týsdagur 18. august 2009síða 25
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
vinnan
Nr. 155 - 18. august 2009
in er, at írski mentamálaráð
harrin skal til Føroya í sep
tember.
Samferðsla og
gransking
Umframt mál og mentan
vilja írar eisini kunna seg
um, hvussu føroyingar hava
útbygt og skipað samferðslu
kervið. Áki Johansen sigur,
at samanborið við fleiri
lond eru vegirnir í Føroyum
sera góðir, tunlarnir binda
útjaðaran við miðstaðarøkið,
og harafturat eru nógvar
havnir kring landið, sum
verða nógv brúktar.
Herumframt er tað før
oyska KTsambandið gott,
soleiðis at tey flestu hava
ella kunnu hava breiðband,
og soleiðis er tað als ikki í
Írlandi, og hetta vilja írar
eisini kunna seg um, sigur
Áki Johansen.
Írar hava eisini áhuga í
tættari sambandi millum
írska gransking og føroyska
gransking. Teir hugsa ser
liga um at fáa í lag samstarv
millum Havstovuna og írsk
ar granskarar, sum arbeiða
við at granska ymisk viður
skifti í sjónum. Áki Johan
sen sigur, at uppgávurnar
hjá teimum írsku granskar
unum eru rættiliga líkar
uppgávunum, sum Havstov
an arbeiðir við, og tí vænta
írar sær nógv burtur úr ein
um tílíkum samstarvi við
føroyingar.
Samhandil sparing
Áki Johansen tók við starv
inum sum sendimaður í
London fyri skjótt einum
ári síðani, og hann er ikki í
iva um, at føroyingar kunnu
fáa gagn av virkseminum
hjá sendistovuni har eins og
hinum
sendistovunum.
Spurdur, um teir føroysku
politikararnir kunnu fara
eftir sendistovunum, nú teir
skulu spara á fíggjarlógini,
svarar sendimaðurin, at tað
eru fleiri hættir at spara.
Tað ber til at spara við
at skerja eina játtan, og tað
ber til at spara við at eff
ektivisera. Men tað ber
eisini til at spara við at sam
eina kreftir heima við
kreftir uttanlands og á tann
hátt fáa meiri burturúr, sig
ur Áki Johansen. Og hann
er ikki í iva um, at vit eiga
at hava eina sendistovu í
London.
Um vit hugsa um at fjøl
tátta okkara innflutning og
útflutning, sleppa vit ikki
uttan um Bretland.
Johansen hevur verið føroyskur sendimaður í London síðani 1. september í fjør
Kim Dae-jung deyður
Fyrrverandi suðurkoreanski forsetin Kim Daejung er
deyður eftir at hava ligið á sjúkrahúsi teir seinastu
mánaðirnar við lungnabruna. Hann bleiv 85 ár. Kim Dae
jung verður roknaður sum ein av undangongumonnunum
fyri demokratii í Asia. Í seksti og sjeytiárunum stóð hann
á odda fyri andstøðuni í Suðurkorea, sum tá hevði hernað
arstýri, og hann sat fleiri ferðir í fongsli og húsavarðhaldi.
Í 1998 varð hann valdur til landsins forseta, og í 2000 tók
hann stig til ein søguligan toppfund við Norðurkorea. Tað
var hann Nobelfriðarheiðurslønina fyri seinni.