Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-18, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. august 2009síða 27

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 vinnan Nr. 155 - 18. august 2009 Fyri Rógva Absalon­ sen hevur tað verið ein spennandi og menn andi tíð at starvast á føroysku sendis tovuni í London Á sendistovu Rás2/Sosialurin Jan Müller og Heri Simonsen jan@sosialurin.fo heris@sosialurin.fo Rógvi Absalonsen úr Havn hevur roynt seg á føroysku sendi stovuni í London, síðani september í 2008. Hann hevur tikið sær av nøkr um vanligum upp­ gávum, og so hevur hann eisini fingist við nakrar lang tíðar verkætlanir. Rógvi hev ur fingist við tvær stórar verk æt lanir. – Tað er so leið is, at vit royna at fáa eina yrkistænastu upp at stan da í Føroyum. Í øðrum lond um hava hægri læri­ stovn ar eina tænastu, sum nevn ist ”Career service”, sum hevur til endamáls at sam binda vinnulív, arbeiðs­ pláss og lesandi. Ì hesum sam bandinum hugsaðu vit, at ein tíllík tænasta manglar í Føroyum. Vinnulívið í Før oyum hevur ikki veru­ liga samband við tey les an­ di, serliga tey lesandi sum eru uttanlands. Og vit ætla so at fáa eina slíka tænastu upp at standa í Føroyum, greið ir Rógvi frá. Í byrjanini verð ur talan um eina skipan, sum sendir teldupostar út til lesandi um arbeiðs møgu­ leikar í Føroyum. Hin verk­ æt lanin hjá Rógva er ein kann ing av útisetum í Bret­ landi. – Tað er ein kanning, sum norðuratlantiski bólk­ ur in gjørdi á fólkatingi á sin ni. Har vera spurningur um alt millum himmal og jørð. Alt frá samleikakenslu til hugburðin mótvegis før­ oyska samfelagnum, og til framtíðarætlanir hjá hes­ um. Lisið í Bretlandi Rógvi las fýra ár í Skotlandi. Hann las á ”University á Aber deen”. Eftir tað fór Rógvi til Londons, har hann tók ein yvirbygning á einum læru stovni, sum nevnist ”Lon don School of Eco­ nom ics”. Tá hann var liðug­ ur við lesturin har, kom hann til sendistovuna at starvast í eitt ár. Rógvi greið ir frá, at tølini hann arbeið ir við vísa, at talið av føroy ing um, sum lesa í Bret landi er í stórum vøkstri. Býtið av før oy ing­ u m, sum lesa í Bretlandi veks ur hvørt ár. – Býtið av teim um, sum lesa í Dan­ mark er í einari minking, men eg tori ikki at siga, at tann gongdin fer at halda fram. Tá eg byrjaði at lesa í Aber deen vóru vit 13 før­ oy ingar, sum lósu har. Nú eru tað yvir hálvthundrað før oy ingar, sum lesa í Aber­ deen, staðfestir Rógvi. Rógvi metir, at tað eru um leið 160 føroyingar, sum lesa í Bretlandi. Nógv eru í føroysku stuðulsskipanini, með an onnur eru í skotsku stuðuls skipanini. Rógvi sig ur, at tað er torført at seta tal á hvussu nógvir før­ oy ingar búgva í Bretlandi, tí tá skal ein eisini til at definera hvør er føroyingur ella ikki. – Skal tað til døm­ is vera talan um fólk, sum eru fødd í Føroyum, ella skal ein tosa føroyskt fyri at vera roknaður fyri at vera ein føroyingur? Her er talan um tøl við einari ógvuliga stórari óvissu, staðfestir Rógvi. Vildi sleppa at læra á enskum Spurdur um hví hann valdi at fara til Bretlands at lesa, svarar Rógvi, at tað er tí hann vildi sleppa