skulu mangla í tí
alfabeti, sum okkara børn
læra í skúlanum.
Skerda stavrað Árna
Sjúrður
SKaale
...allar tær kulu felgurnar
Felgukatalog við øllum
teimum flottu felgunum
frá Dekkmaster kann
takast niður á
www.dekkmaster.fo