Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-18, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. august 2009síða 21

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 vinnan Nr. 155 - 18. august 2009 Landsstýrið leggur stór an dent á at men­ na samstarvið og sam handilin millum Før oyar og Bretland, og Jóhan Dahl, lands­ stýrismaður í vinnu­ málum, fekk nógv burt u r úr virjanini í Lon don herfyri VinnusamstarV Jan Müller/Árni Joensen jan@ras2.fo arni@sosialurin.fo Møguleikarnir fyri at men­ na tað vinnuliga og handils­ liga samstarvið við bretar var høvuðsevnið, tá Jóhan Dahl, landsstýrismaður, og Petur Joensen, stjóri á Jarð­ feingi, herfyri hittu umboð fyri parlamentanevndina í Bret landi “All Party Group.” Ein spurningur, sum var uppi og vendi, var flutn ings sam bandið millum lond ini. Jóhan Dahl ásannar, at sambandið er ikki so gott, sum tað var fyri nøkr­ um árum síðani, men at vit kort ini hava fast samband til Scrabster tvær ferðir um viku na. ­Í løtuni selja vit bretum fisk, men á fundinum um røddu vit eisini møgu­ leikar nar fyri handli hin­ veg in, og har eru fleiri møgu leik ar, sigur Jóhan Dahl. Teir bretsku politik­ ar ar nir høvdu millum annað áhuga í samhandli innan tele øk ið, KT­økið og olju­ vin nu. Umframt fundin við All Party Group vóru Jóhan Dahl og Petur Joensen á fundi í tí stjórnarráðnum, sum umsitur oljuvinnuna í bretsk um øki. Partarnir tosaðu serliga um økið vest an fyri Hetland, hvat virk semi er har nú, og hvørjar fram tíðarætlanir bretar hava innan olju­ og gassleiting í hesum økinum. Sera jalig oljukunning Eitt, sum eisini bleiv umrøtt í sambandi við oljuvinnuna vestan fyri Hetland, var, hvørjar ætlanir bretar hava, tá tað snýr seg um at flyta olju og gass inn til lands. Jóhan Dahl heldur, at júst hetta kann hava áhuga hjá teim um feløgunum, sum koma at virka í føroyskum øki. ­Sum er sigur tann før­ oyska lóggávan, at alt skal um føroyskan bryggjukant, men finna vit olju ella gass í rakstrarverdum nøgdum í før oyskum øki, so er spurn­ ing urin, um tað at kalla óhugs andi, at tað kemur í land í Føroyum. Tí er tað rætt at kanna, hvussu vit kunnu samstarva við Bret­ land um tað, skuldi tað hent, at feløgini finna so mik ið av olju og gassi í okkara øki, sigur lands­ stýris maðurin. Jóhan Dahl og Petur Joen sen vórðu eisini bodnir á fund við Statoil í London, har felagið greiddi frá sín­ um ætlanum í føroyska øki­ num. Á fundinum fekk lands stýris maðurin eina greiða fatan av, at norska fe lag ið hevur góðar vónir um at finna olju við Før oy­ ar, og tí fer felagið eisini at bora ein brunn afturat innan fyri tey bæði næstu árini. ­Hetta var sera jalig kunn ing at fáa, og eg má siga, at alt í alt var vitjanin í London sera áhugaverd og gevandi, bæði fyri meg sum lands stýris mann á økinum og fyri Jarðfeingi, sigur Jóhan Dahl. Størri samhandil millum Føroyar og Bretland Johan Dahl,landsstýrismaður her saman við umboðum úr Føroyanevndini í bretska parlamentinum Mynd: Jan Müller Skot í Hirtshals Fyrradagin varð eldur settur á bilin hjá einum handilsmani í Hirtshals, og í gjárkvøldið skutu ókendir menn inn í handil hansara. Løgreglan sigur við danska kringvarpið, at fleiri skot vórðu latin av inn ígjøgnum vindeygað í handli num Get Funky Shop, sum er í Nørregade í Hirtshals. Til alla lukku var eingin inni í handli num, tá skotini fullu. Løg­ regl an sigur, at fleiri skothol eru í vindeyganum. Løgreglan veit ikki, hvørjir gernings menn i nir eru, men vitni sóu tveir bilar fara frá staðnum, sigur DR.