týsdagur 18. august 2009síða 24
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
vinnan
Nr. 155 - 18. august 2009
Samvinna
Jan Müller/Árni Joensen
jan@ras2.fo
arni@sosialurin.fo
Myndir: Jan Müller
Tað er alt ov lítið samband
millum føroyingar og bretar
og millum føroyingar og
írar. Tað heldur føroyski
sendimaðurin í London,
Áki Johansen. Hann heldur,
at sambandið kundi verið
munandi størri á bæði tí
politiska, handilsliga og tí
mentanarliga økinum.
Í løtuni arbeiðir sendistov
an serliga við at bøta um
handilssambandið millum
Føroyar og Bretland og mill
um Føroyar og Írland. Talan
er um at økja handilin báðar
vegir t.v.s. bæði innflutning
og útflutning, og føroyski
sendimaðurin í London er
ikki í iva um, at føroyingar
kunnu fáa væl burturúr
størri samhandli við bretar
og írar.
Tann bretski marknaður
in er stórur, og vit halda
ikki, at føroyingar leggja
seg nógv eftir at keypa vør
ur hiðani. Størri innflutning
ur av bretskum vørum givið
teimum føroysku brúkarun
um eitt størri og meiri fjøl
táttað úrval, sigur Áki
Johansen við Rás2/Sosi
alin.
Mentan stóran áhuga
Ein partur av einum størri
handilsligum
sambandi
millum Føroyar og Bretland
og millum Føroyar og
Írland kann koma á tí
mentanarliga økinum. Eitt
nú hevur sendistovan hjálpt
føroyskum tónleiki at fáa
fótafesti á bretska marknað
inum. Millum annað hevur
sendistovan
hjálpt
Teiti
Lassen við hansara fyrstu
fløguútgávu
á
bretska
marknaðinum, og eydnaðist
átakið væl.
Bókmentir kunnu eisini
fáa gagn av størri samhandli
og samskifti við Bretland
og Írland. Í hvussu er
arbeiða tey á sendistovuni
við einum átaki, har ætlanin
er at fáa samband millum
føroyskar, bretskar og írskar
rithøvundar við tí fyri eyga
at fáa bøkur týddar ímillum
málini.
Írar vilja fegnir hava at
vita,
hvussu
føroyingar
hava megnað at varðveita
tað føroyska málið, eins og
teir hava áhuga í føroyskari
mentan yvirhøvur. ìrskt er
tað almenna málið í Írlandi,
men tá írar koma saman,
tosa teir vanliga enskt. Tað
halda summir politikarar
vera harmiligt, og nú vilja
teir hava at vita, hvussu før
oyingar hava varðveitt sítt
mál.
Teir seinastu mánaðirnar
hevur samband verið mill
um sendistovuna og írsku
myndugleikarnar, og ætlan
Kundu havt nógv
størri samvinnu
við bretar og írar
Bretar og írar vilja fegnir hava størri samstarv við føroyingar og føroyski sendimaðurin í
London ivast ikki í, at tað kann gagna øllum pørtum
- Økt samstarv við útlond kann vera ein sparing í sjálvum sær, sigur føroyski sendimaðurin, sum heldur tað vera neyðugt at hava
eina sendistovu í Bretlandi. Áki Johansen her saman við Jóhan Dahl, landsstýrismanni uttanfyri føroysku sendistovuna
40 ára gamli vestmenningurin Áki J
Arktiskan sendiharra
Kanadiska stjórnin umhugsar at seta ein serligan
sendiharra, sum skal arbeiða við ymsum arktiskum
spurningum burturav. Starvið sum arktiskur sendiharri
bleiv sett á stovn longu í 1994, men tað bleiv niðurlagt í
2006 orsakað av sparingum á fíggjarlógini. Tí hevur
eingin verið í hesum starvinum síðani, men nú verður tað
væntandi sett aftur, skrivar KNR. Orsøkin er, at áhugin
fyri tí arktiska økinum er vaksin nógv tey seinastu árini,
tí hildið verður fyri vist, at nógv olja og gass eru undir
havbotninum í póløkinum.