Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-18, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. august 2009síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 155 - 18. august 2009 12. august hevði Jógvan Hansen, vanliga nevndur barberurin, 40 ára starvsdag sum barberur í Runavík. Jógvan byrjaði at klippa á sjómansheiminum og flutti seinni í egin hølir á Høga­ bóli. Jógvan fór sum 14 ára gamal úr heimbygdini Leir­ vík til Klaksvíkar í læru sum hárskeri. Hann lærdi hjá Eskild Norðbú. Eftir lokna lærutíð lá leigin hjá Jógvani til høvðusstaðin, har hann starvaðist í nøkur ár. Her fekk hann nógv vin­ fólk har ímillum hárskeran Egil Lyngsøe og hava teir hildið vinskapin viðlíka fram til dagin í dag. At vera hárskeri í 60’­unum í Havn hevur iva­ leyst verið spennandi, men tað var ikki bara arbeiði. Eitt sindur var eisini til frí­ tíð og har ímillum lá leigin okkurt sunnukvøldið í goggudans í sjónleikara­ húsinum. Tað var her, Jógv­ an møttu konu sína Sunnevu Dalsgaard, sum var í læru í Landshandlinum. Í 69 lá leigin inn til Runa­ víkar. Longu tíðliga sást, at Jógvan treivst sera væl í Runavík, og tað var einki meira nærliggjandi tá enn at seta búgv har. Jógvan og Sunneva giftust 3. jóladag 1974 og fluttu tá í nýggj hús á Gerðisvegi. Mangar eru hendingarnar, sum trívast kann í og nógvar eru søgurnar, sum ein hevur hoyrt frá Jógvani við kaffi­ borðið. Eitt nú tá maður kom at klippa sær, áðrenn hann skuldi til lækna at fáa bót fyri eygnatrupulleika. Tá Jógvan hevði klipt hárið og skuldi snøgga eygna­ brýnnar, sá Jógvan, at eitt hár hevði snýkt seg inn undir eygnalokið. Tá tað var klipt burtur, hevði mað­ urin ikki tørv á at fara til lækna longur. Hetta er eitt dømi um, at mangir ymiskir trupulleikar kunnu loysast hjá barberinum. Eitt annað, ið trívast kann í, er tá lítillátin maður kom inn til barerin at klippast. Hetta var frá teirri tíðini, tá mannagongdin var tann, at ein bílegði ikki tíð, men kom bara inn og setti seg og bíðaði eftir tørni. Tað var ein av teimum døgunum, tá nógv var at gera. Hansara tørn kom ikki fyrr enn langt var liðið út á dagin. Tá letur í manninum: ”Eg skal gift­ ast um eina løtu”. Tá var um at bera skjótt at við saksinum. Lítið er at ivast í, at klippi­ stovan hjá Jógvani hevur verið eitt slag av tíðinda­ miðdepli, har mangt og hvat er borið fram, og er hetta kanska eitt av kridr­ inum við at vera barberur. Við ynskjum um at heils­ an skal vara við, og at mangir starvsdagar leggjast afturat, ynskja vit tær til lukku við 40 ára starvs­ degnum. Sigrun, Birita og Jákup Emil við familjum 40 ára starvsdag Kunnandi fundur verður um Operation Christmas Child hóskvøldið 3. septem­ ber 2009 í hølunum hjá Lívdini á Brekku 3 í Hoyvík (bygningurin aftan fyri MBM). Á fundinum, sum byrjar kl. 20, verður greitt frá innsavningini seinasta ár og støðuni í Rumenia. Anna Maria Anthoniussen, sum fyri kortum var í Rum­ enia, greiðir frá. Kunning verður eisini um hvar eskj­ urnar fara í ár osv. Kvøldið er ætlað at verða til íblástur fyri tey, sum vilja verða við í tiltakinum í ár. Har verður t.d. drama, dvd, solosangur, kunning og drekkamunnur aftaná. Harafturat fæst tilfar um Operation Christmas Child. Fyrireikararnir siga í tíð­ indaskrivi, at teir vóna at síggja so mong sum gjørligt til tiltakið, og heita á fólk um longu nú at hugsa um at fáa fatur á skógvaeskjum. Nógvar útsølur eru í august, so óivað er lætt at fáa fatur á eskjur. Kunnandi fundur um Christmas Child Flottir heildekkandi hjálm ar við allergi vinar- ligari bjálv ing og løttum lási til høkureim. Klárt glas, ið ikki skøvast. Góðkendir til motor súkklu og tí eisini væl egnaðir til knallert og skutara. Fáast í fl eiri litum og støddum. ...tá ið prísurin eisini er avgerandi! fastir, lágir prísir á dekkum og felgum Nýtt felgukatalog við øllum teimum fl ottu felgunum frá Dekkmaster kann nú takast niður á www.dekkmaster.fo Summardekk 175/65-14 ........................... úr 620,- 195/55-15 ........................... úr 775,- 195/65-15 ........................... úr 795,- 205/55-16 ........................... úr 890,- 205/40-17 ........................... úr 965,- 225/45-17 ........................... úr 995,- 225/40-18 .......................úr 1.290,- 235/35-19 ........................úr 1.710,- Prísdømi 790,- EINANS nøvn