týsdagur 18. august 2009síða 15
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 155 - 18. august 2009
15
nøvn
Dátt komu boðini tíðliga fríggja
dagin, tá Pauli ringdi til okkara
um, at Hartvig var farin henda
sama dag. Júst sum vit øll hildu
best standa til eftir viðgerðina í
Keypmannahavn. Hann tókist
hava tað gott og lagið var gott,
men so hendi tað, sum vit altíð
stúra fyri og kemur púra óvart á
okkum.
Tað verður oftani tikið til, at
Harrans vegir eru ikki okkara
vegir og verður helst sagt, tí vit
ikki vita ella kenna vegin, sum
verður
lagdur
okkum.
Sum
menniskju vilja vit helst vita alt
og hvat ætlan Gud hevur við lívið
okkara. Hví varð eg settur í verð
ina og hvat vil Gud við okkum.
Ymist er, hvussu nógv vit náa
at gera og hvussu nógv kemur
burturúr alt eftir førleika, orku og
ikki minst vilja. Men vit vilja sum
mest og tað eyðkendi Hartvig,
sum hevði ein sterkan vilja og
trúði uppá tað, sum hann fór
undir. At Hartvig umframt eisini
hevði serliga gott hegni og góð
evni til at skapa nakað, sæst
týðiliga aftur, har sum hann hevði
sína gongd. Í heiminum í Toftum,
í neystinum, í húsinum á trøðni
og heima hjá børnunum síggjast
prýðiligu lutirnir, sum eru komin
frá hansara framúr góðu hondum.
At Hartvig eisini sýndi eina sanna
skaparagleði, gjørdi úrslitið enn
betri og luturin fekk eitt enn størri
lívsvirði fyri tey, sum kundu njóta
gott av hesi evnaríku, gávuríku og
gávumildu hond.
Sjólívið var hansara lutur í
hesi verð og røkti hann sjógvin í
mong ár og sum legði grundarlag
undir familiulívið í Toftum í
Vági.
Tað var eyðsýnt, at sjólívið
fylti nógv í lívinum hjá Hartvig.
Tey, sum hava havt tað stóru
uppliving av at vitja serstaka
“lugarið” í heiminum í Toftum,
hava fingið eina serliga kenslu
av sjólívinum. Uttan mun til um
ein var sjómaður ella landkrabbi,
so føldi tú teg verunliga umborð
á einum skipi, tá tú vitjaði í “lug
arinum” hjá Hartvig. Rúmið
innrættað, sum umborð á skipi
og øll útgerðin sett upp – snøgt
sagt, so manglaði bara at tað
rullaði eitt sindur, so natúrligt
var at sita har. Eitt satt meist
araverk, sum er latið úr hondum
hansara, men sum samstundis
eisini lýsti mannin serstakliga
væl – dygd framum alt.
Hartvig dámdi vakurleika og
at hugna um heimið. Hvussu
høgt gekk hann ikki uppí runnar
og blómur, sum høvdu eitt serligt
pláss í hansara hjarta og júst
blómurnar prýddu urtagarðin í
Toftum og bar boð um lívið,
vakurleika og hugna.
Fyri okkum var Hartvig altíð
nakað serligt. Hann var sysktina
barn pápa okkara, sum gekk
burtur við Sjóstjørnuni í 1973 og
at hann so eisini í útsjónd líktist
pápa okkara gjørdi, at serligar
kenslur vóru knýttar at hesum
dámliga, hjartagóða og faðirliga
manni, sum Hartvig altíð var fyri
okkum.
Altíð hava vit notið gott av
blíðskapinum
í Toftum
har
Hjørdis og Hartvig nærum hava
kapprunnið fyri at gera tað so
gott fyri gestirnar, sum yvirhøvur
gjørligt.
Eitt gott minni er pannukøkur
nar hjá Hartvig, sum vóru av
serliga góðum slag. Enn tosar
Birgit um pannukøkurnar og
hvussu væl tær smakkaðu. Jú,
rík eru minnini um Hartvig og
blíðskapin í Toftum.
Systkinaflokkurin minkar nú
Hartvig er farin. Sigrun doyði í
1992 og í 2006 doyði Henning
bróðurin, so stutt gjørdist teirra
millum.
Børnini sakna sín pápa og
abbabørnini sín abba. Hví skuldi
hann so fara frá okkum so bráð
liga?
Beinleiðis svar fáa vit einki,
men kunnu bert ugga okkum við
at Gud veit, hvat hann ger. Sum
tað stendur skrivað um spurvar
nar, “og ikki ein teirra fellur til
jarðar uttan vilja faðirs tykkara”.
At Hartvig nú ikki longur er
okkara millum kennist svárt – ja,
ómetaliga svárt fyri tykkum,
sum stóðu honum næst, Hjørdis,
børnini Kári, Pauli og Sylvia við
teirra makum og børnum. Hava
ilt við at skilja, at maðurin,
pápin, verpápin og abbin ikki
longur er tykkara millum. Hann,
sum fylti so nógv í tykkara lívið
og sum altíð var har, tá á stóð.
Góða Hjørdis, plássið á bonkin
um í køkinum, har við vindeygað,
er nú tómt. Saknurin er stórur
eftir eitt langt lív saman, sum er
nú komið at enda. Uggin er, at
minnini eru so mong og góð at
tey bera teg og tíni víðari við hes
um orðum úr 1. KOR 13,13: Men
nú verða tey verandi, trúgv, vón
og kærleiki, hesi trý, men størstur
av teimum er kærleikin. Júst
soleiðis sum Hartvig var fyri tykk
um, og sum hann var so ómetaliga
góður við.
Merkismaðurin í Toftum hevur
lagt frá sær og Vágsbygd hevur
mist ein av frægu synum sínum,
men størstur er saknurin hjá
tykkum Hjørdis, Kára, Paula og
Sylviu við familium.
Friður verður við minninum
um Hartvig Poulsen.
Frá okkum í Miðvági og
Søldarfirði
Til minnist um
Joen Hartvig D. Poulsen í Vági
f. 23. mars 1932 d. 7. august 2009
Bleiv so kløkk, tá eg fekk boðini
um, at Alis var farin. Vit búðu
beint yvirav hjá Alis og Margeir,
og sum lítil hevði eg mína dag
ligu gongd hjá teimum. Rói og
eg vóru nøkulunda javngomul,
og vit spældu altíð saman.
Eg minnist hesar løtur sum
nakrar av teimum bestu í mínum
lívi. Alis var altíð so fitt og blíð,
so ótrúliga góð. Hugnaløtur
renna fram fyri meg, sum at fáa
smurt breyð út í havan har vit
spældu, og ikki at gloyma eini
jól vit hildu saman. Áðrenn eg
fór í skúla, fluttu vit út á bygd,
men sambandið ímillum familj
urnar varð hildið við líka. Og
mong ár seinni fluttu vit aftur til
Havnar, og tá gjørdist tað lættari
at koma meira saman.
Eri so takksom fyri at hava
kent Alis, og vildi ynskt at eg
kundi fortalt henni, hvussu góð
eg eri við hana. Mínir tankar
leita til hennara nærmastu. Jesus
pápi verði hjá tykkum.
Blíðar heilsanir
Laura Mary Jacobsen
“Hann lekir tey, ið hava eitt
sundurbrotið hjarta, og bindur
um teirra sár”.
Sálmur 147, 3 vers.
Minningarorð um
Alis Ørvarodd