týsdagur 18. august 2009síða 23
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
vinnan
Nr. 155 - 18. august 2009
John Butterfill
er tinglimur fyri
konservativa flokkin
og hevur havt sæti í
Westminster í 26 ár.
Hann er væl kendur
við føroyingar og
føroysk viðurskifti
SamStarv Føroyar
Bretland
Rás2/Sosialurin
Heri Simonsen
Jan Müller
heris@sosialurin.fo
jan@sosialurin.fo
Í juni mánað hitti ábyrgdar
blaðstjórin í Miðlahúsinum,
Jan Müller konservativa ting
limin, John Butterfill á máli.
Jan fekk lutvíst gjørt eina
samrøðu fyri Rás2 við John
Butterfill á føroyskum. John
Butterfill, sum er partur av
áhugabólkinum hjá teimum
bretsku tinglimunum, sum
hava áhuga fyri Føroyum og
føroyskum
viðurskiftum,
hevði á sinni eina føroyska
unnustu, Eyðbjørg Niclasen.
Eg tosi ikki so gott føroyskt,
sigur John Butterfill við Jan
á føroyskum við góðari før
oyskari úttalu. Jan mótmælir,
og heldur talan vera um dygd
argóðan føroyskan framburð.
Tá svarar John Butterfill á
føroyskum: Eg havi gloymt,
hvussu ein tosar føroyskt,
men eg havi ikki gloymt Før
oyar, staðfestir konservativi
tinglimurin, sum hevur sitið í
Westminster, umboðandi eitt
valdømi í Bournemouth í
SuðurOnglandi. Bournemo
uth er ikki so langt burtur frá
Isle of Wight, sum verður
vertur fyri oyggjaleikunum í
2011.
Syngur á føroyskum
John Butterfill hevur havt
nógv við Føroyar at gera:
Eg havi nógv sambond við
Føroyar. Á sinni hevði eina
ógvuliga fitta unnustu úr
Føroyum. Og fyri at undir
strika, at tey framvegis eru
góðir vinir, greiðir John
Butterfill frá: Í kvøld koma
hon, maðurin, dótturin og
barnabørnini at eta døgurða
hjá mær. Tá vit høvdu
smábørn, syrgdi Eyðbjørg
ofta fyri at útvega okkum
góðar føroyskar barnagentur
(aupair) at ansa eftir børn
unum, so næstan øll børnini
hjá mær klára at syngja á før
oyskum. Jan tekur John
Butterfill á orðið, og spyr um
hann ikki kann syngja ein før
oyskan sang fyri sær. Fyrst
smálær bretski tinglimurin,
men so trívur hann í landa
pláguna hjá Simma og teim
um frá seinast í fimtiárunum
og fyrst í sekstiárunum: Ein
høna í túni stóð og pikkaði
sær mat, og hon misti tvær
fjarðar, meðan hanin hugdi
at. Aftur framborin við einari
sannførandi úttalu.
Møttust í Onglandi
Jan frittar konservativa ting
limin
og
Føroyavinin,
hvussu hann kom í samband
við føroyingar á fyrsta sinni.
– Vit vóru bæði í tjúgu
árunum, Eyðbjørg var her í
landinum og las enskt. Hóast
tað ikki rann saman, so er
vinarlagið okkara millum
enn stórt. Eyðbjørg, maðurin
og børnini hava ofta búð hjá
mær, tá tey hava verið í Ong
landi. Eyðbjørg og maðurin,
Kaj Petersen búgva í dag í
Havn.
Vil hjálpa Føroyum
Áhugin hjá John Butterfill
fyri Føroyum er eisini av tí
politiska slagnum: Eg havi
roynt at hjálpt Føroyum. Eg
minnist nógvu øsingina, sum
var um grindadráp. Tá stað
festi eg fyri fólki her, at fyri
føroyingar er tað sjálvsagt, at
teir eta grind, tí teir eru ann
ars noyddir at innflyta alt
kjøtið hjá sær. Og at føroy
ingar drepa grind er ikki
øðrvísi, enn tá vit í Bretlandi
drepa neyt. Tað gongur út
uppá tað sama. Trupulleikin
er bara nú, at grindin er
vorðin so illa dálkað, at tað
er vorðið vandamikið at eta
nú. Men mær dámar væl
grind og spik, staðfestir John
Butterfill.
Konservativi
tinglimurin heldur avgjørt, at
tað kundi verið ein størri
samvinna millum Føroyar og
Bretland. – Vit í áhuga
bólkinum her í undirhúsin
um hava verið á fundi við
Jóhan Dahl um júst hetta.
Ikki minst er tað áhugavert
perspektiv við føroyskari
bretskari samvinnu, tá tað
kemur til oljuvinnuna. Eg
haldi, at tað er sera týdning
armikið, um olja verður
funnin báðumegin markið, at
vit arbeiða saman um at fáa
oljuna uppá land, heldur enn
at hava tvær skipanir.
Mentan og
ferðavinna
John Butterfill nemur eisini
við mentan og ferðavinnu.
