Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-18, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. august 2009síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 tíðindi Nr. 155 - 18. august 2009 Seinastu tríggjar vikurnar hevur eitt lið av føroyskum og donskum sjónleikar­ um og leikstjórum verið í Føroyum og tikið upp sjey partar av einari filmsrøð við íblástri frá ameri­ kansku soap­operaini Dollars – við ógvuliga stuttligum úrsliti PARODI Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Tað er uttan iva fyrstu ferð, at ein galla-premiera av einari raðsending verður hildin í Nólsoy, men tað var júst tað, ið hendi seinasta hóskvøld. Verkætlanin DOLLARS (fo) var frumsýnd í Roynd- arhúsinum fyri sjónleikarum og innbodnum – og onkrum einstøkum umboði fyri fjølmiðlarnar. Talan er um sjey partar, hvør við sínum tema og hvør við sínum leikara í høvuðsleiklutinum sum Blake Carrington – sum eis- ini er ein av høvuðsleik- lutunum í gomlu sjónvarps raðsendingini Dollars. Ella rættari sagt. Seks part- ar við hesum, tí í seinasta partinum, sum er upptikin í Nólsoy, lata fólkini handan røðina nólsoyingar sleppa at seta orð á, hvussu raðsend- ingin skal enda. Fyrsti partur fer fram í Havn við Magnus Hansen, arkitekti, í leiklutinum sum Blake Carrington. Upptøk- urnar fara fram á Fiska- virking, og gjøgnumgang- andi í øllum pørtunum eru yvirdádigir gráir parykkar til høvuðsleiklutin. Ein av treytunum fyri at verða við í upptøkunum var, at fólk ikki skuldu hava royndir innan sjónleik, men hóast tað hepnaðust leik- lutirnir sjálvir serstakliga væl. Um leikararnir í røðini so hava verið óvanliga stór sjónleikaratalent, ella leik- stjórarnir bara hava duga so væl at leikstjørna, skal ikki verða sagt, men væl riggaði. Valdu Føroyar Tað eru teir báðir, Tue Biering og Jeppe Kristensen, sum eiga hugskotið aftan fyri hesa røðina. Teir valdu sær Dollars út at parodiera, og síðani granskaðu teir ymsar heimspartar og ymisk heraðshorn fyri at finna røttu »location«. - Valið fall so á Føroyar, tí her eru møguleikarnir so góðir, og eg má siga tað, at vit eru púra ovfarnir av blíðskapinum her í landinum, eins og náttúran hevur bergtikið okkum, sigur Jeppe Kristiansen. Teir báðir kendu framman undan Maritu Dalsgaard og Beintu Clothier, og saman við donsku Gry Guldager Jensen skaptu teir eitt team, sum síðani hevur ment upprunaliga hugskotið við Dollars raðsendingini. Blake Carrington gongur aftur í øllum pørtunum, meðan hinir leiklutirnir skifta nakað. Men somu leikarar – burtursæð frá Maritu Gry Guldager og Beintu – koma ikki fyri í meira enn tí eina partinum. - Tað var ikki spesielt tí tær báðar, Marita Dalsgaard og Beinta Clothier, eru føroyingar, at vit valdu tær. Tað var tí, at vit kendur tær framman undan, og vit vistu, at tær eru dugnaligar. At tær so eisini eru før- oyingar, var bara eyka bonus, siga Tue Biering og Jeppa Kristiansen. Sjey locations Sum nevnt varð byrjað í Havn, og hvussu leikararnir vóru rekruteraðir, var eitt sindur hips um haps. Eg veit ikki, eg kom upp í hetta í veitslulag á ólavsøku, tá Marita spurdi, um eg ikki hevði hug at royna meg sum sjónleikara. Tað kundi eg sjálvandi gott, men eg má siga, at eg gjørdist eitt sindur kløkkur, tá eg kvøldið eftir varð uppringdur og biðin um at møta tíðliga til upptøkur morgunin eftir, sigur Magnua Hansen, sum altso leikti Blake í fyrsta partinum. Úr Havnini var farið til Vágar, har nýggj fólk fyltu teir tríggjar leiklutirnar, sum gingu aftur gjøgnum allar partarnar, tó sum nevnt bart við Blake, sum aftur- vendandi karakteri. Sum nevnt var ein treyt, Skemtiligt føroyskt dollars Eins og vil eina veruliga gallapremieru skuldu sjónleikararnir ganga eftir »reyða løbaranum« og heilsa upp á fólk, áðrenn teir fóru inn til sýningina Mynd: Dollars (fo) Kreppan og avbjóðingarnar Alheimskreppan, og hvussu komast kann burturúr henni, er høvuðsevnið á norðurlendskari ráðstevnu í Havn. NTR, sum er norðurlendski fakfelagsskapurin fyri starvsfólk í kommunalari tænastu, har eisini Starvsmannafelagið er limur, hevur hesaferð sína árligu ráðstevnu í Havn í døgunum frá 19. til 23. august. NTR umboðar 400.000 limir. Høvuðsevnið á ráðstevnuni er alheims búskaparkreppan. Millum teir spurningar, sum luttakararnir, um hundrað í tali, fara at viðgera, eru hvussu kreppan ávirkar tað almenna, hvørjar avleiðingar kreppan hevur fyri fígging av vælferðini, fyri arbeiðsstøðuna og fyri fólk yvirhøvur. Ein partur av ráðstevnuni verður um árin av veðurlagsbroytingunum. Høvuðsendamálið er at koma fram til hvørjar loysnir eru til at taka, og hvussu fakfelagsrørslan best kann viðvirka til at vit best og skjótast kunnu koma úr kreppuni. Á ráðstevnuni fara serfrøðingar á ymiskum økjum at hava fyrilestrar, eins og arbeitt verður í bólkum, sum fara at leggja fram teirra hugsan um loysnir. Formans- skapurin í NTR skiftir millum limalondini. Í ár er Súni Selfoss, næstformaður Starvsmannafelagsins, formaður fyri NTR, og fer hann at bjóða luttakarunum vælkomnum. Eftir hetta fer Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, sum eisini er formaður í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum, at seta ráðstevnuna.