Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-18, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. august 2009síða 19

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 tíðindi Nr. 155 - 18. august 2009 Undan premieruni var høvi hjá leikarum og innbodnum at hugna sær saman við einum práti uttan fyri Royndarhúsið Mynd: Dollars (fo) Marita Dalsgaard, verkætlanarleiðari, og Heðin Zachariasen, løgtingsmaður og sjónleikari, høvdu nógv at tosa um við gallapremieruna hóskvøldið Mynd: Leo Poulsen at leikararnir ikki skuldu hava royndir framman und­ an, men kortini sást Rudolf Joensen í leiklutinum sum Blake Carrington, tá filmsliðið var komið til Klaksvíkar. ­ Har komu vit stutt sagt í neyð, tí tann, sum skuldi spæla Blake Carrington, leyp frá í síðstu løtu, og so mátti handlast skjótt. Tí gjørdist tað Rudolf, sum var við í tí partinum, sigur Marita Dalsgaard. Tríggir teir fysrstu part­ arnir vóru rættiliga trúgvir móti uppruna raðsendingini, men tá vit komu til fjórða part, sum fer fram á Sand­ oynni, kendi tú knappliga aftur ein kendan politikarar, hvørs politiska høvuðsmál er at fáa bora ein undirsjóv­ artunnil út í Sandoynna. Men hóast motivið nú er meira føroyskt, er andin í røðini ikki sleptur. That’s all Folks! Ein partur verður spældur í Kollafirði, og har verður vent aftur til Denver, Colo­ rado, og tann burturvilsta sonin. Hetta er kanska hin stuttligasti parturin, møgu­ liga tí Asbjørn Johansen, sum hevur leiklutin sum »burturvilsti sonurin« hjá Blake Carrington so týði­ liga er eldri enn pápin, og tí hann megnar so mega væl at halda maskuna. Í seinasta veruliga partin­ um eru vit aftur í Føroyum. Tað er Heðin Zachariasen, sum vit annars kenna best frá Løgtingsins røðarapalli, ið nú er Blake Carrington, og hann missir allar sínar ognir, eisini sítt elskaða EB/Streym til arvafíggindan Cecile Colby. Dentur verður alla tíðina lagdur á, at talan er um amatørleik, og fyri at eingin skal vera í iva um hetta, ganga ljóðmenn og upp­ tøkufólk alla tíðina og mala í myndini. Mikrofonirnar koma í heilum í myndina, so tað verður ein blandingur av Benny Hill »fald­på­ røven« humor og Pipar og Salt upp á tað besta. Hugskotið er genialt og tað er framleiðslan eisini. Allir leikarar koma væl frá sínum leiklutum, sjálvandi summir eitt sindur betri enn aðrir, men avgjørt eingin fellur ígjøgnum. Flott avrik, ikki minst tá hugsað verður um, at tíðin at fyrireika seg ikki hevur veið hin mesta. Seinasti parturin er tikin upp í Nólsoy, og hann byrjar við, at Beinta Clothier beint út sigur, at tey hava ikki funnið upp á endan enn. Og so fáa nólsoyingar anars loyvi at geva sítt boð upp á, hvussu røðin skal enda. Heilir átta sluppu at geva sítt boð um endan á Dollars (fo), og har er alt frá fronskum vínslotti til Føroyar í mjørka. Og – in the final analysis er endin væl: That’s all Folks! Upp á vegin við 12 børnum Ein tunesisk kvinna í 30­unum er upp á vegin við ikki færri enn 12 børnum – seks dreingjum og seks gentum. Kvinnan gekk til viðgerðar á einari fertilitetsklinikk, eftir at hon seinastu tvey árini hevur kastað burtur tvær ferðir. Tað skrivar Daily Mail. Dagblaðið hevur tosað við fertilitets serfrøðingin, Peter Bowen­Simpkins, sum sigur, at sannlíkið fyri, at bert eitt av teimum 12 fostrunum yvirlivir er minni enn eitt prosent. Sambært serfrøðinginum fer kvinnan longu at føða í viku 20, og tað er einki sum kann forða fyri tí. Í havið undan konuni Ein kinesiskur maður leyp í Yangtze ánna fyri at sleppa undan at hoyra grenjið av konuni. Hjúnini vóru umborð á einari ferju, tá bikarið fleyt yvir hjá manninum. Tað skrivar enska blaðið Daily Telegraph. Fleiri av manningini vóru vitni til, at maðurin knappliga kom stórleypandi út úr kahyttini við hendrunum fyri oyruni, meðan hann rópti: Eg toli hetta ikki longur. Eingin hevði væntað, at mað­ urin kom frá hendingini við lívinum, men tað gjørdi hann. – Eg trúði, at eg fór at drukna, men tað hevði verið betur enn eviga grenjið frá konuni, segði hann við løgregluna. Parið er saman aftur, men konan hevur lovað ikki at skelda so illa í framtíðini.