at lesa á enskum. – Eg vildi hava kunn leika til enskt, ikki bara á brúkarastøði, men á ein um hægri støði. Rógvi angr ar ikki, at hann fór til Bret lands at lesa, men hann vil ikki ráðgeva onnur hvar tey skulu fara at lesa. – Eg kann kortini geva fólki, sum ætla at fara til Bret­ lands at lesa tey ráð, at tey kanna umstøðurnar væl og virði liga. Alt ov ofta hoyrir ein um føroyingar, sum fara á ein skúla, sum tey hava funn ið á ”Google”, sigur Rógvi og harmast um hetta. – Men ynskir ein, sum eg at lesa á enskum, so er Bret­ land avgjørt eitt gott land at velja sær, og ynskir ein at fara til at stað, har nógvir før oyingar eru, so er Aber­ deen eitt ógvuliga gott stað at fara til, men tá er Dan­ mark sjálvsagt eisini ein góð ur valmøguleiki, stað­ festir Rògvi. Sjálvur hevur Rógvi lisið samfelagsfrøði, við serligum denti á sosio­ logi, serliga mentan nar­ sosio logi. Haraftrat hevur Rógvi eisini lisið eitt sindur av søgu, og eitt sindur av bú skapi.. Tríggir partar Spurdur um hvat føroyingar fáa burturúr at hava eina sendi stovu í London, svarar Rógvi: ­ Vit hava býtt ar beið ið hjá okkum upp í tríggj ar partar, ein politis k­ an part, ein búskaparligan part, og ein politiskan part. Vit hava verið trý fólk her, og hava vit verið noydd til at vera rættiliga ”allround”. Í politikki hava vit t.d. upp­ livað, at ein tvørpolitiskur bólk ur er stovnaður í brets­ ka parlamentinum, sum hev ur stóran áhuga fyri Før oy um og føroyskum viður skift um. Vit hava reglu liga fundir við hesar 20 parlamentarikkarnar um ymisk viðurskifti. Vit skipa eisini fyri ferðum. Sum dømi kann eg nevna, at vit skipa fyri einari ferð hjá ein um írskum ráðharra, sum ætlar sær til Føroya í næst um. Og so hava vit ei si ni tiltøk fyri lesandi í Bret landi, sum kunnu vera bæði politisk, mentannarlig og búskaparlig tiltøk. Og so hava vit eisini verið við til at skipa fyri mentan nar lig­ um tiltøkum, har t.d. Teitur Las sen hevur verið við. Rógvi er glaður fyri starvs­ árið á føroysku sendistovuni í London, men nú fer hann at saðla um. Nú fer hann at gera sum breiða fjøldin av væl lisnum føroyingum, hann fer til Keyp man na­ havn ar at búgva og starvast. Men Rógvi vónar at sleppa at brúka sína útbúgving í Føroyum í framtíðini. Við sær til Keypmannahavnar hev ur Rógvi nógvan góðan førn ing úr Aberdeen og London. Eitt gott ár á føroysku sendistovuni Rógvi Absalonsen, Sigga Jacobsen, Áki Johansen frá føroysku sendistovuni í London her saman við Jóhan Dahl, landsstýrismanni Mynd: Jan Müller Selja valkort Orðið korrupsjón verður longu knýtt at forsetavalinum, sum verður í Afghanistan hósdagin. Tá bretska kringvarpið BBC sendi ein av sínum afghonsku starvsmonnum í býin í Kabul at vita, um hann kundi keypa sær eitt valkort, fekk hann eitt tilboð upp á 1.000 valkort fyri 10 dollarar fyri hvørt. Hann fekk eisini onnur líknandi tilboð. BBC­tíðindamaðurin Ian Pannell, sum er í Kabul, sigur, at summir veljarar hava fingið fleiri valkort, og at leiðarin í einum ættarbólki sigur seg hava fingið tilboð um nógvar pengar, um hann kann útvega einum av valevnunum eina rúgvu av atkvøðum.