Hann er sera hugtikin av
sangfuglinum, Eivør Páls
dóttir úr Gøtu. – Hon er fant
astisk, hon er veruliga ein
ótrúliga góður sangari. Hon
er sera fjøltáttað, tí hon
klárar at syngja alt frá opera
til rock. Og so skrivar hon
eisini sín egna tónleik, og
tað haldi eg vera ótrúligt,
sigur ein hugtikin John
Butterfill. Eg fekk eina av
hennara fløgum, tá eg var í
Íslandi. John Butterfill held
ur, at samvinna innan fiski
vinnuna eisini er av týdn
ingi, men hann staðfestir
samstundis, at fiskivinnan
hevur ring kor í hesum døg
um. – Eg haldi vit kunnu
gera meiri fyri ferðavinnuna,
vit eiga at eggja fleiri fólk
um at fara til Føroya, fyri at
síggja hvussu vakurt tað er.
Í løtuni er eitt ávíst tal av
fólki, sum fara til Føroyar.
Serliga er talan um ornito
logar – fuglafrøðingar – sum
fara til Føroya at hyggja eftir
sjófuglum. Men tíverri eru
Føroyar ikki nóg væl kendar
her í Bretlandi, men møgu
leikin fyri at gjørt Føroyar
kendar átti at verið til staðar,
tí Føroyar er eitt so eina
standandi vakurt pláss, sum
er vert at vitja.
Fari ikki uppí ES
Spurdur um hann heldur, at
Føroyar skulu fara uppí ES,
svarar John Butterfill av
gjørdur: Persónliga haldi
eg ikki, at Føroyar eiga at
fara uppí ES. Eg hevði held
ur roynt at fingið sam
starvsavtalur í lag við ES,
uttan at gerast limir í felags
skapinum. Eg haldi, at
samleikin hjá Íslandi, og
ikki minst Føroyum hevði
verið hóttur, um londini fóru
uppí ES. Tit hava nakrar
sterkar norðurlendskar siðir
í Føroyum og í Ìslandi, og
eg haldi, at tað er av týdn
ingi, at tit halda fast við tann
mentannarliga arvin. Eg eri
ræddur fyri, at tit kunnu
missa hesi mentannarligu
virðini, um tit fara inn í ES.
Ikki verið her í 40 ár
John Butterfill hevur ikki
verið í Føroyum í nærum 40
ár. Hann kennir nógvar
føroyingar og er harmur um,
at høvið ikki hevur verið at
vitja aftur á klettarnar í so
mong ár. Jan fiskar eftir, at
parlamentariski áhugabólk
urin fyri Føroyum kemur til
landið at vitja seinni í
summar, og tekur John Butt
erfill undir við, at um tað
gerst veruleiki, so er tað
sjálvsagt, at hann er við á
ferðini. John Butterfill hevur
sitið í bretska parlamentinum
síðani 1983, og hevur sostatt
upplivað
bæði
Margaret
Thatcher, John Major, Tony
Blair og Gordon Brown, sum
bretskar
forsætisráðharrar.
Áðrenn John Butterfill gjørd
ist tingmaður, var hann for
rætningsmaður. Hann virkaði
sum forrætningsmaður innan
ymisk øki, bæði kunning
artøkni, sølu og leigu av
bygningum, catering og upp
læring av starvsfólkum til
ymiskar vinnur. – Val verður
væntandi næsta ár. Tá havi
eg sitið á tingi í 27 ár og eri
vorðin 69 ára gamal, og tá
kenni eg, at eg havi sitið nóg
leingi her í Westminster, slær
John Butterfill fast. Øll hesi
26 árini hann hevur sitið í
Westminster hevur hann havt
samband við Føroyar og
føroysk viðurskifti: Eg
møttist ofta við føroyingar,
sum búgva her í Onglandi,
og nú eru teir rættiliga nógv
ir í tali. Men John Butterfill
hevur til góðar at síggja Før
oyar aftur, men í viðtaluni
merktist, at tann dagurin er
ikki so ræðuliga langt burt
ur.
Bretskur tinglimur syngur á føroyskum
John Butterfill, tingmaður saman við Áka Johansen í bretska parlamentinum
Mynd: Jan Müller
Grønland sum Saudiarabia
Kvamfjallið við Narsaq í Grønlandi kann sambært grønlendska
kringvarpinum fáa sera stóran týdning fyri heimsins orkuveiting í
framtíðini. Í fjallinum er sera nógv til at einum geiðslavirknum evni,
sum eitur Thorium, og sambært jarðfrøðinginum Henning Sørenssen er
líka nógv orka í sjálvum Kvamfjallinum sum øll oljan í heiminum.
Verður økið kring fjallið tikið við, er orkumongdin tíggju ferðir størri,
sigur hann. Í løtuni hevur avstralska felagið Greenlands Minerals and
Energy kanningarrættin til Kvamfjallið, men Henning Sørensen mælir
teimum grønlendsku myndugleikunum til at leggja ætlanir fyri, hvat
skal henda, um felagið fer undir námsvinnu har.
Gassið minkar skjótt
Nýggjar metingar hjá danska orkufelagnum Dong Energy
vísa, at kanska verður einki gass eftir í tí danska partinum
av Norðsjónum longu í 2112. Tað skrivar Berlingske
Tiodende. Metingin samsvarar ikki við tað, sum
Orkustýrið segði fyrr í ár. Tá varð sagt, at at við verandi
framleiðslu verða tær donsku oljukeldurnar tómar í 2018
og gasskeldurnar í 2020. Orkustýrið helt, at meiti leiting
kann avdúka nýggjar keldur. Men tað heldur Dong
Energy ikki, og tí er felagið longu farið undir at tryggja
sær gass úr øðrum londum. Umleið 500.000 donsk
húsarhald brúka gass til at hita húsini ella íbúðina við.