Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-18, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. august 2009síða 22

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 vinnan Nr. 155 - 18. august 2009 Hetlendingar og orkn­ oyingar kunnu læra føroyingar ymiskt um oljuvinnuna, og hinvegin kunnu føroyingar læra grann­ arnar fyri sunnan mangt og hvat á fiskivinnuøkinum og innan almenna umsiting Grannasamstarv Jan Müller/Árni Joensen jan@ras2.fo arni@sosialurin.fo Samskifti millum føroy­ing­ ar, hetlendingar og orknoy­­ ingar kann koma øllum pørtum til góðar. Tað vóru allir partar samdir um, tá Jóhan Dahl, landsstýrismað­ ur og umboð fy­ri Jarðfeingi hittu All Party­­bólkin, sum er ein serligur bólkur í tí bretska Parlamentinum. Sum navnið sigur, er bólkur­ in mannaður við umboðum fy­ri allar flokkar og har­ afturat úr øllum landinum. Teir hava eittans felags áhugamál, og tað er Føroy­ar. Formaðurin í bólkinum, liberaldemokraturin Alistair Carmichael, er úr Orkn­ oy­ggj­unum, og hann er sannførdur um, at samskifti millum tey­ trý oy­ggj­asam­ feløgini kann gagna øllum pørtunum. ­ Vit hava havt fundir við fleiri føroy­sk umboð, og eins og hinir var fundurin við Johan Dahl sera góður og gevandi, sigur Alistair Carmichael. Hann sigur, at fundurin gav teimum bretsku politikarunum betri kunnleika til Føroy­ar og hj­álpti teimum at skilj­a før­ oy­sk viðurskifti og tær avbj­óðingar, sum tað før­ oy­ska samfelagið stendur í. Orknoy­ski tinglimurin sigur, at øll samfeløg hava sítt, men at tað eru altíð møguleikar at læra av hvør øðrum. Sj­álvur leggur hann stóran dent á at fáa at vita, hvat orknoy­ingar og het­ lendingar kunnu læra av føroy­ingum. Men hvat kunnu føroy­ingar læra av grannunum fy­ri sunnan? Oljuvinnan er pengavinna ­ Vit hava 30 ára roy­ndir innan olj­u­ og gassvinnuna, og eg ivist ikki í, at vit kunnu læra føroy­ingar okk­ urt á tí økinum. Hinvegin kunnu føroy­ingar so læra okkum y­miskt um fiski­ vinnuna, eitt nú hvussu ein best umsitur vinnuna. So eftir mínum ty­kki hava allir partar møguleika at fáa okk­ urt gagnligt burtur úr hesum samskiftinum, sigur Alistair Carmichael. Bretski tingmaðurin vil ikki siga, um føroy­ingar skulu taka olj­una og gassið upp á land í Føroy­um, um nakað verður funnið, men hann letur ongan iva vera um, at føroy­ingar eru væl­ komnir at spy­rj­a seg fy­ri í Hetlandi um at fáa olj­una og gassið upp á land har. Men eini góð ráð hevur ting­ maðurin úr Orknoy­ggj­um at geva føroy­ingum: ­ Olj­uvinna er ein penga­ vinna burturav. Har er ikki pláss fy­ri tj­óðskaparkensl­ um. Tí skulu føroy­ingar minnast til, at olj­ufeløgini hugsa bara um egin áhuga­ mál og einki annað, sigur Alistair Carmichael við Rás2/Sosialin. Óheppin miðsavnan Gongst sum ætlað koma umboð fy­ri All Party­ Group til Føroy­a í næstum at kunna seg um y­misk viður­ skifti her. (Tey­ eru á vitj­an í hesum døgum, red). Mill­ um annað ætla umboðini at kanna, hvussu tann almenna umsitingin er skipað, og tey­ halda seg hava okkurt at læra av føroy­ingum á tí økinum. ­ Í Bretlandi hava skift­ andi stj­órnir misavnað vald­ ið í London og Edinburgh, og hetta hevur víst seg at vera stak óheppið fy­ri fj­ar­ skotin samfeløg sum Orkn­ oy­ggj­ar og Hetland. Í so máta hava vit nakað at læra av føroy­ingum, hóast vit ikki kunnu samanbera við­ urskiftini millum Føroy­ar og Danmark við okkara orsakað av tí stóra landa­ frøðiliga muninum, sigur Alistair Carmichael, sum verður við í tí bretska ferða­ lagnum til Føroy­a. Einki pláss fyri kenslum í oljuvinuni Johan Dahl, landsstyrismaður, Petur Joensen frá Jarðfeingi og Áki Johansen, sendiharri her saman við umboðum fyri Føroyanevndina í bretska parlamentinum Mynd: Jan Müller Kokain á pengaseðlum Teir amerikonsku dollaraseðlarnir fáa ikki altíð ta bestu viðferðina og kunnu tí vera bæði rukkutir og skitnir, men nú vísir ein kanning, at 90 prosent av øllum seðlunum hava spor av rúsevninum kokain uppi á sær. Fy­ri tveimum árum síðani vísti ein tilsvarandi kanning, at tá vóru spor av kokaini á 67 prosentum av dollaraseðlunum, skrivar AP. Tey­, sum hava gj­ørt ta nýggj­u kanningina, siga, at úrslitið prógvar, at kokain gerst alt meiri vanligt sum rúsevni í USA. Serliga illa stendur til í høvuðsstaðnum Washington. Har høvdu 95 prosent av teimum kannaðu dollaraseðlunum spor av kokaini á sær. Vestas undanvind Danska vindmy­lluverksmiðj­an Vestas er eftir øllum at døma ikki so meint rakt av altj­óða búskaparkreppuni. Í hvussu er boðaði leiðslan í morgun frá, at hon væntar at røkka tí fíggj­arliga úrsliti, sum hon setti sær fy­ri fy­rr í ár. Sostatt væntar leiðslan, at umsetningurin verður 54 milliardir krónur ella 20 prosent størri enn í 2008. Vestas hevur j­úst kunngj­ørt roknskapin fy­ri annan ársfj­órðing, og vísti hann 442 milliónir krónur í avlopi fy­ri skatt. Tað er minni enn í fj­ør, tá sami ársfj­órðingur hevði 675 milliónir krónur í avlopi. Fy­rr í ár koy­rdi Vestas næstan 1.300 starvsfólk til hús fy­ri at spara í rakstrinum.