Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-18, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. august 2009síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 155 - 18. august 2009 Andlát og jarðarferðir Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Eli Danielsen, ættaður úr Sørvági, búsitandi í Tórshavn, andaðist fríggjadagin á Landssjúkra­ húsinum, 77 ára gamal. Jarðarferðin verður týs­ dagin kl. 13 úr Vesturkirkjuni. Tey, ið vilja minnast Eli, kunnu lata hjartafelagnum eina gávu, konta í peningastovnunum. Andlát og jarðarferðir Summarið 2009 kemur at standa eftir í minni okkara, sum nakað vit ongantíð høvdu ímyndað okkum kundi henda. Vit høvdu glett okkum til summarið, at fáa frí frá gerandisdeg­ num og ikki minst til, at vit skuldu møtast aftur, nú 5 ár vóru liðin, síðan vit fingu húgvuna. Vit høvdu í longri tíð lagt ætlanir um eina veitslu, og gleddu okk­ um til at síggjast og frætta hvussu gekst og hvat fólk tókust við. Summarið byrjaði tó við syrgiligu boðunum um, at floksfelagi okkara Heidi var tikin frá okkum, 18. juni, alt ov tíðliga. Hetta var so óveruligt, og torført at skilja, at ein ung genta, við mót uppá lívið og sum tordi at fylgja dreymum sín­ um, so brádliga var farin. Og púra óskiljandi var tað aftur 2. aug. tá vit fingu boðini um, at enn einaferð var ein floksfelagi okkara farin. Tungu boðini um at Margretha heldur ikki var ímillum okkum longur, vóru næstan ikki til at bera. Hon var altíð so glað og hevði nógvar ætl­ anir fyri framtíðina hjá sær og sínum. Torført er at seta orð á tær kenslur og tankar, ið komu, nú vit tvær ferðir hetta summarið fingu ófrættaboð. Tað kennist ógvuliga skelkandi, at missa tveir floksfelagar so stutt eftir at vit saman gledd­ ust sum pisur. Glað og fróð, spent uppá lívsins avbjóð­ ingar og klár at royna flogið. Summarið er farið at halla og vit kunnu bara taka minnini við okkum. Allar tær góðu løturnar vit høvdu saman í Hoydølum, námsferðir uttanlands og heima, og veitslurnar vit høvdu saman. Vit sakna tykkum, við tykkara lætta og róliga lyndi. Báðar tvær fyrikomandi og smílandi. Eins og vit, klárar at taka næsta stigið á lívsleiðini. Spyrjandi sita vit eftir og undrast yvir hvussu henda summarfrítíðin, vit við gleði høvdu sæð fram til, kundi venda soleiðis. Tað tykist so órættvíst, at tit skulu verða tiknar frá okkum øllum so tíðliga. At tit ikki sleppa at útliva tykkara ætlanir og dreymar. Og at tit ikki sleppa at taka næsta stigið á lívsleið tykk­ ara, saman við teimum tit vóru so góðar við og sum vóru so góð við tykkum. Vit vilja hervið nýta høv­ ið at vísa samkenslu við teimum sum eftir sita, og lýsa frið yvir minnið um Heidi og Margrethu. Heilsan 01. z í Hoydølum Minningarorð um floksfelagar okkara Heidi Elisu Joensen og Margrethu Haraldsdóttir Jensen Í dag 18. august fyllir Kirtin Dost, fødd Wolles, 70 ár. Kirtin er fødd í Klaksvík, men er uppvaksin í Tórs­ havn. Hon flutti sum heilt ung til Danmarkar at læra seg at seyma. Har møtti hon Jürgen Dost, sum er úr Dresden í táverandi Eystur­ týsklandi, sum hon varð gift við í 1964. Sama árið fluttu tey til Suðurtýsklands at búgva, og har búgva tey enn. Nú hon fyllir 70 ár, kemur hon til Føroyar at halda føð­ ingardagin, sum verður hildin hjá systrini í Kovalág 6 í Havn leygardagin 22. august frá kl. 10 á morgi, har familja og kenningar eru vælkomin. Kirtin (Wolles) Dost fyllir 70 ár Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at elskaða mamma okkara, vermamma, omma og langomma Alma Rasmina Svenhilda Hammer fødd Djurhuus Hvalba ættað úr Sumba, andaðist á Surðoyoyar Sjúkrahúsið mánadagin 17. august, 85 ára gomul. Jarðarferðin verður lýst seinni Fyri tey avvarandi John Marnar, Ingmar og Eleina Tøkk Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu og hjálp, tá mín høgt elskaði maður, verpápi, abbi og langabbi okkara Hjørleif Højsted Vági doyði og varð jarðaður. Takk til prest, sangarar, berarar og kirkjutænarar. Takk fyri kransar, blómur og til tykkum, sum sendu gávu til missiónshúsið í Vági. At enda takka vit tykkum øllum, sum fylgdu Hjørleifi, til hansara seinasta hvíldarstað her á foldum. Familjunnar vegna Berghild, Leona og Heri Dagurin 18. august. Agapetus. Deyður umleið ár 300. Ein 15 ára gamal drongur, sum var tikin av døgum fyri kristnu trúgv sína. Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008) Kirtin og Jürgen Dost Heidi Elisa Joensen Margretha Haraldsdóttir Jensen